mikudagur 1. august 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 145 - 1. august 2001
Nr. 145 - 1. august 2001
11
Hjá mær hevur alt
verið gott. Og nú eri
eg so gomul, at eg
havi ikki annað at
gera, enn at leggja
meg í Harrans
hendur. Eg veit, hvar
eg fari, sigur Malla
Reynbú úr Funningi,
sum fyllir 100 ár í dag
100 ÁRA FØÐINGAR-
DAGUR
Orð: Edvard Joensen
Myndir: Jens Kristian Vang
Eiði: Hon er fødd í Funn-
ingi og hevur búð megin-
partin av lívinum í Funn-
ingi. Funningsfólk er hon,
hóast hon sum ung var
nógv burtur og nú býr á
eldrasambýlinum,
Korn-
dalsbýlinum, á Eiði.
Malla Reynbú er, hóast
sín høga aldur, ógvuliga
gløgg og livandi. Fylgir væl
við. Minnist væl aftur og
ivast ikki í, hvør ættin er
hjá bæði blaðmanni og
myndamanni, tá teir siga,
hvussu teir eita.
Og so vælsignað takk-
som fyri alt, henni hevur
verið fyri. Hevur gott at
bera øllum, og so rimmar-
føst í trúnni uppá, at hiðani
er leiðin løgd hagar, sum
upp aftur betri er at vera
enn í Korndalsbýlinum, her
hon annars hevur tað mest
sum í Himmiríki.
Tungt fyrr
Tað hevur ikki altíð verið
líka lætt at liva í Føroyum,
sum tað er í dag, veit Malla
frá at siga.
Hon sigur frá ommu síni,
at hon gjørdist ung einkja.
Hon var ættað úr Funningi
og gift í Kunoy. Maðurin
doyði, og hon flutti aftur til
Funnings við fýra smá-
børnum.
Men tað var ikki bara tað,
at hon flutti aftur til Funn-
ings. Hon var ikki heilt
fullfør heldur, omman. Hon
manglaði aðra hondina.
Hana hevði hon mist or-
sakað av beinetara.
– Omma var fyrsta menn-
iskjað í Føroyum, sum varð
»bedøvað«, greiðir Malla
Reynbú frá. Læknarnir
høvdu gjørt av at taka
hondina, sum var so illa
farin av beinetara, sum tey
nevndu tað tá.
Men ikki var útgerðin so
góð tá sum nú, so mitt
undir operatiónini, vaknaði
hon aftur. Hon tók so fast
við frísku hondini í lærið á
læknanum, sum opereraði,
at hann fekk rættiliga ilt.
Hann vildi beinanvegin
hava hana at lukta til hetta
»bedøvilsið« aftur, men
hon segði nei.
– Hesa pínuna skuldi hon
nokk klára, segði omma,
greiðir Malla frá.
Omman flutti aftur til
Funnings og búði so saman
við beiggja sínum, sum var
ógiftur. Men illa gekk, og
beiggin doyði eisini. Har
sat hon so við smáum
børnum.
Tað varð so, til, at pápi
mín vaks og fór at hálpa til,
sum frægast, so tey komu
eisini ígjøgnum, greiðir
Malla frá.
Funningur og
útheimurin
Malla sjálv er vaksin upp í
Funningi í einum systk-
inaflokki upp á fimm. Tvær
systrar og tríggir brøður.
Ein bróður hennara livir
enn. Tað er Johannes Jacob-
sen, skómakari í Fuglafirði,
sum fylti 90 ár 21. sep-
tember í fjør.
Lívið í Funningi fyrra-
partin í farnu øld var sum
alla aðrastaðni úti á bygd.
Og genturnar fóru nógvar
aðrastaðni at tæna, sum tað
tá æt.
Men áðrenn hon fór úr
Funningi, varð Malla kon-
firmerað. Tað varð hon á
Eiði, har tey gingu til hjá
Fríðriki Petersen, prósti.
Teir málaðu kirkjuna á
Eiði, so tey máttu ganga til
í Dansistovuni. Tað var ikki
tann stóra undirvísingin,
minnist hon. Tveir dagar,
tað var alt. Men væl gekk.
Hóast lesturin var stuttur,
og hann var í einum so
verðsligum staði sum í
dansistovuni, sluppu øll
fram, og eingin varð rikin
aftur.
Malla fót til Havnar, har
hon var arbeiðskona hjá
Andriasi Ziska, sum handl-
Eg veit hvar eg fari
Malla er so vælsignað takksom
fyri alt, henni hevur verið fyri.
Hevur gott at bera øllum, og so
rimmarføst í trúnni uppá, at
hiðani er leiðin løgd hagar, sum
upp aftur betri er at vera enn í
Korndalsbýlinum, her hon
annars hevur tað mest sum í
Himmiríki
aði. Har vóru bara dreingir
í húsinum tá, minnist
Malla.
Hon letur væl at. Konan,
Anna, sum var ættað úr
Geil, var so avbera góð við
seg, sigur hon. Hevði seg
heldur sum eina dóttir enn
eina arbeiðskonu.
So hendi tað, at eitt
systkinabarn Mallu, sum
búði á Hvítanesi gjørdist
sjúk, og tørvaði hjálp.
Malla møtti upp og
passaði so hús og heim hjá
henni í 13 mánaðir.
