Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 145 - 1. august 2001 Nr. 145 - 1. august 2001 3 Róin Siggertsson er ein av 10 finalistum í stórari danskari tónleikakapping, har høvuðsvinningurin er ein sáttmáli við stóru plátufelagið, BMG. Mánadagin verður vinnarin kunngjørdur TÓNLEIKUR Pop.fo Nú nærkast endin av tón- leikakappingini Hithunters, har føroyski Róin Siggerts- son er ein av finalistunum. Umvegis átta innleiðandi kappingar eydnaðist tað Róin at vinna sær pláss í finaluni, har 10 sangir lut- taka. Millum hesar 10 sangir skal eitt dómarapanel nú finna ein vinnara, sum vinnur ein plátusáttmála við stóra plátufelagið, BMG. Kappingin er tann størsta av sínum slagi, og nógv verður gjørt burtur úr henni í Danmark. Plátufelagið BMG, internetportalurin Jubii og bryggjaríið Tuborg skipa fyri kappingini, og tað verða umboð frá hesum feløgum og frá Danmarks Radio og Roskilde Festi- valinum, sum fara at finna vinnaran. - Eg havi merkt stóra áhugan fyri kappingini í Danmark, tí fleiri fjølmiðl- ar hava vent sær til mín fyri at fáa interview, sigur Róin Siggertsson, sum er í finaluni við sanginum To- day, sum hann sjálvur hevur gjørt og framleitt. Í farnu viku var atkvøðu- greiðsla á internetinum, har fólk kundu kjósa sín vinn- ara. Vinnarin av hesi at- kvøðugreiðslu gjørdist Flair við sanginum Mary Cool. Hendan atkvøðu- greiðsla telir sum ein dóm- araatkvøða, og nú skulu hinir seks dómararnir taka sína avgerð. Funnið sín stíl Róin Siggertsson hevur búð í Danmark seinastu nógvu árini, men hann hevur av og á latið frætt frá sær. Í løtuni er hann ein av føroyingunum, sum halda til í einum studio í Herlev, sum teir sjálvir hava skipað fyri. Tað er eisini har, at Róin nú ger og framleiðir tónleikin hjá sær. Hithunters kappingin kann fara at vísa seg sum tann stóri møguleikin hjá Róin. - Eg havi ongantíð áður verið nær við at fáa ein plátusáttmála. Kappingin í finaluni er sera hørð, men tað hevði verð ómetaliga stuttligt at vunnið, sigur Róin Siggertsson. Róin tekur lut við sínum sangi Today, og hann sigur seg hava nógvar sangir niðurfyri, um ein fløgu- útgáva skuldi gjørst veru- leiki. – Eg havi gjørt nógv sløg av tónleiki og havi verið inspireraður av ymsum stílum, men eg haldi meg tó hava funnið mín stíl sein- astu tíðina, sigur Róin. Hósdagin hava hjúnini Jastrid og Eivind Rein gullbrúdleyp. Jastrid er ættað av Hvítanesi og kom sum ung til Havnar at arbeiða. Eivind er havnamaður við stóru H. Eivind fór sum ungur til skips, fór á skiparaskúla, og aftur til skips, áðrenn hann gjørd- ist umsjónarmaður. Bæði Jastrid og Eivind hava verið trúgv móti sínum arbeiðsplássum. Jastrid vaskaði í 25 ár á Marinustøðini, og fekk fortjenestemedalju. Eivind var havnarumsjónarmaður í Havn í 36 ár, og hann hevur verið grindaformað- ur í nógv ár. Jastrid og Eivind settu búgv í Stoffálág, og har er útsýnið gott yvir Nólsoy- arfjørð. Tey eiga seks børn, 16 ommu- og abbabørn, og trý langommu- og lang- abbabørn. Fleiri av ommu- og abbabørnunum ganga í Eysturskúlanum, og hað- ani er stutt til ommuna og abban at fáa sær ein drekkamunn og okkurt heimabakað. Róin bíðar í spenningi Róin Siggertsson hevur møguleika at vinna