fríggjadagur 1. august 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 145 - 1. august 2008
Rúsdrekkasølan skal
lyftast upp á eitt
hægri tænastustig
Sølu- og tænastuleiðari søkist
Í sambandi við at Rúsdrekkasøla Landsins setur fokus á at menna tænastuveitingar sínar,
verður lýst eftir leiðara at standa á odda fyri hesum arbeiði. Viðkomandi, ið settur verður,
verður leiðari fyri sølu- og tænastudeildini, hvørs uppgáva er at tryggja eina góða tænastu-
veiting til allar viðskifta bólkar hjá Rúsdrekkasølu Landsins í samsvari við verandi lógar-
ásetingar og strategisku ætlanina hjá fyritøkuni.
Viðkomandi skal duga at standa á odda fyri broytingum, vera við til at menna fyritøkuna á
tænastu økinum og fer at hava um hendi nógv samskifti við kundar og aðrar viðskiftabólkar.
Í samljóði við endamálsorðingina um viðvirkan til tálming verður dentur eisini lagdur á
øki sum ráðgeving, vegleiðing, upplýsing og fyribyrgjandi átøk, herímillum heimasíðurøkt,
skeið um vørur okkara og kanningar.
Sølu- og tænastuleiðarin vísir til stjóran og verður partur av leiðslubólkinum. Handils-
leiðararnir og goymsluleiðarin vísa til sølu- og tænastuleiðaran. Arbeiðið fevnir um nógvar
tvørgangandi arbeiðs uppgávur, loypandi ad hoc uppgávur, íverksetan og verkætlanar-
leiðslu. Arbeiðsuppgávan er breið og fjølbroytt, og tí er neyðugt við góðari stýring og fokus-
ering, og at ein dugir væl at tillaga seg.
Uppgávu- og ábyrgdarøki á sølu- og tænastudeildini
< Sølubúðir og tænastuveitingar annars
< Samskifti og kunning, herímillum fyribyrgjandi átøk og branding
< Hagtalsviðgerð og hagtalskanningar
< Førleika- og tænastumenning
Faklig førleikakrøv
< Akademisk útbúgving, t.d. Cand.merc. ella annar
javntstillaður førleiki saman við viðkomandi leiðsluroyndum.
Persónligur profilur
< Góð tænastuevni
< Menningarsøkin
< Góðar førleikar innan broytingarleiðslu
< Skipað og kreativt arbeiðslag
< Duga væl við fólki
< Góð leiðslu-, samskiftis- og samstarvsevni
< Dugnaligur sparringspartnari (coaching)
< Humor
Setanartreytir
Setanartreytirnar eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum prógvum, CV og ummælum skulu í seinasta lagi 4. august 2008
sendast til Rúsdrekkasølu Landsins, att.: Elsa Maria Holm Olsen, Hoyvíksvegur 51,
FO-100 Tórshavn.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga set teg í samband við Elsu Mariu Holm Olsen,
stjóra, á tlf. 580 129 ella á emo@rusan.fo.
Strandfaraskip Landsins søkir hervið eftir
tveimum fólkum til ymiskt fyrifallandi
viðlíkahaldsarbeiði umborð á skipunum
hjá SSL. Størvini eru fyribils tíðarmarkaði,
og ynskiligt er, at viðkomandi kunnu byrja
beinanvegin og verða í starvi til endan av
oktobur 2008.
Starvið
Arbeiðsuppgávan er alt vanligt
viðlíkahaldsarbeiði, sum til eina og hvørja tíð
verður fyriskipað av skipsleiðsluni. Arbeitt
verður eftir einari arbeiðsætlan mánadag til
fríggjadag, og verður arbeiðstíðin umleið 50
tímar um vikuna.
Førleikakrøv
• Viðkomandi førleikar og royndir
• Nærlagni
• Góðan røkjuskap
• Góð samstarvsevnir
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til:
Strandfaraskip landsins
Att: Conrad Gaard Joensen
Postsmoga 30
FO-810 Tvøroyri
Og skulu verða fyritøkuni í hendi í seinasta lagi
18 august 2008 kl 12.
Eru spurningar til starvið, kunnu tygum seta
tygum í samband við Conrad Gaard Joensen,
leiðara á Sjódeildini, á tlf nr 543041 ella á
teldupostadressu cgj@ssl.fo
Fyribilsstørv
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Løgmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands
fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Talið av fl utningsanleggum er 40
bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk.
mítt land
Føroyar
;³gdnVgbiiaVcY
Føroyar mítt land á Rás2 sunnudagin 3. august fevnir
um tær seks sendingarnar, sum vóru í vikunum fyri
og eftir ólavsøku. Í tí fyrru vikuni hoyrdu vit fyrst um
gamalt, føroyskt frásøgukynstur; tvær sendingar vóru
um óskipaðan og skipaðan kappróður fyri 90-100 árum
síðani; og vikan endaði við broti úr einari ferðafrásøgn
hjá týskaranum Carl Küchler, har hann greiðir frá
ólavsøkuni, sum hann upplivdi hana í 1911. Tann fyrra
av teimum báðum sendingunum eftir ólavsøku var um
vevkonuna Katrinu á Trøllanesi; og í tí seinnu hoyrdu
vit um Jens Christian Evensen, próst, sum segðist
duga meira enn at mata seg. Janus Mohr, Ólavur
Hátún, Turið Sigurðardóttir og Maria Jacobsen løgdu
sendingarnar til rættis hesar báðar vikurnar.
Rás2, sunnudagin klokkan 13.
Føroyar mítt land í
næstu viku:
4/8 Arne Thorsteinsson
5/8 Jógvan við Keldu
6/8 Martin Restorff
Jacobsen
7/8 Janus Mohr
8/8 Helena Samuelsen
Hvønn gerandisdag kl.
8, kl. 9, kl. 22 og kl.23,
(týsdag tó 22.30)