Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 145 - 1. august 2008 ] Mark Hughes hevði rósandi orð at bera sundalagsmonnum, har serliga René Torgarð var lyftur u Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Vit vóru ongantíð í vanda fyri at tapa. Sigurin átti at verði størri, og vit áttu at verið skjótari og meira avgjørdir í ávísum løtum. Tað týdningarmiklasta var, at vit vunnið okkum víðari – vit rukku fyrst ásetta málinum, so eg eri nøgdur. Soleiðis tekur Mark Hughes, venjari hjá Man- chester City, saman um eftir seinna dystin ímóti EB/ Streymi. Walisiki venjarin, sum í summar setti seg í venjarasessin hjá felagnum, var væl nøgdur við avrikið hjá sínum leikarum. Men serliga var hann bilsin av framúrskarandi René Tor- garð í málinum. - Vit gjørdu okkara skyldu. Hevði málverji teirra ikki staðið so ótrúliga væl, so hevði sigurin verið størri. Útgangsstøðið hjá EB/Streymi var sera verjukent, og tað sigur seg sjálvt. Tú má rósa teimum fyri hugburðin og stríðsviljan. Málverjin hevði eitt frálíkt kvøld, og teir løgdu kroppin í alt, sum vit formáddu okkum. Teir gjørdi uppgávuna hjá okkum trupla, sigur Mark Hughes við enskar miðlar. EB/Streymur klappað av Oakwell Hóast Manchester City vann dystin, so vunnu spæl- arar og viðhaldsfólk hjá EB/Streymi ensku fótbólts- hjørtuni í kvøld Við 36 skotum á málið var tað neyvan óuppiborið, at Manchester City vann dystin móti EB/Streymi í gjár. Men í trý korter hildu amatørarnir stjørnunum frá at skora, og í kvøld eru enskir miðlar á einum máli um, at tað vóru amatørarnir úr Norðuratlantshavi, sum stóðu sterkastir í myndini. Og áskoðararnir hjá Man- chester City vóru ikki ósamdir í hesum. Fyri steðg- in vóru tað annars mongu EB/Streyma-fjeppararnir, sum settu størstan dám á dystin, men til hetta fingu teir hjálp frá heimaáskoðarunum, sum við standandi lógvabrestum fagnaðu útiliðnum. - Eg eri ongantíð nøgdur við at tapa. Útgangsstøðið er altíð at sleppa undan tí. Men tá tú spælur ímóti einum so stórum felagi, so kunnu vit ikki klaga. Vit kundu líka so væl tapt við fleiri málum, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/ Streymi, sum heldur, at René Torgarð vísti landsliðsstøði Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Jú, hetta var fínasta slag. Sigfríður Clementsen stóð aftur á odda fyri einum føroyskum felag, sum royndi seg móti teimum heilt stóru. Fyri tveimum árum síðan tapti hann við B36 samanlagt 9-0 ímóti Fenerbache, meðan í gjár var seinni dysturin móti Manchester City avgreiddur. Tvær reisur tapti EB/ Streymur við tveimum málum móti ongum. Hóast ósigurin, so var venjarin væl nøgdur við avrikið. Dúvaðu á deyðbóltar Vandamestu royndina hjá EB/Streymi í gjár átti Sorin Anghel, tá hann hegnisliga sneiddi Vedran Corluka av, áðrenn hann úr spískum sendi í stólpan. Tað var tó ikki beinleiðis einstakling- arnir, sum ætlandi skuldu skapa møguleikarnar hjá gestunum. Uppleggið var at verja væl, og dúva á deyð- bóltsstøðurnar. - Vit máttu ikki loyva teimum inn í brotsteigin, so vit hugsaðu nógv um at verja fyri uttan fyri feltið. Og tað riggaði eisini væl. Miðvallarnir røktu eitt stórt pláss, meðan verjan lá tætt í mótstøðuleikarunum. Vit vónaðu, at vit kundu møgu- leikar og okkurt mál á deyð- bóltar, men veruliga vanda- miklir vóru vit ongantíð. Men hetta var fínasta slag, sigur venjarin hjá EB/ Streymi. Stórspælandi René Sigfríður Clementsen var serstakliga væl nøgdur við avrikið hjá sinum leikarum í gjár. Uppleggið var verju- kent, har Anders Post Jacob- sen og Fróði Clementsen aftur røktu uppgávuna sum miðvallarar. Men tað var serliga René Torgarð, sum var stórspælandi í gjár. - Allir eiga rós uppiborið frá mær. Leikararnir sýndu fyrimyndarligan hugburð, og allir stríddust ótrúliga væl. René Torgarð stóð seg eisini sera væl, og hann vísti landsliðsstøði. Tá verjuleikararnir ikki vardu fyri, so var hann klárur. Flott, sigur Sigfríður Cle- mentsen. Um eg segði tær, tá lutakastið var avgreitt, at tit samanlagt høvdu tapt 4- 0 ímóti Manchester City – hevði tú verið nøgdur? - Vit eru ongantíð nøgdir við at tapa. Útgangsstøðið er altíð at sleppa undan tí. Men tá tú spælur ímóti einum so stórum felagi, so kunnu vit ikki klaga. Vit kundu líka so væl tapt við fleiri málum. Vit hava tveir reisur tapt 2-0, og tað í lagi, staðfestir Sigfríður Cle- mentsen í horninum úr Ong- landi. Rós til málverjan Málleyst í 110 minuttir Tað hevði verið ótrúligt, um tað hevði lukkast EB/Streymi at fingið javnleik ímóti mæta Manchester City. Tað eydnaðist so ikki hesaferð, men sundalagsmenn kunnu í øllum førum erpa sær av, at teir ikki fingu mál ígjøgnum ímóti City í heili 110 minuttir. Dietmar Hamann skoraði eftir 27 minuttum á Tórsvølli, áðrenn Martin Petrov legði onglendingarnar á odda tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik í gjár. Tískil gekk rúm tíð, áðrenn teir aftur fingu bóltin framvið René Torgarð. EB/ Streymur hevði helst einki havt ímóti at fingið javnleik í Hóast fáar møguleikar er Sigfrí›ur Clementsen, venjari hjá EB/Streymi, ikki nøgdur vi› at tapa. Her er ta› Sorin Anghel, sum var ógvuliga tætt vi› at leggja EB/Streym á odda Mynd: Sofus D. Johannesen Ongantíð nøgdur við at tapa