– Soleiðis var tað tá,
sigur hon, og heldur, at gott
var, um hon har hevur gjørt
nakra nyttu.
Men eisini aðrastaðni
hevur Malla verið og roynt
síni evni á ungum árum.
Hon var eitt skifti á húsar-
haldsskúla í Høng í Dan-
mark.
Fyristøðumaðurin á tí
skúlanum æt Thormund
Jørgensen og var vinmaður
við Símun av Skarði, so
hann visti eitt sindur um
Føroyar.
Tær vóru tvær funnings-
gentur, sum fóru á skúlan,
minnist Malla. Hin var
Sigrid
Johannesen
á
Torlabrúgv. Systir Marius
Johannesen, sum hvørt
mansbarn í Føroyum veit
um at siga.
Tá tær komu á skúlan var
longu ein onnur føroysk
genta har frammanundan.
Tað var Ragnhild Konoy.
So tær vóru tríggjar før-
oyskar gentur tað skeiðið í
Høng.
Malla kom heimaftur, tá
skeiðið var lokið, men tað
gjørdi Sigrid ikki. Hon
giftist har niðri. Tó við
einum vágamanni, og tey
búsettust í Danmark og
vórðu
verðandi.
Sigrid
doyði fyri stuttum sum
gomul kona í Danmark.
Aftur til Funnings
Malla sigur frá, at hon
hevði ikki væntað at koma
aftur til Funnings. Men
soleiðis gekk tað kortini.
Hon giftist í Funningi við
Dánjali Martini Johanne-
sen, sum hann tá æt. Seinni
skiftu tey navn til Reynbú,
tí onkur annar var í Funn-
ingi við sama navni sum
maðurin. Og tað var ikki
altíð líka gott, tá eitt nú
brøv vórðu borin skeivt,
flennir Malla.
Hon steðgar á eina løtu.
Situr og hugsar. Minnist.
So smílist hon og spyr, um
vit hava hug at hoyra,
hvussu tað gekk fyri seg, tá
tey vórðu trúlovað?
– Tað var eitt kvøldið,
meðan eg sat einsamøll inni
í køkinum hjá okkum í
Funningi, at Dánjal Martin
kom inn á gólvið. Hann
plagdi vanliga at ganga har,
greiðir hon frá.
Hetta kvøldið setti hann
seg niður, og so kom tað
bara. Jú, hann hevði hugsað
um hetta, um tey ikki bara
skuldu kasta saman bæði.
Hann helt, at tey vóru væl
egnað saman. Hon fekk
tveir møguleikar at svara,
greiðir Malla frá. Einki
uttanumtos. Hon kundi
svara ja ella nei.
Nú kom tað í grundini
eitt sindur óvæntað, sigur
Malla, so hon bað um tíð at
hugsa seg um, hóast hon
helst innast inni ikki hevur
havt so nógv at hugsa um.
– Svarið varð ja, og tað
havi eg ongantíð angrað,
sigur 100 ára gamla Malla
Reynbú.
Maðurin var sjómaður,
og haðani kom øll úrtøkan.
– Alt, sum eg eigi, havi
eg fingið upp úr havinum,
sigur Malla.
Dánjal Martin sigldi, til
hann einaferð kom heim úr
Grønlandi við lungnabruna,
og ikki slapp avstað aftur.
Hann var so sjúkur av hes-
um, at hann gjørdist brek-
aður av tí restina av lívinum.
Tó livdi hann at ellisárum og
doyði fyri 15 árum síðan,
greiðir Malla frá.
Tey fingu ikki børn, men
tóku ein systurson hjá
manninum til sín. Mamman
doyði frá honum og fleiri
systkjum, tá hann var lítil,
greiðir Malla frá. Hann býr
í dag í Funningi.
Nøgd
Malla Reynbú letur væl at
lívinum. Tað hevur verið
gott, og tað takkar hon fyri.
– Ein kann skjótt verða
ryktur burtur hiðani í hes-
um aldrinum. Men tað
leggi eg einki í, tí eg veit,
hvar eg fari.
Hon hevur tað gott, sigur
hon. Býr væl, og hevur
góða heilsu enn, hóast sín
høga aldur.
Tað liggja bøkur á borð-
inum. Bíblia og sálmabók.
Onkur lestrabók er eisini
opin, og stokkarnir liggja
klárir. Eitt stórt lesiglas
liggur við síðuna av.
Tað brúkar hon, tá ho
skal lesa, tí treyðugt so, er
okkurt, sum fer at bila, tá
aldurin er so høgur, sigur
hon. Men tað hoyrir vist til.
Og at binda er eingin
trupulleiki.
– Tað átti eg at duga uttan
eygu, heldur hon. Tað lærdi
eg sum smágenta, tá eg sat
og bant dukkuklæði. So-
leiðis lærdu vit at gera
nyttu. Gjøgnum spælið
lærdu vit tað, sum vit seinni
skuldu brúka í gerandis-
degnum.
– Jú, jú, tekur Malla
uppaftur. Eg havi nógv at
takka fyri.
Nú eri eg so gomul, at eg havi ikki annað at gera, enn at leggja meg í Harrans hendur. Eg veit, hvar eg fari
Alt, sum eg eigi, havi eg fingið upp úr havinum
C
M
Y
K
11
10