fríggjadagur 1. august 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 145 - 1. august 2008
tíðindi
Tiltakið byrjaði klokkan 14.00,
og um hettar mundið var lítið
og einki fólk. Men so við og við
kom ein hýrivagnsbilurin fyri
og annar eftir við gestum, ið
vóru komin oman á Bryggjuna
fyri at hugna sær saman við
vinum og kenningum í góða
summarveðrinum. Bert fáar tímar
seinni var alt økið stústappað
við føroyingum og øðrum, sum
á ein ella annan hátt hava
tilknýti til vøkru oyggjarnar í
Norðuratlantshavi.
“Oys, oys, ert tú her? Nú er
langt síðani vit hittust!” var
mangan at hoyra. Jú, fleiri ferðir
fekk ein kenslu av at vera á
Ólavsøku í Havn í gomlum døgum.
Í hvítu tjøldunum kundi tú
keypa kalt danskt fatøl og hitt
heldur sterkara frá Føroya Bjór.
Somuleiðis bar til at keypa
vín, kaffi, te, pylsur, turran
fisk og spik og breyðflísar við
føroyskum viðskera. Okkurt gott
var eisini til børnini, sum t.d.
poppkorn.
Uppá gólv
Hýrurin á fólki var avbera góður,
og knappliga reistust fólk úr setri
og fóru uppá gólv. “Og dansen
den går, så let igennem lunden”,
rungaði um alla Bryggjuna.
Tað var leiðarin í
Føroyahúsinum, Hans Petur
í Brekkunum, sum setti
Ólavsøkuna. Hann helt eina
avbera góða røðu, sum fevndi
víða.
Stutt eftir var harmonikutón
leikur á skránni og settu Regin og
Flóvin Jacobsen ein jaligan dám
á haldið.
Sangfuglur okkara, sum á
sinni kláraði seg ovurhonds væl í
donsku songkappingini “Stjerne
for en aften”, Guðrun Sólja
Jacobsen, var eisini á pallinum
uttandura. Í viðførinum hevði hon
gittarleikaran Hylle, og varð duoin
væl móttikin.
Á ovastu hædd hugnaðu
serstakliga børnini sær saman
við gandakallinum Magnus,
og niðri undir kundi tú skoða
sera spennandi og forvitnisligu
listaframsýningina hjá Trónda
Paturssyni.
Samanumtikið eitt Ólavsøku
hald, ið seint fer í gloymskuna.
________________________
Tekstur/myndir: Símun úr Konoy
âaVkh³`ji^aiV`^
{7gn\\_jc^