fríggjadagur 1. august 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 • 1. august 2008
Vikuskifti
20
51 tímar ólavsøkur
Fyrsta ólavsøkan við nýggju Rás2
bjóðaði upp á sera fjølbroytt tilfar. Ikki
minni enn 51 tímar við práti, undirhaldi
og tónleiki varð borðreitt við teir fimm
dagarnar, ið sent var upp undir og undir
sjálvari tjóðarhátíðini
Ikki kann sigast, at fólkini í Miðlahúsinum í Vágsbotni lógu
á tí løtu síðuni upp undir og undir sjálvari ólavsøkuni. Teir
fimm dagarnar, sent varð, bjóðaðu í meðal upp á góðar 10
tímar við radio um dagin.
Longu tríggjar dagar undan ólavsøkuni fór Rás2 í luftina
við tilfari um tjóðarhátíðina. Eini 15 fólk tilsamans – líka frá
summaravloysara til blaðstjóra – stóðu aftan fyri tær mongu
sendingarnar, ið koyrdu fram til midnátt teir flestu dagarnar.
Makkarapørini vóru mong: Eydna og Eyðun, James, Heri og
Eyðfinn, Stefan, Bjørk, Elin, Rólant og Sørin, Bjørk og Rógvi,
Mirjam og Alvin og ikki at gloyma blaðstjóran sjálvan, Jan
Müller.
Fríggjakvøldi snúði tað seg um ólavsøkukonsertina við práti
við bæði tónleikarar og áhoyrarar. Fram til klokkan 20 stóðu
Bjørk og Elin fyri sendingini, tá tær vórðu avloystar av Eydnu
Skaale og Eyðuni Klakstein, ið sendu fram til midnátt.
Leygardagin legði Jan Müller fyri klokkan 13, har hann
millum annað hevði Heðin Mortensen og Jan Christiansen í
útvarpsstovuni, og aftan á Jóannes Eidesgaaard og Jógvan
Fríðriksson, bisp.
Frá klokkan 15 traðkaðu Eyðfinn og James til, har teir
millum annað burturlutaðu troyggjur frá Sirri og spurdu um
náttarlívið í býnum. Um kvøldið var tónleikur á skránni.
Sunnudagin hoyrdu vit millum anna Bjørk, Stefan og Rólant.
Ólavsøkuaftan var upptakt til kappróður og kappróðaraprát
aftaná við James, Eyðfinn og Hera. Seinni spældu teir gamlar
sketsir, sum teir sjálvur hava
smíðað gjøgnum árini.
Ólavsøkudag byrjaðu Bjørk
og Rógvi, og hendan dagin var
millum annað temadagur um
Harald. Elin og Eyðun traðkaðu
til til klokkan 20, Eyðun og Terji
spældu live klokkan 22.30 og
aftan á kom røðan hjá Haraldi,
sum eini 10.000 fólk sambært
løgregluni lýddu á í Vágsborni.
Ein av høvuðskreftunum
ígjøgnum sendingarnar, Eyðun
Klakstein, heldur, at tað gekst
væl at fáa sendingarnar í
luftina.
– Fólk hava verið sera røsk,
og eg haldi, vit kunnu siga, at
hetta var sera livandi radio
við nógvum góðum práti og
tónleiki, sigur ein av royndu og
vælumtóktu vertunum á Rás 2.
Hesir tríggir vælhýrdu
menninir vóru allir gestir
hjá Jan Müller á Rás2. Frá
vinstru Jan Christiansen,
Jógvan Fríðriksson og
Jóannes Eidesgaard
Gjørt verður klárt at senda
røðuna til tjóðina hjá Haraldi
Sendingar
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo