Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 49

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 1. august 2008 49 KVichdngVg tímar, og brúktu tey næstan ein heilan tíma at súkkla ella leiða tær niðan brøttu brekkuna, sum – úr botninum á Vágatunlinum og niðan á Sandavágsháls – er omanfyri 5 kilometrar long. Ein partur av »upplegginum« var, at tað ráddi ikki einans um at koma á mál ella at súkkla teinin so skjótt sum gjørligt. Hetta skuldi eisini vera ein familjutúrur, har tey fýra fingið høvið at hugna sær og gera nakað gott, stuttligt og krevjandi saman. Cool Johan og Gunva eru samd um, tað er stuttligt at súkkla, og at tey nýttu at fara henda túrin saman við foreldrum teirra. Frammanundan høvdu tey fyrireikað seg eitt sindur, og høvdu millum annað hugt eftir veðurforsøgnini, sum henda leygardagin var teimum til vildar. Nú tey løgdu til brots, lá ein góður matpakki á bagasjuberara teirra, umframt ein fløska av vatni. Og hýrinum bilti als einki. Tey fóru frá húsum klokkan 10 um morgunin, soleiðis at tey kundu hava góða tíð til súkklutúrin. – Tá vit komu fram til ommu og abba í Vatnsoyrum, hildu tey at vit høvdu verið ófør, og at tað var cool at gera slíkt, greiðir Johan frá. Túrurin gekk so væl, at tað er ikki óhugsandi at hann verður gjørdur eina aðru ferð! – Tá vit komu fram til ommu og abba í Vatnsoyrum, hildu tey at vit høvdu verið ófør, og at tað var cool at gera slíkt Veðrið var teimum vildar henda leygardagin, tá tey súkklaðu allan vegin til Vatnsoyrar, samstundis sum tann meiri harða og strævna súkklukappingin í Fraklandi byrjaði