Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 145 - 1. august 2001 Nr. 145 - 1. august 2001 5 Fiskiskapurin undir Føroyum kann ikki bara verða stýrdur av lívfrøðisligum metingum. Sam- felagslig atlit mugu eisini takast, heldur løgmaður LØGMANSRØÐAN Eyðun Klakstein Løgmaður gjørdi í løg- mansrøðuni greitt, at tað verða ikki metingarnar hjá fiskifrøðingunum einsamallar, sum koma at gera av, hvussu fiski- skapurin undir Føroyum verður skipaður. – Hjá Føroyum er fiski- vinnan so stórur partur av búskapinum, at fyrivarns- reglan í fiskiskapinum ikki bert kann virka eftir lívfrøðiligum metinum. –Samfelagsbúskapurin er so viðbrekin, og tí mugu broytingar ikki vera ov stórar. Sam- felagslig og lívfrøðilig fyrivarni eiga tí at virka saman, tá tosað verður um fyrivarnsregluna, segði Anfinn Kallsberg í tinginum á ólavsøku. Sum best í longdini Løgmaður legði dent á, at tað eru føroyingar, sum hava ábyrgdina av til- feinginum í sjónum kring oyggjarnar, og at tað eigur at verða farið varis- liga fram í umsitingini av hesum tilfeingi. – Fiskatilfeingið skal umsitast og troytast øllum samfelagnum at frama. Eitt av høvuðsstevnumið- unum í umsitingini av fiskastovnunum í før- oyskum sjógvi er at tryggja, at teir verða gagnnýttir skynsamt, segði Anfinn Kallsberg í røðu síni. Hann segði eisini, at fiskastovnarnir skulu gagnnýtast eftir tilmælt- um fiskidøgum, so teir í longdini geva sum mest til samfelagið. – Hildið verður fast um fiskidagaskipanina sum høvuðsamboð í stýringini av fiskiskapinum, og málið er, at allir skipa- bólkar koma undir daga- skipanina. Fiskifrøð- ingar sleppa ikki at avgera Løgmaður segði í røðu síni á ólavsøku, at eitt nýtt og óheft mentanarráð skal setast á stovn. Hetta mentanarráð skal veita landsstýrinum ráð- geving og vegleiðing í spurningum, sum snúgva seg um mentanarviður- skifti í breiðum týdningi. Ætlanin er, at hetta mentanarráðið skal koma við eini árligari frágreið- ing, og møguleiki skal eisini verða hjá lands- stýrismanninum í menta- málum at leggja mál fyri ráðið at viðgera og um- mæla. ek Gera nýtt mentanarráð Orðingar í løgmans- røðuni benda á, at norðoyingar eru komnir eitt stig nærri føstum vegasambandi við meginøkið. Í røð- uni umtalar løgmað- ur undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørði, sum var hann longu samtyktur á tingi. Borgarstjórin í Klaks- vík frøist LØGMANSRØÐA Rúnar Reistrup Visti tú ikki betur, kundi tú hildið, at tingið fyri langari tíð síðan hevði samtykt at fara undir at gera undir- sjóvartunnil til Klaksvíkar. Í Løgmansrøðuni verður tunnilin undir Leirvíksfirði í tveimum førum umtalaður sum var hann longu settur á fíggjarlógina. Í framløguni á ólavsøku segði Løgmaður: »...arbeiði við Vága- tunnlinum er komið væl áleiðis. Hol er sett á at gera tunnil til Gásadals, og fyri- reikingar eru byrjaðar til ein tunnil undir Leirvíks- fjørð og at byggja nýtt skip til Suðuroyarsiglingina« Og í útgreiningini av Løgmansrøðuni stendur at lesa: »Ein av fremstu fyritreyt- unum fyri menningini av vinnuni og samfelagnum sum heild er eitt væl útbygt undirstøðukervi. Á hesum øki standa stórar íløgur fyri framman so sum tunnil undir Leirvíksfjørð, nýtt skip til Suðuroyarsigling- ina, samferðsluhavn á Tvøroyri umframt aðrar størri og smærri íløgur.« Nýggir tónar Hetta hevur borgarstjórin í Klaksvík, sum er heitur fortalari fyri føstum sam- bandi um Leirvíksfjørð, bitið merki í. Hann tekur tað sum eitt tekin um at tað arbeiði, sum hann og onnur hava lagt í at tala fyri undirsjóvartunnli millum Leirvík og Klaksvík, hevur borið ávøkst, og frøist um nýggju tónarnar, ið vóru at hoyra í Løgmansrøðuni. – Man hevur ikki hoyrt hatta frá samgonguni fyrr. Hatta eru nokkso nýggir tónar. Men tá løgmaður spælir so kraftiga út, so man tað vera tí at sam- gongan er samd um hetta, og tað gleðir meg, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu. Valagn ella ikki Løgmansrøðan var byrjanin til seinastu tingsetuna í hesum valskeiði, og uttan iva verður komandi tíðin merkt av, at bæði samgonga og andstøða fara at egna sum best undan valinum. Men borgarstjórin í Klaks- vík velur kortini at tulka orðingarnar í Løgmansrøð- uni sum at tað er ein veruligur vilji í samgong- uni at fara undir undir- sjóvartunnil undir Leirvíks- fjørð. – Tað er rættiliga freist- andi hjá øllum politikarum at spæla við nú, men eg havi góðar vónir um at undirsjóvartunnilin nú verður raðfestur á íløgu- ætlanini. Eg trúgvi at løg- maður meinar tað, sum hann sigur, og eg haldi at flestu politikarar síggja álvaran í hesum her. Teir síggja at tað ikki ber til at bíða longur eftir føstum sambandi um Leirvíks- fjørð. Noyðast at taka undir Vágatunnilin var valagn hjá at kalla øllum flokkum á seinasta løgtingsvali. Og hann er nú komin væl áleiðis. Tí passar tað í høvuðsheitinum borgar- stjóranum í Klaksvík væl, at tað er valár nú, og tunnilin um Leirvíksfjørð verður brúktur sum valagn – Tað harmar meg eitt sindur, at undirsjóvar- tunnilin verður brúktur sum valagn, tí eg haldi, at hetta málið er meira álvarsligt enn sum so. Men hinvegin so skundar tað helst undir gongdina í málinum, at tað stundar ímóti vali. Eg trúgvi, at søgan fer at endurtaka seg undan kom- andi løgtingsvali, soleiðis at allir flokkar tá verða samdir um at gera tunnil undir Leirvíksfjørð. Tað verða teir næstan noyddir til, um teir ikki skulu missa andlit her norðuri, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu. Løgmansrøðan frøir norðoyingar C M Y K 5 4