fríggjadagur 1. august 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 145 - 1. august 2008 ]
Málskjúttin
segði tað
var trupult
Samuel Holmén, sum
staðfesti sigurin hjá
Brøndby, viðgekk, at
B36 gjørdi tað trupult
hjá teimum.
– Men nú havi eg tað
øgiliga gott. Vit vóru
favorittar, vístu eisini
betra spælið og B36
skapti ikki nógv, hóast
teir gjørdu uppgávuna
trupla hjá okkum. Men
tað var ikki fyrr enn
fyrsta málið hjá okkum,
at vit fingu tamarhald á
dystinum, metti sviin.
Samuel Holmén vísti
á, at B36 bara skuldi
hava eitt mál, tí so var
javnt og neyðugt við
umdysti, og tað sat
onkursvegna í høvdun
um á fleiri av hansara
liðfeløgunum.
Nógv hevur verið
tosað um, at graslíkis
vøllurin var ein fyri
munur hjá B36. Hetta
metti Holmén tó ikki
eftir dystin. – Nei, tað
gekk skjótt fyri seg, so
tað var einki at tosa um,
segði hann uttan fyri
umklæðingarrúmi eftir
dystin.
Málið var
ikki heppið
Tað
metti
Tobias
Mikkelsen eftir dystin.
– Vit hava vant hava
støðuna
nógv,
og
hugskotið aftanfyri er
altso, at um eingin
okkara fær bóltin, so
skal
hann
enda
í
netinum kortini. Hatta
var væl sparkað, so nei,
heppið var tað ikki.
Hann metti heldur
ikki, at Brøndby var
undir
trýsti
undan
dystinum. – Nei, vit
førdu við einum máli,
og vistu eisini, at vit
nokk skuldu skora eitt
aftrat,
segði
Tobias
Mikkelsen
í
B36
skýlinum eftir dystin.
eraði á sentrala miðvølli
num,
har
annars
hart
arbeiðandi Klæmint Matras
ikki altíð slapp sær líka
skilagott av við bóltin. Tað
gjørdi Hanus Thorleifsson
fyri tað mesta, sum eisini
spældi á sentrala miðvøllin,
men arbeiddi nógv og væl
frameftir vøllinum.
Tað gjørdu teir báðir, ið
mannaðu vinstru síðu hjá
B36 eisini. Alex José dos
Santos átti bakkin og Johan
V. Gunnarsson vinstra mið
vallarborð, og í felag syrgdu
hesir at tippa hesa síðuna
væl. Bestur av teimum var
Santos, sum dugdi at dribla
og bjóða av, og átti hann
størsta partin av innleggun
um, sum komu úr vinstru.
Tað riggaði minni væl í
høgru síðu. Ivasamt er, um
nakað innlegg kom frá
Bergi Midjord, sum kortini
skal hava rós fyri at tora at
bjóða av, og eisini arbeiða
hampiliga væl aftur eftir
vøllinum. Tíverri riggaði
samstarvið
við
Magnus
Olsen ikki serliga væl.
Hesin var óheppin í fleiri
førum, millum annað tapti
hann eina takling har tað
kundi verið heilt vanda
mikið.
Eina
aðru
ferð
stútaði hann bóltin mitt út í
brotsteigin har fleiri mót
støðuleikarar vóru, heldur
enn at lata bóltin fara út ella
stúta hann út í síðuna.
Eisini var tað eitt minni
gott avrik frá Meinhardi
Joensen. Væl hevði hann
fleiri góðar bjargingar, men
tápuliga gula kortið, skeiva
avgerðin í samband við
fyrsta málið hjá Brøndby
og eitt ógvuliga óheppið
málspark
lýta
avrik
hansara.
Frammanfyri hann var tó
besti maðurin á vøllinum.
Hesin eitur Dmitrije Jan
kovic og spældi hann ein
branddyst í miðverjuni hjá
B36, har hann stýrdi og
stríddist betri enn nakar
annar leikari.
Trýstu allan dystin
Men um fleiri vóru góðir
hjá B36, so vóru allir mans
á liðnum hjá Brøndby enn
betri. Og teir góvust ongan
tíð við at spæla. Teir hildu
eina høga leikferð gjøgnum
allan dystin, og sluppu
ongantíð trýstinum á B36.
Tað gav eisini úrslit. Fyrsta
málið beint eftir steðgin
kom eftir at frísparksinnlegg
varð sent innfyri. Eingin
útileikari
náddi
hesum
bólti, og tað gjørdi Mein
hard Joensen heldur ikki.
Hann kom ógvuliga skeivt
út og megnaði ikki at beina
bóltin burtur, sum tískil
endaði har hann ikki skuldi
– í málinum. So var samlaða
støðan 20 til Brøndby og
við máli á útivølli skuldi
B36 nú skora tríggjar ferðir,
um teir teir ynsktu at spæla
seg víðari.
Tað megnaðu teir ikki,
men móti dystarenda vóru
teir
rættiliga
nær
við.
Innskifti Ingi Højsted, sum
spældi ógvuliga væl ta
løtuna, hann var á vøllinum,
fangaði
bóltin
Bergur
Midjord misti. Hann sendi
Magnus Olsen avstað, ið
rak eitt sindur og legði
innfyri
aftur,
har
Ingi
Højsted tveitti seg fram og
var akkurát ov stuttur.
Og løtu seinni var um
reppið, at Magnus Olsen
javnaði, tá hesin sendi eitt
ógvuliga gott fríspark upp í
málhorni, men málverjin
vardi meistarliga.
3 mál er munurin
Men tá føroyingar ikki
duga, so duga danir. Í
yvirtíðini var galið høgra
borðinum hjá B36. Bólturin
varð lagdur móti handaru
stong, stútaður mitt inn fyri
málið aftur, har Samuel
Holmén lættliga legði bólt
in í tóma netið.
Við hesum var sigurin,
og munurin liðanna millum
staðfestur. Yvir tveir dystir
vann Brøndby við trimum
málum móti ongum. Og trý
mál er í øllum førum eisini
munurin millum oddin í
donsku og føroysku deild
ini. Tískil kunnu teir hvítu
úr høvuðsstaðnum vera væl
nøgdir við sítt avrik.
AaB fær Rangers ella Kaunas
Lutakastið til triðja innleiðandi umfar av Champions League var í morgun. Donsku
meistararnir úr AaB var í pottinum, og teir skulu hitta annað hvørt skotska Glasgow Rangers
ella litavska Kaunas. Annað umfar er framvegis ikki avgreitt, men tað er mest sum vist, at
AaB kemur víðari. Teir vunnu fyrra dystin heili 50 á Modrica úr Bosnia. Fyrri dysturin
millum Glasgow Rangers og Kanuas í Skotlandi endaði málleysur.