Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 145 - 1. august 2001 Nr. 145 - 1. august 2001 13 UMRØÐA Rúnar Reistrup Mynd: Jens Kristian Vang Hvussu kann man hava eina útikonsert í Føroyum, kundi ein av røttum spyrja ólavsøkumorgun, tá fólk settu lív og heilsu upp á spæl fyri at royna at bjarga pallinum í Kommunuskúla- garðinum, sum heilt einfalt var á veg á flog av nógva vindinum. Men viljin er sum kunn- ugt sterkasta svørðið, og har hann er til staðar ber nógv til. Eisini at skipa fyri einari útikonsert av dimen- siónum, sum eru ólutfals- liga stórar í mun til Føroyar annars. Føroya Undirhaldstón- leikarafelag, ið hesi sein- astu nógvu árini hevur skipað fyri konsert á ólav- søku hevur eftir nógv sløg nú rakt seymin reint á høvdið. Karmurin um konsertina – Kommunuskúlagarðurin – er sum skaptur til tað sama og í honum hevur ólavsøkukonsertin funnið sítt pláss. Fyrstu árini reikaði konsertin runt frá staði til stað, sum hvørt vísti seg at vera meira óegnað enn tað undanfarna. Og minnini um onkran kaldan dag á keiini í Havn um ólavsøkutíð fyri nøkr- um árum síðan til táverandi ólavsøkukonsertina liggja fjar – tíbetur. Skráin boðaði frá góðum Við at hava konsertina í Kommunuskúlagarðinum ber til at geva tónleikar- unum góðar umstøður handan pallin, og áhoyrar- unum góðar umstøður framman fyri pallin, og so manglar bara okkurt at seta á sjálvan pallin. Og eisini har er bati at síggja, tí tónleikalívið í Føroyum blómar. Anno 2001 ber til at seta eina skrá saman av átta føroyskum rock- og poppbólkum, sum av sær sjálvum fáa konsert- plakatina at síggja væl út. Skráin til ólavsøku- konsertina í ár var hegnis- liga sett saman soleiðis at hon rakti so breiðan skara av Føroya ungfólki, sum yvirhøvur møguligt. Faroe Teens, ið byrjaðu konsert- ina, trektu serliga tey yngst- u til. Andaligi rockbólkurin I Am hevur umframt tónleikaligar dygdir eisini nakað, sum líkist teirra egna áhoyraraskara, og við at hava Frændur við á konsertini fáa eisini tey eitt sindur »eldri« yngru eina góða orsøk at møta upp. Tað vóru soleiðis ógvu- liga fá, ið kundu yvirtala seg sjálvan frá at fara til konsertina við teirri grund- geving at »har er einki fyri meg«. Hetta var sama uppskrift, sum konsertfyrireikararnir brúktu í fjør, og menuin var á leið tann sama bæði í innihaldi og uppbygnaði. Tað riggaði aftur í ár, men tá havt verður í huga, at áhoyrarafjøldin á ólavsøku- konsertini er samansett av umleið teimum somu sál- unum hvørt ár, má ein ávar- ing ljóða ímóti at endurtaka succeina ov ofta, tí tað keðir fólk við tíðini. Tyngdist í hvørjum Ólavsøkukonsertin byrjaði við framførslu hjá unga bólkinum við teirri sera ungu manningini, Faroe Teens. Tað hevur ongantíð verið besti kjansurin at skula byrja eina konsert, men onkrastaðni skal man byrja. Faroe Teens var ein- asti bólkur á konsertini, sum ikki longu var lands- kendur frammanundan, men nú eru tannáringarnir væl á veg til at náa hesum støði. Flux átti síðan pallin og ta enn heldur ungu og fá- mentu áhoyrarafjøldina. Teir hildu stílin frá Prix Føroyum fyrr í ár og tað hóvaði áhoyrarunum. Við framførsluni hjá I Am skifti konsertin stíl yvir ímóti tí meira tunga tón- leikinum. Teir andaligu rockararnir, sum við lut- tøkuni á Prix finaluni fyrr í ár lyftu seg upp til at gerast nógv tann best umtókti andaligi bólkurin í land- inum, gerast tyngri fyri so at siga hvørja