fríggjadagur 1. august 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 • 1. august 2008
Vikuskifti 17
slett ikki vildi. Tí líkasum sex
bleiv gjørt politiskt ókorrekt,
tá ið flakavirkini fingu brúk fyri
robott-líknandi arbeiðskraft av
fólkum, sum kundu temja sínar
driftir og møta til tíðina og
stempla musklarnar inn og cheka
heilan út, so vóru eisini fult av
øðrum tingum, sum eg noktaði
mær sjálvum, fyri at blíva ein
betri arbeiðshestur fyri Føroyar
´86 og Føroyar ´99 og nú fyri
Føroyar 2015. Eslið við gularótini
á pinninum rann glaður runt í
hamstarahjulinum, skjótari og
skjótari inntil BANG! So knekkaði
eslið. “Tapara esil”, søgdu
summi. “Klárar ikki at renna runt
og runt í hamstara hjulinum”,
argaðu onnur....
Shit Happens.
F
øroyar eru sum ein trøð, har
tað ganga 48.000 seyðir. Tað
er nógv for nógv. Og hetta er ikki
eingang vanligur seyður. Hetta
eru fínir, kræsnir, forvandir seyðir,
sum ikki finna seg í nøkrum, og
slett ikki í hvørjum sum helst.
Tí onkur hevur nemliga í áravís
stroytt kraftfóður inn á trøðna fyri
eina milliard danskar krónur um
árið. Tað kallast yvirupphitaður
búskapur ... ella yvirupphitaður
galskapur.
Eg havi lisið nokkso nógv um
yvirupphitaðan galskap. Fólkini
blíva sjálvandi ónøgd. Tað eru
forkelaðu børn ofta. Eg meini: At
fáa bomm til morgunmat, bomm
til døgurða OG bomm til náttura
kann vera stuttligt eina tíð ...
Ein tann besta bókin um
yvirupphitaðan galskap eitur
Prinsessen på ærten... Ein onnur
eitur Keiserens nye klæder... Og
alt kostar, og onkur skal betala,
so um onkur eigur for nógv, so
eigur onkur for lítið. Tí onkustaðni
frá er tað komið – altso tað, sum
onkur eigur for nógv, eigur.
Tann triðja bókin í røðini um
yvirupphitaðan galskap, sum
eg havi lisið, eitur Pigen med
svovlstikkerne. Øgiliga rørandi
bók. Rørdi meg nógv, eg kendi
nógv aftur.
E
in yvirupphitaður galskapur
krevur eina kempi stóra
oljufýring fyri at hita alt tvætlið
upp og fáa gullhjulini at mala.
Tá ein vanlig oljufýring er í ólagi,
kemur ein oljufýrsmaður og ger
hana í ordan aftur. Tann stóra
føroyska oljufýringin er í ólagi.
Hon fær ikki nokk av olju. Hitin
og hugnin eru farin at dala, so at
órógv kemur í høsnagarðin. Fólk
standa í smáum bólkum og øsa
seg inná manglandi politikkin, og
royna at halda hitanum í læntum
fjarðum, og heilsa uppá fínar
løgtingsmenn, tá teir marchera
uttanfyri hegnið. Oljufýringin er
um at steðga, motorurin koyrir
bara við hálvari ferð, skútan
siglur við fullari ferð skeivan
veg, fjarðarokilsi, men ongin
oljufýrsmaður... Tí í Føroyum
hava vit demokrati. Vit skulu øll
vera við til at geva okkara boð
uppá, hvat oljufýringin feilar. Vit
vilja ikki hava ein oljufýrsmann,
vit vilja hava eina fólkaatkvøðu.
Hurra, vit eru demokratiskar
hønir.
M
en gjøgnumsnittið
hevur ikki serliga høgan
intelligens. Gjøgnumsnittið hevur
gjøgnumsnittsligan intelligens.
Meirilutin er miðal klókur, og tey
allarflestu eru jú slett ikki von
við akkurát hetta her problemið.
Tey allarflestu hava onnur ting at
hugsa um - matpakkar og sovorit.
So skjótt sum onkur gevur eitt
gott boð uppá, hvussu oljufýringin
skal fixast, setur nábúgvin
føtur í spenni, og hann og øll
hansara familja stemma ímóti...
Pøbelveldið, sum Sokrates sigur,
tá meirilutin ræður...
Men ger hann tað? Ræður
meirilutin? Ella er hettar bara
bláur roykur? Eg meini... Javel
javel...
