mánadagur 4. august 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 146 - 4. august 2008
Nú stóra og nýggja
tiltakið, Futt í Býin,
er farið afturum, lata
fyrireikararnir sera
væl at. Tiltakið eydn
aðist sera væl, eingir
trupulleikar vóru
av rúsdrekka, fólk
skikkaðu sær væl og
tónleikurin var fram
úr góður
Tónleikur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Ólavsøkukonsertin
hevur
seinastu árini fingið eitt
sera vánaligt umdømi á seg.
Satt at siga er hon vorðin
skýrd ein stór drukkveitsla,
har serliga nógv ung fólk
eru koyrd til útpumpingar,
og har miðalaldurin á áhoyr
arunum hevur verið sera
lágur. Hetta ætlaðu fyrireik
ararnir í ár at betra um, og
eftir at konsertin er av, lata
teir sera væl at.
Ólavsøkukonsertin
hevði fingið eitt vánaligt
image á seg, og hetta haldi
eg at vit hava fingið betrað
um. Vit fingu eisini sera
góð nøvn og góða ljóðút
gerð. Afturat tí haldi eg at
vit fingu vaksið um miðal
aldurin við nøkrum árum.
Fólk lata sum heild sera
væl at, og tann kritikkur,
sum hevur verið, hevur
mest verið um smáttaríir,
og tískili eru vit sera væl
nøgdir sigur Jóhannus á
Rógvu Joensen, fyriskipari.
Fingið álitisváttan
Frá byrjan av var tað sera
trupult at fáa loyvi til at fly
ta ólavsøkukonsertina oman
í Tórsgøtu. Hetta komst
kanska serliga av tí vánaliga
umdøminum,
konsertin
hevði fingið á seg. Komm
unan stúrdi fyri, um fyritøk
ur og bygningar á Tórsgøtu
fingu frið fyri herverki og
øðrum.
Samstundis vildi komm
unan flyta ólavsøkuna oman
í Miðbýin aftur, og tískil
máttu teir viga hvørt upp
móti øðrum. Fyriskipararnir
av Futt í Býin bóðu tí kom
mununa um at vísa ungdóm
inum hetta álitið, at lata tey
koma oman í býin, og hetta
álitið hevur ungdómurin
takka so miriliga fyri.
Alt gekk ótrúliga væl.
Einki er frætt um herverk á
bygningar, og einki hevur
verið at frætt um bardagar
ella rok. Ein maður bleiv
útblakaður, og tað var so at
siga alt. Afturat tí, so hevur
einki verið at frætta um nak
ar hevur verið til útpump
ingar, og tað var serliga het
ta, ið kommunan og onnur
stúrdu fyri. At alt spældi so
væl av, sum tað gjørdi, er
ein stór álitisváttan til ung
dómin, leggur Jóhannus á
Rógvu Joensen doyðin á.
Hava vent gongdini
Seinnu árini hevur rákið
við áhoyrarum á ólavsøku
konsertini gingið skeiva
vegin. Alsamt færri og færri
hava leitað sær til ólavsøku
konsertina, og miðalaldurin
hevur verið støðugt lækkan
di. Við at flyta konsertina
og lata hana í nýggjan búna,
ætlaðu fyrireikarnir eisini
at geva henni nýtt innihald
og at gera hana meira spenn
andi og tiltalandi.
Hetta man sigast at hava
eydnast, og hetta sæst eisini
aftur á áhoyraratalinum. Í
ár vóru millum 1200 og
1400 bilettir seldar, og tískil
megnaði Futt í Býin at
koma upp á sama støði sum
G! Mini var á, tá talan er
um vitjandi gestir.
Miðalaldurin var eisini
munandi hægri í ár, og tískil
er Jóhannus á Rógvu Joen
sen sera fegin um at teir
hava megnað at vent gongd
ini sum hevur verið seinastu
árini.
Futt annað enn drukk
Fagraberg og Høgaberg full-
fermdir av sild
Fyrradagin og náttina áðrenn hevur nógv sild verið at fingið á
feltinum, har tey flestu føroysku skipini eru. Fagraberg og
Høgaberg, ið hendan túrin hava samtrolað eftir sild, fóru til
fiskiskap um ólavsøkutíðina, har teir leitaðu norðeftir og komu í
sild leygardagin norðuri á 72 gradum. Har hava ikki verið nógv
skip – eini trý onnur pør. Leygardagurin og sunnunáttin gav nógv.
Bæði Fagraberg og Høgaberg hava fulla last, nú teir sigla heim.
Fagraberg kemur á Fuglafjørð, og Høgaberg landar í Íslandi.
Møguliga lív á Mars
Marsfarið Phoenix hevur funnið nýggjar upplýsingar á gongustjørini,
sum eru so týðandi, at Hvítu Húsini eru kunnaði, skrivar
tíðindabløðini Aviatio Week og Space Technology. Granskarar á Nasa
fara í nærmastu framtíð at almannakunngera nýggjar upplýsingar, ið
eru nógv størri, enn tá vatn varð funnið á gongustjørnini. Loyniligar
keldur siga, at tað er lív á Mars. Granskarar hava longu prógvað, at
tilfarið á gongustjørnini minnir nógv um mold, ið vit kenna. Teir halda
eisini, at møguleiki er hjá plantum at trívast í tilfarinum, um tær fáa
vatn. Á Nasa verða fleiri kanningar gjørdar, og mett verður, at úrslitið
verður almannakunngjørt um miðjan august.
©mureldur
Meira tónleikur og minni
drukk var endamálið við
nýggja tiltakinum, Futt í
Býin, sigur Jóhannus á Rógvu
Joensen, fyrireikari