Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 1. august 2001 15 Sterki litavin, Zydrunas Savickas, kom illa fyri, tá hann luttók í Atlantic Giant á ólavsøku. Knøini vórðu illa skadd, og sjálvur sigur hann seg vænta, at tað fer at taka í minsta lagi eitt ár at koma fyri seg aftur. SJÚKRAVITJAN Heri á Rógvi Tá hurðin á lyftuni fer upp á B5 á landssjúkrahúsinum, og vit koma út, er tað ein risa móttøka vit fáa. Beint frammanfyri lyftuna stend- ur Zydrunas Savickas úr Litava. Hesin stóri maður er ein metur og hálvfems sentimetrar til longdar og vektin liggur um 153 kg. Hann hevur luttikið í kappingum á hesum støð- inum í tvey ár nú, men hev- ur vant í nógv fleiri ár. Tað er ikki júst feitt, sum ger, at hesin prúði maður vigar somikið nógv. Greitt er, at hesin mað- urin er sterkur, og tað er eisini hetta navn, sum verð- ur nýtt um Zydrunas Savickas á deildini - tann sterki maðurin eitur hann á deildini. Tað er heldur ikki lítið sum eyguni spílast út á gestum, starvsfólki og pati- entum, tá hesin risin spaku- liga fer eftir gongini. Or- søkin til, at hann má ganga seint eftir gólvinum skyld- ast skaðan, sum hann fekk í kappingini, Atlantic Giant, á ólavsøku. Soleiðis at ólavsøkan gjørdist eitt heldur keðiligt upplivilsi fyri tann núverandi, og helst eisini nakrantíð, sterk- asta mannin á B5. Helst gliðin Hóast hann er vorðin lagd- ur undir skurð fyri fáum døgum síðani, so er sterki maðurin úr Litava frynt- ligur, tá biðið verður um eitt prát. Tað merkist tó á honum, at hann er eitt sind- ur mótleysur og kanska eis- ini eitt sindur vónsvikin, men hetta er so sanniliga til at skilja. Sjálvur sigur Zydrunas Savickas, at skaðin hendi, tá hann luttók í Millwalk, sum er ein grein í Atlantic Giant kappingini, hann veit ikki reiðiliga at siga okk- um, hvussu skaðin hendi, men hann metir tað vera sannlíkt, at hann er gliðin, og hetta hevur eftir øllum at døma ávirka knøini so- mikið, at hann fall til jarðar. Kanningar á Lands- sjúkrahúsinum skuldu seinni vísa, at tað var spongin, sum gongur úr knænum oman í beini, sum er slitnað báðu megin við. Hetta er ein sera sjálvsamur skaði, og skyldast hesin skaðin mestir ovurløðu. Johannis Mortensen, yvir- lækni, sigur, at hetta er ein- astu ferð, at hann hevur upplivað ein tílíkan skaða í Føroyum, men hann hevur sæð hetta uttanlands. Johannis sigur víðari, at hann ikki kann siga, hvussu leingi tað fer at taka hjá Zydrunas Savickas at koma fyri seg, men teir hava sett eitt ár sum minsta mark, men hetta eigur at verða tikið við fyrivarni. Við- gerðin av Zydrunas Savickas fer í framtíðini at ganga fyri seg í heim- landinum. Sum nú er, kann litavin ikki boyggja beinini nakað serligt, hann gongur eisini við høkjum. So við og við er ætlanin, at hann skal kunna fóta sær meira. Tað skal eisini viðmerkjast, at Zydrunas Savickas hevur sett sær sum eitt mál, at hann skal vera við aftur til Atlantic Giant kappingina næsta ár. Lá á odda Áðrenn hann var fyri óhappinum, stóð rættiliga væl til hjá Savickas. Hann vann fyrstu tvær kappingar- greinarnar, men tað gekk ikki so væl í triðju greinini, men hann lá framvegis á einum øðrum plássi, tá skaðin hendi í Millwalk, sum var fjórða greinin kappast var í. Ì Millwalk verður gingið í ring við einari tungari byrðu. Zydrunas Savickas sigur, at hann hevur sæð onkran líknandi tilburð sum hendan áður, men hetta er tó sjálvsamt. Hetta er fyrsti stóri skaðin, sum stóri og sterki litavin hevur havt síðani hann byrjaði at kappast. Hann sigur, at hann ikki metti hetta sum eina vanda- mikla ítrótt, men nú hevur hann fingið okkurt at hugsað um. Fer heimaftur Eftir ætlan skal Zydrunas Savickas útskrivast ein av næstu døgunum. Hetta merkir, umframt tað, at onkur annar má átaka sær heitið sum sterkasti maður á B5, at tann uppvenjing, sum skal