ferð teir spæla. Og tað klæðir teim- um. Tangz vóru nokkso sprelskir hetta kvøldið, og ístaðin fyri at halda seg til tað vanligu skránna, sum nógvir av hinum bólkunum gjørdu, fóru Tangz í holt við at spæla kend útlendsk løg. Serliga væl riggaði tað tá »Rollin’« hjá Limp Bizkit bleiv rappaður/róp- aður frá pallinum. Dánjal á Neystabø burdi gjørt meira av slíkum. Rockarar Eftir ein hálvan tíma við tungu rútmunum hjá I Am og ein hálvan tíma frá Tangz var áhoyrarafjøldin klár til eigararnar av rock- vútgávuni av føroyska hit- kvæðinum Orminum Langa. Tað eru ár og dagur síðan at man hevur sæð lang- hærdar betonrockarar við berum yvirkroppi og svørt- um guitarum staðið á palli í Føroyum, og spurningurin er um talan er um at hetta slagið av tónleiki er komið fram aftur millum føroy- ingar, ella um tað bara altíð hevur verið har og ongantíð er farið. Í hvussu er var tað at hoyra Ormin Langa hjá Týr ein av høvuðsorsøkunum Ólavsøkukonsert í hamferð Har var eitt sindur til hvønn og nóg mikið til øll, tá Kommunuskúlagarðurin var karmur um framførslur hjá Føroya frægastu bólkum fríggjakøvlið. Konsertin var eitt satt upplivilsi, men onkuntíð líktist hetta upplivilsi einum deja-vu hjá nógvum av áhoyrarum fyri at koma á konsertina. Allan fyrra partin av framførsluni hjá Týr stóðu fólk so at siga og bíðaðu, og tá Poul Anri, sangarin, segði »og nú kemur tað tit øll hava bíða eftir« vistu øll hvat hann meinti við. Tann eyðkenda guitarintroin fór í gongd, og hárini byrjaðu at reisast í nakkanum hjá teimum nógvu áhoyrarun- um, sum vóru streymaðir inn í Kommunuskúlagarðin løtuna frammanundan. Húð og hár MC-Hár, ella rættari sagt ein partur av MC-Hár, vendi aftur eftir tvey ár á gloymskuhillini, og tað skulu teir langhærdu hava takk fyri. Við Terja Rasmussen við høgru lið og Róki Jacobsen á vinstu, vórðu teir báðir rapparanir Allan og Niels Uni so væl uppbakkaðir, sum man nú einaferð kann blíva, og so var bara at fara í gongd. Hóast MC-Hár ígjøgnum alla framførsluna oysti av sínum gamla repertoire, so megna teir nokkso væl at fornýggja tað og sproyta løgini út í nýggjar hættir. Bólkurin hevur gjørt tað til ein stíl at hava okkurt kuriøst innslag við á so at siga hvørjari framførslu. Nakrar ferðir hava teir blakað klæðini, men hesu- ferð høvdu teir fingið onn- ur at blaka tey. Tær báðar donsku gent- urnar, sum tær seinastu ólavsøkurnar hava strippað í Kagganum, góvu pall- showinum hjá MC-Hár eina hjálpandi hond, og eitt sindur afturat, tá tær hálv- naknar og kropsmálaðar sum tað føroyska flaggið, dansaðu eggjandi dans í hvør sínum enda av pall- inum. Hugnaligur endi All That Rain, sum spæla naknir á nýggju fløguni hjá sær, varðveittu tó klæðini á kroppinum, men brúktu ístaðin eina rúgvu av royki og nakað av fýrverki til at seta eyka ferð á fram- førsluna. Einu løtuna líkt- ust teir Kjølum, tá Signar í Homrum, ið var sangari í Kjølum, burturúr áhoyrara- fjøldini kom klatrandi upp á pallin, men tað vísti seg bara vera fyri at heilsa upp á. Frændur fingu, eins og í fjør, æruna av at enda ólav- søkukonsertina við einari nakað longri framførslu enn hinir bólkarnir, og sam- an við Terja Rasmussen settu teir eitt hugnaligt punktum fyri konsertini við sangum, sum nú eru fólka- ogn. Her fór konsertin í ár at líkjast nokkso nógv ólav- søkukonsertini í fjør. Men hvat -hon var góð tá, og hon var góð hesuferð. C M Y K 13 12