Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 145 - 1. august 2008 ] Tað var aftur ein deyðbóltur, sum avgjørdi dystin til fyri­ muns fyri Brøndby. Gestirnir vóru eisini munandi betra liðið, og hóast tap í báðum dystunum, kunnu teir í B36 vera nøgdir við sítt avrik FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tað sá rættiliga gott út, tá B36 fór til hálvleik í gjárkvøldið. Framvegis málleyst í Gundadali. Væl høvdu gestirnir úr Brøndby verið framvið meiri enn einaferð, men dysturin var nú hálvrunnin og higartil hevði B36 vart fyri øllum. Hetta var eisini júst tað, ið ætlanin var hjá B36. Brøndby skuldi ikki fáa hatta skjóta málið, sum skuldi avgera alt. Ein umráðandi partur av hesum var at vera ógvuliga ansin í deyðbóltsstøðum. Júst hesin parturin hevði haltað eitt lítið sindur ta einu ferðina, men framvegis stóð 0-0 á máltalvuni. Tíverri var hetta broytt stutt inn í seinna hálvleik. Tað sama var avtalan um at vera eyka vakin við deyðbóltsstøður. Tí tað var ein slík, sum aftur hesaferð syrgdi fyri, at B36 fór sum tapari av vøllinum. Róaldur bjargingin á strikuni Fyrsta veruliga vandamikla atsóknin hjá Brøndby var eisini ein deyðbóltur. Eitt hornaspark varð sent inn- fyri, har Brøndby-leikarin var hægstur og stútaði móti málinum, men Róaldur Jacobsen bjargaði á málstrikuni. Sama søga endurtók, tá seinni hálvleikur byrjaði. Hornaspark innfyri har fyrst Dmitrije Jankovic vardi fyri á strikuni, síðani stongin og at enda Róaldur Jacobsen aftur á málstrikuni. Alt innanfyri tvey ella trý sekund! Dmitrije var bestur Ikki tí, B36 var væl við allan dystin. Kjansirnir vóru tó ógvuliga fáir. Hin- vegin var spælið gott og sannførandi. Serliga huga- ligt var tað at eygleiða ungu menninar. Oddmar Færø í miðverjuni undir liðini á Dmitrije Jankovic var sann- førandi, og 17 ára gamli Róaldur Jacobsen impon- B36 – Brøndby 0-2 (0-0): Sama søgan umaftur Samumtikið er Heðin Askham, venjari hjá B36, sera væl nøgdur við úrslitið í dystunum báðum. – At tapa við trimum málum kundu vit tað sama gjørt í einum dysti móti einum slíkum liði, sigur hann FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo - Eg haldi sjálvur, at vit spæla ein góðan dyst, segði venjarin hjá B36 eftir dystin. Hann harmaðist tó almikið um fyrsta málið, Brøndby fekk. – Hatta var øgiliga keðiligt. Eitt innlegg snýtir okkum, og vit vita væl, at deyðbóltar eru teirra styrki, og tí er hatta øgiliga harmiligt. Men annars vardu vit rímiliga væl fyri tí, metti Heðin Askham, venjari hjá B36, sum undirstrikar, at skotið hjá Daniel Wass eftir hansara tykki ikki var eitt skot upp á mál. Venjarin hjá B36 ynskir annars at rósa øllum sínum monnum. – Og serliga ungu menninir, so sum Róaldur og Oddmar spæla ótrúliga væl. Men okkara spælarar eru klókir og skipaðir og vita hvat teir kunnu, segði Heðin Askham, venjari hjá B36. Øgiliga væl nøgdur Tom Køhlert skýrdi føroyingar primitivar Brøndby venjarin, tann 61 ára gamli Tom Køhlert var undir trýsti aftaná tann tepra 1-0 sigurin ímóti B36 á Brøndby leikvøllinum. Tá fyrri dysturin var liðugur fór Køhlert ikki yvir til B36 venjaran at takka fyri dystin, sum altjóða siður annars er. Nú hevur Køhlert yvir fyri Ekstrabladet sæð seg óðan inn á dystarumtaluna, sum B36 legði út á heimasíðu sína www.b36.fo aftaná dystin. Køhlert hevur ógvuliga ilt av, at Brøndby leikarnir verða nevndir ”pylsuátarar”, og sigur Køhlert til Ekstrabladet: ”At eg viðsti, at føroyingar eru primitivir, men at teir eru so primitivir hevði eg ikki rokna við.” Sama Ekstrabladet hevur annars í samband við landsdystir millum Føroyar og Danmark givið føroyingum heiti sum: ”ægsamlere”, ”fåredrivere”, ”nathuer” og ”fiskere”. So tjakið um hvør er primitivur, ella ikki kann óivað gerast sera drúgt.