fríggjadagur 1. august 2008síða 48
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 145 - 1. august 2008
Hoyvík/Vatnsoyrar: 48 kilometrar!
Hesin var teinurin, sum systkini
bæði høvdu sett sær fyri at
súkkla henda leygardagin, 5. juli
saman við foreldrum sínum.
– Vit ynsktu at fara ein súkklu
túr, og at gera okkurt sum var eitt
sindur krevjandi, greiðir mamma
teirra, Durita Djurholm frá.
Samstundis var talan um
ein túr, har ein kundi eygleiða
vakurleikan í føroysku náttúruni
og verða í nánd av føroysku
fjøllunum.
Góður møguleiki er fyri hesum,
tá ein súkklar á Oyggjarvegnum
og kann hyggja yvir bæði firðir og
sund.
– Og so er tað eisini stuttligt,
tá ein aftaná kann siga, at
“Yes, vit kláraðu ein so langan
súkklutúr!”, sigur mamman.
Komin vestur til Vatnsoyrar fóru
tey á tjaldtúr við Bøsdalafoss,
og vitjaðu eisini á Zarepta, har
fólk úr samkomu teirra, Lívdini í
Hoyvík vóru og vaskaðu.
Strævin brekka
Fyrr í mánaðinum skrivaðu vit um
tann skjótt 81 ára gamla Martin
Joensen úr Havn sum eisini
dámar væl at súkkla.
Sosialurin hitti Martin ein
dagin, hann var á súkkluferð
úr Havn til Hellurnar. Eitt 90
kilometrar langt strekki, sum
hann súkklaði eftir 12 tímum.
Johan og Gunvá Djurholm
dáma eisini væl at súkkla, og
henda leygardagin høvdu tey
bíðað spent eftir: Veðrið var til
vildar, og nú skuldu tey út á ta
longu ferðina til heimbygdina hjá
móður teirra.
Lagt varð til brots eftir Oyggja
rvegnum, gjøgnum Kollfjarðardal
og Vágatunnilin, og síðani tað
seinasta pettið til Vatnsoyrar.
– Túrurin var fínur, men tað
strævnasta pettið á túrinum var
at koma frá undirsjóvartunlinum
og niðan gjøgnum brekkuna móti
Sandavági, eru bæði Johan og
Gunva samd um.
Túrurin vardi íalt í slakar fimm
Hijiia^\iVih``aVi^a
Súkkling
Snorri Bend
snorri@sosialurin.fo
HVbVYV\hjbhigVd\
]VgVh``aj`Vee^c\^c
¼IdjgYZ;gVcXZ»Wng_V^!
a³\YjiZnW²^?d]Vcd\
<jckV9_jg]dab{iVadc\j
[Zg^cVg=dnk`d\kZhijg
i^aKVichdngVg#Ä=ZiiVkVg
Z^c[cjgigjg!h^\ViZn
W²^k^Z^cbjcc
Johan og Gunva Djurholm dáma væl at súkkla – bæði eftir sløttum og uppi millum fjalla