Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 145 • 1. august 2008 og Edvard Samuelsen hildu, at ólavsøkan átti at byrja meira hátíðarliga, og tóku teir stig til setanina, sum vit kenna hana í dag. Teir heittu á rossafólkið um at vera við til fyrstu skrúðgonguna, og væl bar til. Hópin av ríðifólki møtti upp á hestabaki, og vóru allir í hvítari skjúrtu og svørtum slipsi. Eisini vóru tíggu til tólv smádreingir til gongu við í skrúgonguni. Hesir fittu smádreingir bóru allir hvør sítt føroyskt flagg. Tá eins í dag gekk skrúðgongan gjøgnum miðbýin, ímeðan hornorkestur masjeraði fremst við góðum horntónleiki. Hans Andreas Djurhuus helt tað fyrstu ólavsøkurøðuna, og var dentur lagdur á, at talan ikki mátti verða politisk, tí ólavsøkan er okkara tjóðarhátíð, og tá eiga vit at gleðast saman um okkara vøkru og góðu oyggjar heldur enn at høggast um partapolitikk. Ólavsøkan er ikki longur, sum hon var, tá Hans Andrias Djurhuus fyri knøppum 70 árum síðani stóð her. Men, hví skal ólavsøkan ikki broytast, tá alt annað í okkara samfelagi broytist við rúkandi ferð. Hugsið bara um, hvussu drúgt tað tá var hjá bygdafólki at koma til Havnar. Tað mundi ganga tað mesta av einum degi at at koma higar, har tað í dag ikki tekur meira enn ein tíma hjá flest øllum føroyingum at koma her oman á Vaglið. Vegir, tunlar, lendingar og skjóttgangandi skip binda okkara samfelag tættari saman. Alt gott um tað, men vit mugu ansa eftir, at vit ikki missa okkum burtur sum menniskju. Vit mugu minnast til, at um vit ikki trívast her á landi, so ger alt tað sama við stásiligum samferðslukervi. Tað eru okkara børn og okkara ungdómur, sum skulu taka við, tá vit sleppa, og tí er umráðandi, at vit geva okkara ungu bestu karmar at virka undir. Og her vil eg koma eitt sindur inn á ítróttin. Tað er einki sum bindir okkum so væl saman sum ítróttin. Børn og ungdómur og ikki minst vit foreldur gleðast yvir at kunna dystast móti hvørjum øðrum í góðum ítróttaranda. Hvønn dag eru børn í túsundatali til venjingar og kappingar, har sál og kroppur mennist. Og tað er ikki hissini av óløntum arbeiði, sum lagt verður í ítróttin í Føroyum. Hesi óløntu fólk, eru tær heilt stóru ítróttarhetjunar í okkara landi, og eiga tit alla æru og heiður uppibornan. Besta prógv um at tykkara sjálvbodna arbeiði ber frukt, eru tey góðu úrslit okkara ítróttarfólk fáa, bæði her á klettum og uttanlands. Og eisini vil eg veita eina stóra tøkk til allar teir stovnar og fyritøkur í Føroyum sum stuðla ítróttin. Uttan tykkara stuðul hevði ítrótturin ikki havt tað høga støði hann í dag hevur. Eg fari at enda við einum ørindi hjá Havnaskaldinum Hans Andreas Djurhuus, og við hansara orðum seti eg ólavsøkuna 2008. Stóðu vit saman, Føroya synir sterku, kundu vit útint mangt eitt roysnisverkið, kundu vit frama ført til Føroya landið. Saman tí standið! Góða ólavsøku øll somul.