fríggjadagur 1. august 2008síða 50
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 145 - 1. august 2008
Summi eru so
hugtikin av sínum
starvi, at tey velja sær
eitt húsasnið, sum
symboliserar starvið
og útbúgvingina
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Sethús, randarhús, tvíhús
og raðhús. Kanska ymisk í
sniði, men grundleggjandi
rættuliga lík. Í Hafnarfjørð
inum sunnanfyri Reykjavík
eru nógv vøkur sethús, og
sigast má, at í sethúsaøkju
num eru tað nógvir hafnar
firðingar, sum gera nógv
við at røkta urtagarðin hjá
sær. Og ein føroyingur
staddur í Hafnarfjørðinum
kann fáa nógva tíð at ganga
við at hyggja eftir vøkrum
sethúsum, og at hyggja eftir
vøkrum urtagørðum.
»Rullukøkan«
Komin til býlingin í Hafnar
firði, sum nevnist Setberg
máttu
vit
føroyingarnir,
sum vóru í ferðalagi saman
steðga upp eina løtu, og
gapa av undran. Á einari
høvd omanfyri vegin stóðu
eini stuttlig gul “hús”. Men
tey vóru púrasta rund, og
sjálvt vindeyguni í húsinum
vóru rund. Vit smíltust og
brosaðu øll, og tað var breið
semja okkara millum, at vit
nú høvdu sæð løgnastu og
stuttligastu húsini nakrantíð.
Vit skuldu búgva eina viku
í økinum beint niðanfyri
“tunnina”, sum vit valdu at
nevna løgnu gulu húsini.
Og teir fyrstu dagarnar
brúktu vit “tunnina”, sum
ein varða, tá vit skuldu
finna heimaftur.
Bakarameistari
Men vit fingu skjótt at vita,
at talan var ikki um eina
“tunnu”. Regin Grímsson
Eysturoy, sum hevur búð í
Hafnarfirði í mong ár for
taldi okkum, at talan var
um
ein
bakarameistara,
sum átti tey løgnu, gulu hús
ini í Setbergsbýlinginum í
Hafnarfirði. Maðurin var
so stoltur og glaður av sín
um starvi, at hann hevði
valt at symbolisera starvið
hjá sær, tá hann bygdi sær
eini nýggj sethús. Og tí
hevði hesin íslendski bak
arameistarin heilt einfalt
biðið
ein
byggifrøðing
tekna eini hús, sum hava
sniði á einari rullukøku. Og
sum lesarin sær á myndun
um, so eru bæði byggifrøð
ingur og byggiharri komnir
væl frá úrslitinum. Stuttligt
við fólki, sum velur at gera
okkurt øðrvísi. So kunnu
vit hvør í sínum lagi ímynda
okkum hvussu tey ymisku
húsasniðini høvdu verið,
um teir ymisku starvs
bólkarnir í samfelagnum
høvdu valt at fylgja bakara
meistaranum í Hafnarfirði.
Bakarameistarin var tíverri
burturstaddur í summar
feriu, og tí eydnaðist tað
ikki at fáa eina samrøðu við
hann. Men vit lata mynd
irnar frá Hafnarfjørðinum
tala fyri seg.
»Rullikøkan« í
Hafnarfjørðinum
Maskinmeistari
Søkt verður eftir maskinmeistara til Faroe Salmon
Processing Klaksvík
Faroe Salmon Processing Klaksvík er eitt sera framkomið
kryvjivirkið, ið tekur ímóti umleið 15.000 til 16.000 tons
av aldum laksi og toski um árið. Á virkinum arbeiða 25 til
30 fólk. Virki er ein partur av samtakinum hjá Bakkafrost,
ið umfatar 3 smoltstøðir, 8 alibrúk, eitt kryvjivirkið og eitt
portjónsvirkið. Tað arbeiða umleið 220 fólk hjá samtakinum.
Førleikar:
Tann, ið settur verður, skal hava viðkomandi royndir og
útbúgving.
Arbeiðið:
Arbeiðsøkið er alt vanligt maskinarbeiðið, umvælingararbeiði,
herundir viðlíkahald, rakstur og stýring av eykalutagoymslu.
Í ávísan mun fevnir arbeiðsøkið eisini um brunnbátin
»Stígabrúgv«. Viðvíkjandi brunnbátinum er tað serliga
bráfangis uppgávur, sum væl kunnu loysast á staðnum.
Løn og setarnartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Umsóknarfreist er 31/07-2008
Áhugaði biðast senda skrivliga umsókn saman við prógvi til:
Faroe Salmon Processing
Bakkavegur
FO-625 Glyvrar.
Ella til:
kari@bakkafrost.com
Mánadag til hósdag: kl.13.00 - 18.30
Fríggjadag: kl.13.00 - 19.30
Annanhvønn leygardag: kl.13.00 - 16.30
Er hetta nakað fyri teg, so ring til Per á tel 23 34 43 ella
send ein teldupost til miklagardur@sms.fo
Tú ert eisini vælkomin inn í Miklagarð at fáa eitt prát.
VIT KUNNU BJÓÐA HESAR ARBEIÐSTÍÐIR:
SØKT VERÐUR EFTIR KASSAFÓLKI