til, fer at ganga fyri seg í heimlandinum hjá honum, Litava. Zydrunas Savickas gleðir seg at koma heimaftur, men tað var ikki ætlanin at koma aftur so skaddur. Savickas fæst fyri tað nógva við at venja. Hann hevur tó eisini eitt starv á einari heilsu- miðstøð, men nógv mest tíð fer til at venja. Hann venur einar 5-6 ferðir um vikuna og vant verður upp til einar 4-5 tímar um dagin. Savickas hevur fingið góð úrslit í kappingum undan hesari, og hansara higartil besta úrslit var, tá hann gjørdist nummar tvey í EM. Zydrunas Savickas vil fegin rósa Atlantic Giant kappingini, og hospital- verkið í Føroyum fær eisini nøkur rósandi orð við á vegnum. Vit her á Sosialinum ynskja Zydrunas Savickas góðan betring, og vit vóna at síggja hann aftur í Før- oyum. Somuleiðis mugu vit staðfesta, at B5 stendur nakað veikari, nú hesin framúr fryntligi risin er farin. Sterki maðurin á B5 Starvsfólkið á B5 hava havt sítt at síggja til hesar dagarnar, tá sterki litavin hevur ligið á deildini. Tað var undir kappingini leygardagin, at Zydrunas Savickas knappliga fall til jarðar. Her síggja Jón á Steig, lækna, koma honum til hjálpar. 15 Nr. 145 • mikudagur • 1. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Tað kemur ikki upp á tal at tosa um sáttmála við Esbjerg fyrrenn føroyski spælarin er førur fyri at vísa, hvør dugur er í honum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Hvussu gongst tað hjá Christian Høgna Jacobsen í Esbjerg. Tey eru ivaleyst mong, sum hava hugsað henda spurningin, síðani vit fyri fjúrtan døgum síð- ani søgdu, at teir í Esbjerg vóru áhugaðir í at knýta hann afturat sær. Tá tað snýr seg um møguleikan fyri sáttmála í Esbjerg, so er einki nýtt at frætta frá Christiani Høgna. Svarið upp á tann spurn- ingin er fyribils útsett. Orsøkin er tann, at Christian Høgni í løtuni gongur skaddur niðri í Esbjerg. Talan er um ein lítlan vøddaskaða í lærin- um. Skaðin kom, tá Christian Høgni fyri viku síðani spældi við næstbesta liðnum hjá Esbjerg, sum vann 1–0. Tað var í 2. hálvleiki, at Christian Høgni noyddist at taka seg av vøllinum. – Tað ber til at renna, men eg fái ikki vant saman við hinum. Tað ber ikki til at sparka bóltin. Eg rokni við, at tað gongur ein vika afturat, áðrenn eg aftur fái vant við fullari ferð, sigur Christian Høgni Jacobsen úr Esbjerg. Roknar tú við, at tú so at siga skalt byrja av nýggj- um? – Bóltkenslan verður ikki so góð beinanvegin, men eg haldi ikki, at konditiónini bilar so nógv, tí eg renni hvønn dag. Kanónin manglaði Besta liðið hjá Esbjerg spældi í vikuskiftinum fyrsta landskappingardyst- in í hesum kappingarárin- um. Teir vóru í Lyngby. Heimaliðið vann 2–0. Í umrøðunum aftaná sást í donsku fjølmiðlunum, at Esbjerg hevði havt eina røð av møguleikum at skora mál, men teir vóru ikki nóg avgjørdir frammanfyri mál- ið, og so var tað fyri Esbjerg óheppið, at Lyngby málverjin akkurát í hesum dystinum spældi so væl, at hann varð kosin sum besti málverjin í Danmark í 2. umfari í superliguni. Orsøkin til at Esbjerg bara hevur spælt ein lands- kappingardyst, er tann, at teirra dystur í fyrsta um- farinum í nýggju superlig- uni varð útsettur. Teir skuldu havt spælt í Odense ímóti OB, men OB átti tríggjar spælarar á danska U–18 landsliðnum, sum luttók í EM endaspælinum, og so siga reglurnar, at landskappingardystirnir kunnu útsetast. Dysturin ímillum OB og Esbjerg er útsettur til mið- skeiðis í september. Kanska Christian Høgni Jacobsen tá verður eitt møguligt evni til pláss í álopinum hjá Esbjerg. Todi Jónsson er ikki tøkur, men tað fer honum møgu- liga at bera til at spæla miðskeiðis í komandi viku Í kvøld verður ein sera spennandi fótbóltsdyst- ur í Parkini í Keyp- mannahavn. Tað er FCK, sum fer at spæla seinna dystin í 2. inn- leiðandi umfarinum í Europa Cup fyri