Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 145 - 1. august 2008 tíðindi ta føroysku mentanina og samfelagskjakið. Síðsta dømi um hettar var stríðsmálið um grein 266 b í revsilógini. Málið veikti eld í kjakið, um føroyska revsilógin eisini skuldi umfata diskriminatión orsakað av seksuellari sannføring. Fleiri onnur politisk stríðsmál, har religión og politikkur hava verið í andróðri við hvønn annan, hava myndað kjakið heima í Føroyum millum tann meiri afturhaldandi kristna vongin og tann meiri liberala progressiva vongin, sum báðir mynda politiska leikpallin í dag. Onnur dømi um hettar er stríðsmálið um skrásett paralag, fríari fosturtøkulóg, fríari rúsdrekka sølu. Í kjalarvørrinum á vaksandi globaliseringini bleiv Føroyar sett í brennidepilin í alheims miðlum í sambandi við grein 266 b, tí føroyska kjakið ikki hóskaði til tann modernaða normin í vesturheiminum, har kílar eru millum átrúnað og politikk. Sekulariseringin og globaliseringin ganga hond í hond í einum fríum heimi, har samskiftismøguleikarnir og globala mentanin eyðkenna hesi fyribrigdið. Á Ólavsøku sprutlar tjóðskaparkenslan, tí tað er okkara tjóðarhátíð. Løgtingssetanin aftaná guðstænastuna í Havnar kirkju ímynda tað politiska og kristna, sum føroyska samfelagið er grundað á. Tey kristnu lívsvirðini og sterka kenslan fyri egnum landi gera, at størsta politiska avbjóðingin, sum Føroyar standa fyri framman í dag, er altjóðagerðingin. Fyri ikki at Føroyar skal drukna í altjóða flóðalduni er neyðugt at verja og standa fast við okkara aldargomlu siðvenju og varðveita tey serføroysku virðini. Samstundis skal man taka tað góða til sín, sum globaliseringin hevur at bjóða uppá. Føroyska málið er eitt gott dømi um, hvussu globali heimurin ávirkar okkara yngra ættarlið. Málið verður blandað við ymiskum krákumálum, sum ger, at tann eldri noyðist at vera ein partur av tí modernaða umhvørvinum fyri at skilja, hvat tosað verður um. Málið verður í vaksandi mun ávirkað av útlendskum filmum, tónleiki o.s.fr. Nýtslan av elektroniskum samskiftismøguleikum hevur skapt eina málsliga gjógv millum yngra og eldra ættarliðið. Hinvegin hava mongu loyniskriftirnar og styttingarnar í tildømis sms’um og internetssamskifti gjørt, at tey ungu gerast meiri tilvitaði um málið, tí tey noydast at nýta síni skapanarevni hvørjaferð eitt sms ella ein teldupostur verður skrivaður. Við øðrum orðum víðka loyniskriftirnar og styttingarnar tann málsliga sjónarringin millum ung. Nú tosað verður um yngra ættarliðið og altjóðagerð anno 2008, er vert at koma inn á útisetarnar, sum hava leitað sær út í heim at nema sær útbúgving. Framtíðar samfelagið stillar stór krøv til okkara ungdóm. Hettar samfelagið verður eisini nevnt vitanarsamfelagið. Í vitanarsamfelagnum er høvuðsparturin av arbeiðsmegini í tænastu-geiranum, og tískil er vitan í dag tað týdningarmiklasta ráðevni. Ungdómurin skal tryggja, at vitanarsamfelagið støðugt mennist. Seinnu árini hava alsamt fleiri føroyingar valt onnur lond enn Danmark at útbúgva seg í. Serliga er tað Stóra Bretland, sum hevur stóran áhuga millum føroysk lesandi. Tað er umráðandi, um Føroyar skal brynja seg til framtíðina og møguliga sum sjávstøðugt ríki á jøvnum føti við onnur lond, at føroyska vitanarsamfelagið fær íblástur frá øðrum londum enn Danmark. At nema sær útbúgvingar kring heimin er ein positivur partur av at vera við í alheimsgerðingini og ikki minst, tá vit einans eru 18 fittar, pinkulítlar smáoyggjar í Atlantshavinum. Sjálvt um alheimsgerðingin ger, at fleiri føroyingar fara út um kongaríkið at lesa, eru tað hinvegin enn nógv tey flestu, sum taka sínar útbúgvingar í Danmark. Tað er ein sannroynd, at donsku útbúgvingarstovnarnir eru millum teir bestu í heiminum. Føroyska tilknýtið til Danmark, góðu donsku sosialu skipanirnar og danska málið gera, at tað kennist tryggast og mest náttúrligt hjá fleiri føroyingum at velja Danmark sum lestrarland. Í Danmark hava føroyingar eisini síni serføroysku áhuga-, ítróttar-, og samkomufeløg. Føroyingar, sum flyta til Danmarkar leita upp aðrar føroyingar við at gerast virkin í føroyskum feløgum, gera føroyskar lesibólkar og hugna sær. Føroyingar eru og verða eitt flokkdjór. Baksíðan á medaljuni er, at føroyingar í ov stóran mun segrera seg frá restini av danska samfelagnum. Um lesandi føroyingar ætla sær at flyta heim aftur ein dag, er tað mítt ynski, at føroyingar í størri mun innlima seg í hesi samfeløgini. Hettar fer at gagna føroyska samfelagnum best, tí í mongum førum verða tingini gjørd øðrvísi aðrastaðnis í mun til í Føroyum. So er frítt at velja og vraka millum tað, ið ein hevur brúk fyri at hava við í barlastini. Fyri at koma aftur til okkara tjóðarhátíð, er eisini vert at koma inn á okkara tjóðarítrótt, sum er rógvingin. Vit hava fleiri føroysk róðrarfeløg í Danmark. Hesi skipa m.a. fyri regattadum, sum føroyingar dáma sera væl. Rógving í føroyskum bátum er nakað heilt serligt á ólavsøku. Rógving ger júst nú eisini Føroyar heimskendar, nú okkara sera dugnaliga, Katrin Olsen, sum fyrsti føroyingur nakrantíð skal rógva til Olympisku Leikirnar, sum vera í Beijing. Verður fylgt við í føroysku miðlunum, henda brøgd næstan hvønn dag í Føroyum, men man avrikið hjá Katrini Olsen ikki vera størsta ítróttarliga bragd nakrantíð í føroyskari ítróttarsøgu? At enda vil eg siga, at Føroyar hava eina stóra avbjóðing fyri framman, sum er at tryggja føroysk virði, mál og mentan. Í hesum sambandi er umráðandi at brynja okkara ungdóm gjøgnum útbúgvingar, soleiðis at vit kunnu fylgja við í globala vitanar – heimssamfelagnum. Sjálvt um altjóðagerðingin ávirkar alt og øll nógv, er hon ikki bert ein hóttan. Hjá einum so lítlum samfelagi sum Føroyar er týdningarmikið at allir politikkarirnir duga at skina ímillum, hvørji mál og virði kunnu brúkast á ein positivan hátt til gagns fyri alt tað føroyska samfelagið. Eg vil hervið seta Ólavsøkuna 2008.