Okey: Gallup gjørdi eina
kanning fyri onkran flokk og ringdi
runt til fólk og til mín og spurdi,
um eg helt at blokkstuðulin skuldi
vera, har sum hann er nú, ella
um hann skuldi enn longur niður.
Eg segði, at eg helt, at hann
skuldi uppaftur har, sum hann
plagdi at vera.. Eg meini: Man
fær sær ikki dupult so nógvan
seyð, sum man hevur ráð til og
so kappar helvtina av fóðrinum
vekk knappliga, ha? Men tann
fitta bubblegum-skúlagentan í
Gallup telefonini tugdi eina løtu
uppá hetta svarið hjá mær um
at fáa blokkin upp aftur á tann
yvirupphitaða galskapin, sum
flestu føroyingar trívast við, blásti
eina stóra bubblegum bløðru,
sum brast, akkurát sum dreymurin
hjá mær, tí hon segði, at tað
kundi mann ikki velja. Eg skuldi
velja, um blokkurin skuldi vera
har, sum hann er nú, ella um hann
skuldi enn longur niður. Javel,
javel, segði eg illur - so vil eg
hava hann at vera har, sum hann
er nú! Dagin eftir var ein stór
yvirskrift í bløðunum: “Føroyingar
sera væl nøgdir við at blokkurin
er farin niður har, sum hann er
nú”!
Tað segði meirilutin. Tann
útvaldi meirilutin. Sokrates sá
slett ikki, at tað ber væl til hjá
einum smartum politikara, at lata
býtta fólkið hava fólkaatkvøður
um óvigtig ting, har politikarin
altíð vinnir, um so fólkini stemma
ja ella nei. Tað verður, sum í
sanginum Brókatáttur: Allir engdu
teir fyri kalva, uttan Jóannes
Eidesgaard, hann engdi fyri seg
sjálvan.
M
en transistarin er frá í
høsnagarðinum og vit
hoyra tónleik: Tobbi og Bill og
Manchestersangurin. So man
kann ikki siga, at Føroyingar
mangla nakað. Tann dresseraði
føroyingurin hevur tað, sum
hann skal brúka. Men okkurt er
grundleggjandi galið allíkavæl,
tá man fær meira pengar fyri at
passa uppá pengar, enn at passa
uppá børn.
Eg sigi tað umaftur!
Tá ið man fær meiri pengar
fyri at passa uppá pengar, enn
at passa uppá børn - tá er okkurt
grundleggjandi galið! Tá er
kósin skeiv, og úrslitið verður
har eftir. Og eg trúgvi ikki, at ein
bátur hevði komi til rætt land við
skeivari kós, sjálvt um man hevði
málað hann ein annan politiskan
lit.
“Jamen vit kunnu geva honum
eina millión”, sigur onkur klókur
politikkari.
“Ja, hehe, ella 5 milliónir”,
sigur onkur bankastjóri.
Meeen, báturin kemur neyvan á
mál fyri tað.
V
it eru 48.000 fólk, sum 4.
hvørt ár velja, hvørji av bara
120 uppstillaðum fólkum skulu
verða tær 32 fólkavaldu Føroysku
fólkahetjurnar, sum skullu sparka
okkum í reyvina og taka helvtina
av pengunum hjá okkum og so
byggja tunnlar fyri tað, sum
leypur av, tá tey øll hava fingið
sær nýggjan bil.
Ein politikari eigur at vera ein
fólksins tænari. Ein visioner, ein
idealist, sum brennur fyri nøkrum
betri fyri øll.
Tað er feitt at verða politikari.
Fólkavaldur føroyingur. Fólksins
maður, við feitari løn. Tí vilja nógv
vera tað. Men sum Aristoteles
sigur: Tað verða sjáldan hesi her
(peikaði á høvdið) men oftast
hesi her (peikaði á albogarnar)
sum sleppa upp á toppin at gera
hettar her (peikaði á høvdið)
arbeiði. Og tí eru tað kanska ikki
tey allarklókastu fólkini, sum
leiða hendan skaran.
Fyri at blíva valdur, skal man
hava eitt gott slogan, sum
meirilutin hoppar uppá. Sum til
dømis Al Gore. Øll funnu uppá
slogans, og hann fann uppá
... øhhh veðurlagsbroytingar!,
akkurát somu viku sum ein
sending kom í sjónvarpi um
veðurlagsbroytingar, og HOPLA,
so var hann tryggjaður at vera
fólksins maður. Nábúgvin hjá
honum fann uppá at redda Free
Villi 2, men tann filmurin floppaði,
sooo hann verður neyvan at
síggja í Norðurlandahúsinum...
