fríggjadagur 1. august 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 • 1. august 2008
Vikuskifti
18
Miðlahúsið
virkin
partur av
ólavsøkuni
Fjórða árið á rað var Miðlahúsið í Vágsbotni partur av stóra
ólavsøkuhátíðarhaldinum. Dyrnar vórðu latnar upp longu
fríggjadagin 25. juli við framsýningini við tekningum hjá Óla
P. Síðani fór spennandi nýbrotið innan føroyskan film og
mentan, Føroyskar søgur av bakkastokki við samkomu, har
brot úr DVD, sum kemur út um stutta tíð, vórðu víst alment
fyri fyrstu ferð. Hesi filmsbrot vórðu víst alla ólavsøkuna og
fleiri hundrað ólavsøkugestir leitaðu sær innar á gólvið í
Miðlahúsinum at síggja filmsbrotini, sum mugu sigast at vera
ein stór succes longu. Tónleikatiltøkini fyltu eisini Miðlahúsið
alla ólavsøkuna, har lagt varð út við Yggdrasil og SIC. Eftir
teir komu Spælimenn, Lena Andersen, Stanley Samuelsen
og Hanus G. Johansen. Eisini
uttan fyri Miðlahúsið, á Nólsoyar
Pálstorginum var stórt tiltak,
tá Listavirðisløn Miðlahúsins
varð latin Stanley Samuelsen og
Hanus G. Johansen. Og ólavsøkan
endaði við einum braki av einum
tiltaki, tá alternativ ólavsøkurøða
varð hildin á loftinum í
Miðlahúsinum. Hon savnaði
ta størstu fjøld av fólki, sum
nakrantíð hevur verið í Vágsbotni.
Mong lýddu á tá Virðisløn
Miðlahúsins varð handað á
Nólsoyar Pálstorginum
Eyðun Nólsøe og Terji Rasmussen hava ongantið
spælt fyri so stórari fjøld sum í Vágsbotni