Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 145 - 1. august 2008 ] René Torgarð stóð fantastiska væl, tá Manchester City vann við tveimum málum móti ongum á EB/Streymi í gjár. Ótti var fyri stórtapi, men serliga takkað verið stórspælandi málverjanum sluppu sundalagsmenn frá uppgávuni við røttum ryggi Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Mætu Manchester City vunnu seg trygt víðari í UEFA CUP kappingini. Ikki tí, einki varð væntað av EB/Streymi. Tær reisur taptu sundalagsmenn við tveimum málum móti ongum móti enska Premier League-felagnum. Tá tað gjørdist greitt, at samansetta felagið úr Sundalagnum skuldi royna seg ímóti Manchester City var gleðin stór og eisini ótti. Ótti fyri einum ordiligum skrædli. Stríðshugaðir føroyingar við ótrúligum hugburði megnaðu tó at standa ímóti, og vóru heldur klappaðir av leikvøllinum í gjár. Serliga stóð René Torgarð væl, og ferð aftaná ferð vardi hann fyri ágangandi mótstøðu- monnunum. Hann var av fleiri enskum miðlum vald- ur sum dagsins maður. Men munurin á Premier League og Formuladeildini var tó aftur staðfestur í ríkiligan mun. Málleyst í steðginum Sigfríður Clementsen valdi aftur eitt væleydnað verju- kent útgangsstøði. Fróði Clementsen og Anders Post Jacobsen vóru á miðvøll- inum, meðan Sorin Anghel loysti av Levi Hanssen, sum hevur verið darvaður av skaðum. Hvussu var og ikki, so vigaði stríðshugin mest, og leingi eydnaðist at halda mótstøðuni frá at fáa bóltin í netið. Manchester City hevði fleiri upplagdar møguleikar, men takka ver- ið hepni og stórbjargingum frá stórspælandi René Tor- garð var málleyst í hálv- leikinum. EB/Streymur hevði sína fyrstu og vandamestu roynd eftir einum góðum korteri. Rumenin Sorin Anghel sneiddi Vedran Corluka av, áðrenn hann úr spískum sendi móti málinum. Bólt- urin tók í stólpan og út av vøllinum. Málini Manchester City legði bragdliga fyri, og var á bóltinum í stórum løtum. Daniel Sturridge, Vedran Corluka og Elano vóru sera nær við, men tá tað ikki eydnaðist, blivu føroying- arnir meira og meira bjart- skygdir. Seinni hálvleikur var tó ikki gamal, áðrenn heimaliðið legði seg á odda. Darius Vassel legði, júst sum í dystinum á Tórsvølli, upp til Martin Petrov, sum umvegis ein sundalagsmenn loksins fekk bóltin framvið René Torgarð. Málverjin hjá EB/Streymi var í ser- flokki, og tað var serliga takkað verið honum, at sig- urin hjá heimaliðnum ikki gjørdist størri. Hann kundi tó ikki gera nakað við, at Darius Vassel økti um leiðsluna í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Enski framherjin var spældur einsamallur, áðrenn hann sneiddi málverjan av og sendi í tóma málið. Mikkjal Thomassen var innskiftur, tá seinasti trið- ingurin av seinna hálvleiki manglaði. Miðvallarin hev- ur verið sera illa darvaður av skaðum seinastu mánað- irnar, og tað er sjálvandi gleðiligt hjá Sigfríði Cle- mentsen, at hann aftur hev- ur landsliðsleikaran at ráða yvir. Ikki nógv at gera EB/Streymur hevði onga nevnisverda roynd á málið í seinna hálvleiki. Tað ráddi fyrst og fremst um at mini- mera tapið sum best. Og tað eydnaðist. Manchester City vann við 2-0, og vann seg trygt víðari samanlagt. Sundalagsmenn hava als ikki gjørt seg fyri skomm- um, hóast teir í góðar 180 minuttir hava verið á egnari hálvu og vart fyri. Eitt flott úrslit, sum hevur verið við til at sett Føroyar á heims- kortið. Størsta avbjóðingin hjá einum føroyskum felag nakrantíð gjørdist ein posi- tiv uppliving. Flott EB/ Streymur! Torgard saves again! Ensku miðlarnir hava í dag bara rósandi orð at bera René Torgarð fyri sítt avrik í gjár. Sosialurin hyggur at onkrum av tí, sum bløðini og heimasíðurnar skrivað. Torgard was to be the Faroes' star. He produced a flying save to touch over a fine drive from Sturridge following a neat turn on the edge of the box. Team Talk Torgard continued his outstanding performance by blocking from Johnson and Elano, twice, as City looked for more. Team Talk Rene Torgard was cheered off the Oakwell pitch after the part-time goalkeeper from the Faroe Islands defied almost everything "http://www.dailymail.co.uk/sport/ teampages/manchester-city.html" Manchester City hurled at him, but even he could not defy such massive odds all night. Daily Mail The Blues Bermuda Triangle position was filled by Elano and he had three chances to open the scoring in the first half hour twice firing past the near post and then seeing another effort saved by the impressive Rene Torgard. Manchester Evening News Torgard denied Vassell once more and saved twice from the lively Daniel Sturridge while Elano shot over - all inside the opening 10 minutes. BBC Exasperated boss Mark Hughes saw his side manage to find the net only twice from an incredible 34 efforts as the overworked Torgard, 28, kept the Faroes side in the game. Daily Express Torgard was having the game of his life in the Streymur goal and again pulled off a top drawer stop to parry away Elano’s well struck shot on 27 minutes. Barnsley News René bjargaði EB/Streymi AaB fær Rangers ella Kaunas Lutakastið til triðja innleiðandi umfar av Champions League var í morgun. Donsku meistararnir úr AaB var í pottinum, og teir skulu hitta annað hvørt skotska Glasgow Rangers ella litavska Kaunas. Annað umfar er framvegis ikki avgreitt, men tað er mest sum vist, at AaB kemur víðari. Teir vunnu fyrra dystin heili 5-0 á Modrica úr Bosnia. Fyrri dysturin millum Glasgow Rangers og Kanuas í Skotlandi endaði málleysur. Stórdystur í Týsklandi Schalke 04 og Atlético Madrid bresta saman í triðja innleiðandi umfari til Champions League. Hetta var greitt, tá lutakastið var fyrrapartin í dag. Tað er ikki heilt vanligt, at stórfeløg sum hesi hittat so tíðliga í kappingini, men noyðast fótbóltsáhugaði at siga farvæl við eitt av liðunum, áðrenn bólkaspælið byrjar. Enska Liverpool skal royna meg ímóti belgisku Standard Liege, Barcelona skal spæla móti annað hvørt Beitar Jerusalem ella Wisla Krakow, meðan Arsenal hittir hálendska Twente.