K
omandi politikarar, sovorðin
uppstillaði fólk, velja also
onkra feita søgu, sum hevur
rót í antin fortíð, framtíð, ella
nútíðini. Teir sum brúka fortíðina
snakka um Føroyar Kristnaðar,
Sigmundur, Tróndur, mentan,
Føroyar serstøk tjóð osfr...
Øgiliga tjóðskaparsinnaðir og
alvorligir menn, stramt myrkt
slips, stórar eygnabrýr... Teir
sum brúka framtíðina snakka um
Føroyar 2015, Føroyar komandi
KT vinnuland, Føroyar know how
útflytarar osfr ... Trendy fýrar,
ganga casual ílætnir, leysan
silkislipsknút, pop smartir,
sporty... Teir sum brúka nútíðina
- uha, hvat snakka teir um ...
undirsjóvartunlar, ferðaútreiðslur,
barnsburðarfarloyvi, ráfiska-
studning til húkaveiðu undir
Føroyum og sovorit. Onki slips.
Buldribassar. Ganga í troyggu.
Men kann tað ikki gera tað
sama, um man slett ikki ætlar
sær at loysa nakað problem
allíkavæl, men bara vil veljast fyri
at vera valdur?
T
að minnir meg um ein
kammerat hjá mær, sum fór
til psykolog, tí hann hevði eitt
keðiligt problem, sum hann vildi
sleppa av við. Eg veit ikki,. hvussu
tað eitur á føroyskum, men á
donskum kallast tað ‘ufrivillig
afføring’.
Hann fór til ein av
hesum klassiskt útdannaðu
psykoanalytikarunum av tí gamla
skúlanum við rót í sterkum
traditiónum, sum arbeiða við
fortíðini. Teir sótu so og arbeiddu
við hesum probleminum. Ein
dagin møtti eg honum og spurdi:
– Nú hvussu gongst?
– Tað gongur nógv betri nú,
svaraði hann glaður. Altso, eg
skíti í buks enn, men nú veit eg
hví.
Hann kundi eisini verið farin
til ein av hesum meiri trendy,
pop smartu NLP terapeutunum,
sum arbeiðir við framtíðini, og so
kundu teir sitið og visualiserað
og teknað inn í framtíðina við
farvublýantum, og so kundi eg
møtt honum og spurt: - Nú hvussu
gongst?
- Nú gongur tað ordiliga gott.
Altso, eg skíti illa í buks enn,
men nú eri eg farin at ganga við
blæðu..
Ella hvat nú, um hann fór til
ein, sum arbeiðir við nútíðini, ein
kognitivan terapeut, sum sigur,
at sjálvt um tú skítur illa í buks,
so ert tú góður nokk. So kundu
teir sitið og arbeitt við hesum
probleminum og livað í nú´inum,
og so kundi eg møtt honum og
spurt: -Nú hvussu gongst? Og so
hevði hann svarað: -Nú gongur
tað ordiliga gott! Altso, eg skíti
ræðuliga illa í buks enn, men nú
leggi eg onki í tað.
O
ngin loysti problemið ...
Ongin royndi ... Akkurát sum
politikararnir, so fingu teir hann
bara at síggja annaðleiðis uppá
tað heila, fingu hann at halda, at
alt var okey...
Sum Jacob Haugaard
skrivar í endirminningunum:
Í Fólkatinginum handlar tað
um, at ongin má finna út av,
at alt tað, sum teir gera har, er
totalt líkamikið: 50 milliónir til
Sudan, 20.000 kr til Krølle Bølle
Boldklub... Ella umvent og rætt
mær wienerbreyðið.
Tað vil siga, at sum støðan er nú,
kunnu vit halda áfram at velja teir
somu nøkur og 30 tingmennirnar
í og úr samgongu.. ELLA!!! Tí vil
eg hava tykkum til hettar her:
Veljið nakrar ordiligar politikarar
at velja ímillum. Hey tit meirluti!
Her er demokrati. Meirlutin
ræður. Hoyr so her meiriluti: Eg
vil hava tykkum at velja nakrar
ordiligar politikarar at velja
ímillum.
Thank you, call again.... og
Góða ólavsøku.
aðrarnar av fólkaræðinum