Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Nr. 145 • 1. august 2008 Góðu føroyingar, góðu ólavsøkugestir! Hjartaliga vælkomin á ólavsøku á Norduratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Oyrahangarin hjá Kára Jacobsen og Elin Heinisen sigur, Á tann deiliga Havn, men í dag má eg sum havnarmaður syngja, Á tann deiliga Keypmannahavn. Ólavsøkan hevur eitt serligt pláss í hjørtunum hjá føroyingum, og tískil halda vit Ólavsøku hvørt ár, eisini her í Danamark. Vit halda Ólavsøku fyri at minnast norska kongin, Ólav hin heilaga, sum doyði á Stiklastøðum í árinum 1030. Ólavur var kongur í Noregi í árunum 1015-1028. Hann var kristin maður, og tá hevði kongur ein avgerandi lut í politikki. Sjálvt um tíðin er vorðin, sum hon er, og kongur og kirkja ongan avgerðandi lut hava í politikki longur, ber ólavsøkan tó brá av einari samanrenning av politikki og kristindómi, sum eisini eyðkenna Ólavsøkurøðan hjá Hans Petur í Brekkunum »Eg má sum havnarmaður syngja, Á tann deiliga Keypmannahavn« ➘