fríggjadagur 1. august 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 1. august 2008
33
tíðindi
Góðu føroyingar, góðu ólavsøkugestir!
Hjartaliga vælkomin á ólavsøku
á Norduratlantsbryggjuni í
Keypmannahavn. Oyrahangarin hjá Kára
Jacobsen og Elin Heinisen sigur, Á tann
deiliga Havn, men í dag má eg sum
havnarmaður syngja, Á tann deiliga
Keypmannahavn.
Ólavsøkan hevur eitt serligt pláss
í hjørtunum hjá føroyingum, og tískil
halda vit Ólavsøku hvørt ár, eisini her í
Danamark.
Vit halda Ólavsøku fyri at minnast
norska kongin, Ólav hin heilaga, sum
doyði á Stiklastøðum í árinum 1030.
Ólavur var kongur í Noregi í árunum
1015-1028. Hann var kristin maður, og tá
hevði kongur ein avgerandi lut í politikki.
Sjálvt um tíðin er vorðin, sum hon er,
og kongur og kirkja ongan avgerðandi lut
hava í politikki longur, ber ólavsøkan tó
brá av einari samanrenning av politikki
og kristindómi, sum eisini eyðkenna
Ólavsøkurøðan hjá Hans Petur í Brekkunum
¼:\b{hjb]VkcVgbVjghnc\_V!
ÛiVccYZ^a^\V@ZnebVccV]Vkc»
➘