meist- aralið. Úrslitið síðsta mikukvøld í Georgia var 1–1. Todi Jónsson telist ikki millum teir spælar- arnar, sum Kent Karls- son fer at velja teir fyrstu ellivu ímillum í kvøld. Tað er ein annar FCK álopsspælari, Pa- trick Simpson, heldur ikki. Hann er eisini vøddaskaddur. Um úrslitið í kvøld verður 0–0 ella um FCK vinnur, so verður talan um rættuligan stórdyst í Parkini komandi miku- kvøld. Samlaði vinnarin í kvøld skal spæla ímóti italska Lazio, og tað verður vinnarin í kvøld, sum fer at hava heima- vøll í fyrra dystinum ímóti Lazio. Tað er ein møguleiki fyri, at Todi Jónsson verður tøkur komandi mikukvøld. Í hesi vikuni er Todi aftur farin at venja við fullari ferð saman við liðfeløgun- um. Spurningurin er so, um FCK venjarin bein- anvegin fer at taka før- oyska álopsessið inn á liðið í staðin fyri annan av álopsmonnunum. Vit søgdu í gjár, at fram- rættaðu menninir, sum Todi skal kappast um álopspláss við, allir skoraðu ímóti Vejle sunnudagin. Heine Fer- nandez skoraði tvey mál, og Zuma og Carst- en Fredgaard skoraðu eitt í part. So tað verður torført hjá Toda Jónsson, men hann hevur áður víst, at hann megnar eftir skaðasteðg at koma aftur á liðið og har at gera um seg. jh Síðsti dysturin í øðrum umfari í donsku lands- kappingini varð spældur mána- kvøldið. OB hevði í Odense vitjan av Silkeborg. Úrslitið var tað, at heima- liðið vann 3–1. Hetta var fyrsti dysturin hjá OB í nýggja kappingar- árinum Bronsuvinnararnir frá í fjør, Silkeborg, komu á odda í 1. hálvleiki. Tað var longu í 6. minutti. Í 16. minutti javnaði OB. Henda støðan helt sær til tað restaði eitt korter. Tá skoraði OB aftur. Tey bæði fyrstu OB málini skoraði Kasper Dalgas, sum teir í summar fingu úr Vejle. Fyrrverandi fótbóltsútisetin, Søren Andersen, staðfesti sig- urin. Hjá Silkeborg tykist tað vera eitt sindur trup- ult, eftir at teir í summ- arsteðginum mistu Hen- rik Petersen til Bolton og Thomas Røll Larsen til FCK. Triðja umfarið í sup- erliguni verður spælt í vikuskiftinum. Tá sær skráin soleiðis út: AaB–AB, Brøndby–OB, E s b j e r g – V e j l e , FCM–FCK, Silkeborg– Lyngby og Viborg–AGF. jh Christian Høgni er smáskaddur FCK í Parkini í kvøld OB vann á Silkeborg Regin Vágadal var næstan ovfarin av, hvussu væl kappingin á ólavsøku eydnaðist hjá honum STERKIR MENN Eyðun Klakstein Regin Vágadal var tryggur vinnari av Atlantic Giant, og hann var eitt sindur ov- farin av úrslitinum. – Eg hevði ikki roknað við, at tað fór at ganga so væl hjá mær. Allar kapp- ingarnar eydnaðust væl, og eg kenni á mær, at eg havi ongantíð áður verið so væl fyri, sigur Regin Vágadal. – Tað var stórt spell, at so nógvir skaðar vóru í kappingini, men eg hevði alla tíðina roknað við, at Janne Virtannen fór at verða drúgvur, og soleiðis var eisini. Sera væl fyri Regin Vágadal hevur vant nógv seinastu mánaðirnar, og hann er sera væl fyri. – Eg havi ongar skaðar at stríðast við í løtuni, og eg eri annars í toppform, so tað er hugaligt at fara at fyrireika seg til kappingina um heimsins sterkasta mann, sigur hann. Hendan kappingin verður hildin í Zambia í september mánaði, og tá Regin júst hevur vunnið kapping móti heimsins sterkasta, er tað ikki óhugsandi, at hann kann fara at gera vart við seg í hesi kapping. Regin vil tó ikki spáa um úrslitið, men hann stað- festir bara, at hann er væl fyri. – Skalt tú koma langt í kappingini um at gerast Heimsins sterkasti, so skalt tú klára teg væl í øllum kappingunum. Tað er ikki pláss fyri at kiksa í nakrari kapping, tí so rýkur tú út, sigur hann. – Tað var lættari enn væntað – Eg havi ongar skaðar at stríðast við í løtuni, og eg eri annars í toppform, so tað er hugaligt at fara at fyrireika seg til kappingina um heimsins sterkasta mann, sigur Regin Vágadal Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14