Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 • 1. august 2008 Vikuskifti 24 Tað gekk ein løta, áðrenn eg varnaðist tey – eyguni og andlits­ brøgdini á italska barrvørðinum Luigi, sum roynir at halda saman uppá sítt lív og sína barr í leikinum Café Grugg á Gamla Meiaríinum. Ikki tí – Luigi, leiktur av frálíka Gutta Winther, kom út í hvønn krók í rúminum við sínum herliga italska aksenti og veipandi ørmum. Men tað vóru eyguni á honum, sum forvitin og sprellli­ vandi fylgdu við í øllum, sum fór fram, sum góvu leikinum júst tað, sum gjørdi Café Grugg til so nógv meir, enn bara eina kabaretlíknandi røð av sketsjum. Kong Luigi Spelkin stendur hann har, Luigi, við italska yvirskegginum og pussar gløs, meðan hann skoðar yvir sítt ríkið – barrina, sum er vorðin hansara umbering fyri at liva, um ikki sítt egna lív, so lívið hjá gestunum. Altíð klárur at selja ein drykk fyri eina góða søgu, ella enn betri – eina góða lívslygn, sum gestirnir á Café levera í einum jøvnum streymi. Og Luigi tekur heldur enn fegin ímóti teimum øllum. Við ræðslu í eygunum, tá tuflaði Hilmar kansak hevur dripið konu sína, við tárum á kjálkunum, tá mamma hill­billyarin Hans Jakku Paula doyr, við uggandi rødd, tá keðiliga Jana viðgongur, at hon pellaði á chattinum um, at hon líkist eini latino útgávu av Pamelu Anderson. Luigi tímir at lurta eftir teimum, sum ongin annar tímir at lurta eftir. Og hansara vinsæli máti at síggja tey ger, at áskoðaranir eisini tíma at hyggja eftir hesum kiksaðu tilverunum, sum vit annars bert hava eitt óbehagiligt tarnakrymp til yvirs fyri. Hvar hava vit sæð tey fyrr? Har er avdankaða dullan í alt ov strammum skríggjandi grønum buksum, sum hevur gjørt tað til ein lívsstíl at bidda seg til enn ein drykk, og sum bara ein sum Ria Torgarð megnar at gera til eina sanna diva í síni egnu bíligu tivoli­verð. Tuflaði Hilmar, sum Hans Torgarð gevur ein so forkrampaðan kropsburð, at vit fáa ilt bara av at hyggja at honum. Gráa gamla gentan Jona, sum Barbara Chrstophersen ger so sannførandi keðiliga, at tú spyrt teg sjálva, hvar tað nú er, tú hevur hitt hana fyrr. Og ikki minst verðinsmaðurin Hans Jakku Pauli, sum lítið annað hevur at hava sítt meistaraheiti í, enn ”Greatest” merkinum á rygginum á cowboyjakkanum, var tað ikki fyri gjøgnumførdu body­ buildaralíkandi hábrøgdini hjá Kjartani Hansen. Tá ongin tímir at lurta eftir honum meir, setur hann seg á pallin í barrini við gittaranum og droymir seg ”On the road again”, sum er á leið tað einasta, hann ikki er. Ella hann trívur í ”A ghost rider in the skye” og fær Luigi við sær inn í ein villan western, har hvørki John Wayne ella Clint Eastwood koma upp á øklarnar á teimum. Út í náttina ... Og soleiðis halda tey á at lúgva fyri sær sjálvum og hvørjum øðrum og áskoðaranum á Café Grugg, og billa sær inn, at tey ikki eru tuflaði ella kiksaði ella avdankaði. Og ímeðan kunnu vit áskoðarar fara út í náttina, meðan vit billa okkum inn, at lívsins sjónleikur og lívslygnirnar hildu uppat, tá hurðin á Gamla Meiaríínum lat aftur, tá lukkuligi Luigi ikki hevði tíð at spæla við meir, tí hann fann kærleikan í keðiligu Jonu ... Ummæli Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Frálíkir leikarar góvu okkum sorgblíðu lagn­urn­ar á Café Grugg á ólavsøku, men­ tað var italiski barrvørðurin­ Luigi, sum gav okkum eygun­i at síggja tær við Luigi gav grugginum sál Barrvørðurin Luigi selur fegin ein drykk fyri eina søgu – ella enn betur – fyri eina lívslygn