Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 145 - 1. august 2001 Nr. 145 - 1. august 2001 7 Jóannes Eidesgaard, fomaður Javnaðar- floksins, heldur lítið um løgmansrøðuna. Hann helt seg hoyra eina lítið mansliga røðu frá løgmanni á ólavsøku. Eina røðu, ið hóskaði til veðrið, ið sum kunnugt ikki var av tí besta ólavsøkudag POLITIKKUR Dagfinn Olsen Formaðurin í øðrum av stóru andstøðuflokkunum, Jóannes Eidesgaard, heldur lítið um løgmansrøðuna, sum Anfinn Kallsberg helt ólavsøkudag. – Har var ikki nógv at borðreiða við. Løgmaður legði m.a. út við at borð- reiða við bankamálinum og markinum við Ongland. Sostatt fór hann heilt aftur til 1998, so hann mátti langt aftur, heldur formað- ur Javnaðarfloksins. Sum fluga í fløsku - Hugsa vit um sjálvstýris- málið, so var frustratión at hóma. Løgmaður var sum fluga í fløsku. Roynt var at fjala yvir egið máttloysi og at geva dønum skuldina. Hetta var lítið mansligt, men kundi neyvan verða øðrvísi, heldur Jóannes Eidesgaard. - Annars var tað tos um privatiseringar, hóast eitt annað og nýtt orð varð nýtt, sigur Jóannes Eidesgaard og sipar til orðið ein- skiljing. Hóskaði til veðrið Jóannes Eidesgaard heldur, at røða løgmans hóskaði til veðrið, ið sum kunnugt ikki var av tí besta ólavsøkudag, tá tingið var sett. - Har vóru eingi avrik og ongar visiónir. Nú var hetta síðsta løgmansrøðan, gam- aní, men nógvar undan- førslur vóru. Verður t.d. hugsað um partin um fólkaatkvøðuna, so var veruleiki jú, at tey óttaðust ein ósigur, sigur formaður Javnaðarfloksins. Valstríðið byrjað Spurdur, hvussu hann metir orð løgmans um eitt trupult heyst í sambandi við sam- ráðingar og samskifti við danir, hvørt hetta eru undanførslur ella annað, sigur Jóannes Eidesgaard, at hetta kanska heldur skal metast sum byrjanin til valstríðið. - Óivað hevur samgongan nú í huganum, at eitt val- stríð brátt er fyri framman. Óivað verður hugsað um hetta, við atliti til avrikini, tí veruleikin er jú, at sam- gonguflokkarnir brátt skulu í valstríð við and- støðuflokkarnar. - Roynt verður at geva dønum alla skuldina fyri gongdina, hóast tveir partar eru. Danir hava møguliga forðað fyri, at tey stóru tingini eru hend, men hetta frítekur ikki Anfinn Kalls- berg, sigur Jóannes Eides- gaard í viðmerking til løg- mansrøðuna ár 2001. Jóannes Eidesgaard: Løgmaður sum fluga í fløsku Lisbeth L. Petersen, forkvinna Sambands- floksins, heldur seg einki nýtt hava hoyrt í løgmansrøðuni, ið hon metir var full av uppafturtøkum og umberingum. Hon metir, at valstríðið er byrjað og at tað merkist, at floksfor- menn hava brúk fyri at gera vart við seg POLITIKKUR Dagfinn Olsen Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambands- flokkinum, ið er annar av stóru andstøðuflokkunum, heldur einki nýtt vera í røðu løgmans á ólavsøku. - Har var einki nýtt. Bara uppafturtøkur um, hvat tey siga seg vilja. Har vóru umberingar og danir fáa alla skuldina fyri gongdina, sigur Lisbeth Petersen og sipar her m.a. til samskiftið millum samgonguna og danir. Trupult heyst Um orð løgmans um eitt trupult heyst sigur Lisbeth L. Petersen, at hon er samd við løgmann. - Tað verður óivað eitt trupult heyst, serliga innan- hýsis í samgonguni, sigur Lisbeth L. Petersen. - Hon hugsar her t.d. um fíggjarlógina, sum skal fáast upp á pláss og hon metir, at løgmaður roynir snildir. - Trupult verður óivað innanhýsis í samgonguni viðvíkjandi fíggjarlógini t.d., men roynt verður at seta kikaran á ymiskt annað ístaðin. Valstríðið er byrjað Eisini Lisbeth L. Petersen metir, at valstríðið er byrjað. - Tað merkist, at floks- formenn hava brúk fyri at markera seg, sigur Lisbeth L. Petersen, ið annars fyri- reikar seg til umrøðuna av løgmansrøðuni, sum hon nú skal nærlesa. Annars hevur hon eisini hug at nevna aðalorðaskift- ini, ið hava verið mong. - Hesi hava verið merkt av, at ikki nógvir tingmenn hava verið í salinum. Áhugin hevur ikki verið stórur. Tað hevur óivað verið ov nógv. Tá eitt aðalorðaskifti er komið at enda, so hevur tað næsta verið á skránni. Mong frálík álit hava verið løgd fram, men tey enda bara í skuffum, sigur Lisbeth L. Petersen í samband við, at løgmaður hevur boðað frá fleiri aðalorðaskiftum. Lisbeth L. Petersen: Uppafturtøkur og einki nýtt Trupult verður óivað innanhýsis í samgonguni viðvíkjandi fíggjarlógini t.d., men roynt verður at seta kikaran á ymiskt annað ístaðin, sigur Lisbeth L. Petersen Mynd: Jens K. Vang Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, heldur løgmansrøðuna vera lítið mansliga. Andstøðuflokkarnir eru samdir um, at valstríðið er byrjað Mynd: Jens K. Vang C M Y K 7 6