plátusáttmála við stóra plátufelagið, BMG. Mynd: Jonhard Hammer NØVN Í VIKUNI Jastrid og Eivind Rein gullbrúdleyp Smoltstøðin á Fúta- kletti verður nú løgd undir tak, øll sum hon er. Byggingin er meira fyri at tryggja framleiðsluna heldur enn at økja hana, sigur stjórin ALING Edvard Joensen Fútaklettur: Tað verður bygt út á Smolt- støðini á Fútakletti í Vág- um. Tvær hallir verða bygdar upp í verandi bygn- ingar. Og ætlandi kemur onkur aftrat, sigur Atli Gregersen, stjóri á Fúta- kletti. Bygt verður upp í smolt- støðina norðureftir. Tvær hallir, sum tó í grundini bara eru ein, sigur Atli Gregersen. Innan eru hallir- nar ikki skildar at sum so, men tvær reisingar eru á. Tað kemst av, at spennið annars hevði verið í so langt. Nýggi tilbygningurin verður nýttur til lívfiskakør og rognframleiðslu. Øðru- megin fara kørini við lív- fiski at standa, og hinumeg- in verða strúkirúm og rognakørini. Talan er ikki um nakra framleiðsluøking, sigur Atli Gregersen, uttan meira um trygging av framleiðsluni. Tað verður lættari at arb- eiða, tá alt er undir taki. Eisini verður nu møguleiki at hava lívfisk og rogn full- komiliga skild frá smolt- og sílaframleiðsluni. Fútaklettur er saman við Fiskaaling teir einastu rognaframleiðararnir í Før- oyum. Atli Gregersen sigur, at býtið, sum er, liggur um- leið eina helvt til hvønn. Tað hevur annars verið so- leiðis, at Fútaklettur hevur havt tann størra partin, sig- ur hann. Lívfiskin fær støðin á Fútakletti úr aliringunum, felagið hevur liggjandi á Miðvági. Men tað kemur tó fyri, at onkrir fiskar verða keyptir júst frá kappingar- neytanum, Fiskaaling. – So talan er um bæði kapping og samstarv, sigur Atli Gregersen. Verri er tað ikki enn so. Tað fara einar tvær milli- ónir fiskar av støðini árliga, sigur hann. Hálvonnur millión laksasmolt og ein hálv millión av sílum. Av rognum fáa tey einar 4.000 litrar árliga. Roknað verður við 6.000 rognum fyri hvønn litur, sigur Atli Gregersen. Vatnið til framleiðsluna fær fútaklettur úr keldunum í haganum rundan um støð- ina, eins og eisini verður tikið úr Marknaánni. Eini 20 fólk arbeiða hjá Fútakletti, og har er vakt alla tíðina. Nátt sum dag. Gerandis sum heilagt. Tað hevur verið heldur trongligt í aðrar mátar eis- ini á Fútakletti, sigur Atli Gregersen. Hølisviðurskift- ini hjá arbeiðsfólkinum hava ikki verið nóg góð. Men ætlanin er eisini at byggja ein fyrisitingar- bygning, sum fer at hýsa matstovu, skrivstovum og øðrum manningarrúmum. Tilbyggingin, sum nú verður gjørd, fer at verða liðug í heyst. Væntandi fara teir at strúka í nýggju høll- ini í oktober, sigur stjórin. Kostnaðurin fyri hesa byggingina liggur um einar átta milliónur krónur. Útlitini eru nú meira moderat aftur, sigur stjórin á Fútakletti. Í fjør gekk væl, og laksaprísurin var eisini rímiliga góður. Tá hann var upp á tað besta, var hann oman fyri 30,- krónur. Í ár er hann lækkaður aft- ur og liggur í løtuni niðri á 21,- krónum, sum er tað lægsta, hann leingi hevur verið, sigur Atli Gregersen. Øll alingin undir taki Alt virksemið á Fútakletti verður lagt undir tak. Ætlandi kemur ein fyrisitingarbygninur aftrat seinni Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2