fríggjadagur 1. august 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 1. august 2008
31
Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo
Íbúðin í kjallaranum
Sermerkt raðhús við íbúð í Hornabø
Raðhúsini liggja í veðurgóða og
barnavinarligum umhvørvinum í
Hornabø í vesturbýnum og hava
sera gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð
og havnarlagið. Stutt er til skúla,
frítíðarskúla, barnagarðar, miðbýin
og handlar.
Uttanífrá síggja húsini ikki øðrvísi
úti enn flest onnur hús, men innan
sæst beinanvegin, at hetta eru eini
øðrvísi hús. Her býr ein, sum er
kreativ og hevur sera góð evnir til
at ínnrættað hús. Stílurin er litlíkur,
einfaldur og modernaður retro.
Raðhúsini eru umvæld fyri 1 ½
ári síðani. Vegg- og loftsplátur eru
skiftar út og gólvini eru pussað og
málað. Allir veggirnir, uttan teir í
stovuni og trappuuppgongini, eins
og loft og gólv, eru málað hvít.
Trappuuppgongin er tapetserað við
grønum mynstrutum tapeti, meðan
trappan og gelendarin eru málað
svørt.
Raðhúsini eru í trimum hæddum.
Í miðhæddini er durur, køkur og
stova í einum. Nýggi køkurin er
frá Ikea og er hvítur við reyðum
handtøkum. Hvítvørurnar eru úr stál
og eru kókipláturnar feldar niður í
borðplátuna.
Á loftinum er ein gongd, baðirúm
við baðikar og trý kømur. Eisini er
eitt ”walk in” skáp.
Í kjallara hæddini er ein íbúð, sum
innrættað við duri, baðirúm við
brúsu og eitt alrúm. Íbúðin gevur
nógvar møguleikar - eitt nú at
leiga út ella at hava gott pláss til
gestir, sum skulu gista. Eisini er hon
vælegnað til tannáringar, sum hava
brúk fyri egnum plássi ella bara tað,
at hava nokk av plássi í sínum egna
húsi. Umframt íbúðina er eisini ein
vaskikjallari/fýrrúm.
Aftanfyri húsini er ein góður urta-
garður við trøum, runnum og
blómur. Eisini er gott pláss at hava
havamøblar standandi.
Tú fært meira at vita um húsini við at
ringja til Skyn á tlf. 35 74 00.
Fakta:
Adressa ............. Hornagøta 22, Tórshavn
Byggiár: .............. 1958
Hæddir: .............. 3
Stødd innan: ...... 132 m2
Grundøkið: ....... 152 m2
Prísuppskot: ...... Kr. 2.100.000,-