fríggjadagur 1. august 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 1. august 2008
17
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Kári á Høvdanum
setti fyrrapartin nýtt
føroyskt met í 200 m
rygg. Hann er rímiliga
væl nøgdur, hóast
tíðin ikki rakk til
pláss í hálvfinaluni
SVIMJING
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Kári á Høvdanum visti
longu áðrenn innleiðandi
kappingarnar í 200 m rygg,
at oddsini fyri plássi í
hálvfinaluni vóru ikki tey
bestu. Heili 34 svimjarar
høvdu
tilmeldingartíðir
undir tveir minuttir og 10
sekund. Føroyska metið hjá
Kára
á
Høvdanum
er
2:14:10. Tí var Kári á Høvd
anum eisini plaseraður úti á
geil2.
Men Kári á Høvdanum
svam
sín
møguleika
í
morgun og legði út við
góðum starti. Tíðliga fór
ísrelski svimjarin Jonathan
Kopelev frá hinum, og hann
helt tørn allan vegin á mál,
eini fimm sekund framman
fyri føroyska svimjaran.
Tíðin hjá Kára á Høvdanum
var tó somikið góð, at hann
barberaði
hálvt
annað
sekund av føroyska metin
um, og kom á mál við tíðini
2:12:62.
Sjálvandi eri eg glaður
fyri at hava sett nýtt,
føroyskt met. Men eg hevði
nú ætlað at fingið tíðina eitt
sindur longur niður, segði
ein væl nøgdur Kári á
Høvdanum beint eftir kapp
ingina, og legði afturat:
Nú er 200 m rygg ikki
tann greinin, ið eg venji
mest. Tí hevði eg ikki
stórvegis
vónir
um
at
svimja meg í hálvfinaluna.
Men hetta var samanumtikið
í lagi.
Nei, tað hevur hann ikki
gjørt so nógv við, sammett
við hinar greinarnar, og tí
vóru vónirnar heldur ikki
tær bestu í morgun. Men
hetta er ein grein, ið eg
royni at fáa hann at gera
meira við, sigur Petur Heðin
á Fløtti.
Landsliðsvenjarin
og
persónligi venjarin hjá Kára
á Høvdanum var somuleiðis
rímuliga væl nøgdur.
Kári byrjar sera væl,
men er eitt lítið sindur ov
seinur
eftir
fyrstu
50
metrarnar. Og síðani heldur
hann eina eitt lítið sindur
ov lága ferð restina av
teininum. Men sjálvandi er
tað deiligt at hann tekur
føroyska metið, sigur Petur
Heðin á Fløtti.
Sekstan svimjarar svumu
seg í hálvfinalurnar í 200 m
rygg, sum verða seinna
partin. Besta tíðin var
2:02:12, og hinir 15 svumu
allir
teinin
undir
tveir
minuttir og sjey sekund.
Orienteringin
Kári á Høvdanum hevði
bara tveir dagar at fyrireika
seg til uttandura, 50 metra
hylin á Tasmajdan stadion í
Beograd
áðrenn
fyrstu
kappingina mikudagin. Um
tað var orsøkin til, at hann
tá misti orienteringina og
tók í banatogið ber bara til
at gita um. Í dag var hann
tryggari
við
hylin
og
orienteringin tóktist vera
komin uppá pláss.
Jú, tað riggaði betur í
dag,
staðfestir
Kári
á
Høvdanum, sum kennir seg
tryggan til seinastu av
bjóðingina í morgin.
Ryggsvimjarar meta seg
vanliga eftir loftinum í
svimjihøllini, men tað ber
av góðum grundum ikki til,
tá svomið verður undir
opnum himli.
Góðar vónir
Seinasta avbjóðingin hjá
Kára á Høvdanum er 50 m
rygg, ið má metast at vera
hansara
sterkasta
grein.
Innleiðandi
kappingarnar
eru leygarmorgunin.
Eg eri væl fyri til kapp
ingina í morgin, og vónirnar
eru góðar. Málið er at
svimja meg í hálvfinalurnar,
sigur Kári á Høvdanum.
Kári setti føroyskt met
Kári á Høvdanum setti nýtt føroysk met í 200 m rygg