mánadagur 4. august 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 146 - 4. august 2008
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, er heldur
fáorðaður í dag, tá
komið verður inn á
støðuna viðvíkjandi
Gerhardi Lognberg og
Javnaðarflokkinum.
Hann hevur lítlan hug
at gera viðmerkingar
til málið, sum hann
metir er eitt farið
kapittul
politikkur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Eftir eina rokmikla viku og
rokfund í Javnaðarflokki
num fríggjakvøldið, vendu
vit okkum til løgmann Jóan
nes Eidesgaard fyrrapartin
fyri at vita, hvør hansara
persónliga støða er til málið
við Gerhardi Lognberg, ið
hevur vent samgonguni bak
ið, og hvørs lagna í Javnað
arflokkinum tykist ótrygg.
Men løgmaður er heldur
fáorðaður og hevur lítlan
hug at gera viðmerkingar.
Hvat fert´tú at mæla til
hendir við Gerhardi Logn
berg og limaskapi hamsara
í flokkinum?
Nú er hetta ikki viðgjørt
í starvsnevnd floksins enn,
og vit fara at hava landsfund,
so tað hevði ikki verið rætt
av mær at komið alment
fram og sagt, hvør skráin
fyri fundin skal vera, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Eg havi satt at siga ikki
tíð at hugsa um støðuna við
víkjandi Gerhardi, og eg
meti hatta sum so eisini at
vera eitt farið Kapittul, sum
eg hvørki havi stundir ella
orku at brúka tíð upá, nú
politiska støðan er sum hon
er, sigur løgmaður.
Broytingar
Ja, er tað júst tí ikki løgið,
at tú nú nýtir tíð til at tosa
um politiska ideologi, nú
tað leikar so hart á á politis
ka pallinm?
Eg havi mælt til at vit í
flokkinum taka eitt politiskt
kjak, tí tað eru ymisk spenn
ingsrák og nógvar meiningar
í flokkinum. Tí hevði verið
sunt við einum grundleggj
andi kjaki. Og tað eru jú
um øll virðini, sum eisini
eru uppi at venda í samfe
lagnm nú, so sum fiskivinn
an, og eisini eigur ríkisrætt
arliga støðan at vera partur
av kjakinum. Skal Javnaðar
flokkurin vera, sum hann
altíð hevur verið, og ella
skal flokkurin flyta seg, sig
ur Jóannes Eidesgaard.
Gerhard sigur, at tú hevur
svikið hann, og hansara val
dømið, og alt suðurøkið,
Hvat er tín viðmerking til
tað?
Nei, hatta havi eg onga
viðmerking til. Hann sigur
enntá, at eg havi svikið Før
oya fólk. At ein maður sigur
so, sigur meira um mannin
sjálvan. Annars havi eg ikki
hug at gera viðmerkingar
til slíkt, tí tað haldi eg meg
ov góðan til, sigur løgmað
ur, ið viðgongur, at sum
politiska støðan er, so hevur
hann nóg mikið at hugsa
um, og eisini er hann upp
tikin í dag av, at tingbólkurin
skal hava fund um ymisk
samgongumál.
Men tað er eftir øllum at
døma ein fámæltur løgmað
ur, ið er á politiska vøllinum
í dag, og sum hevur nóg
mikið at hugsa um, nú hann
leiðir fyrstu minnilutasam
gongu í politisku søguni
her á landi.
Fáorðaður
løgmaður
Løgmaður er fáorðaður
viðvíkjandi støðuni um
Gerhard Lognberg og
lagnhansara í flokkinum
Savnsmynd
Solsjenitsyn farin
Russiski rithøvundurin, Alexandr Solsjenitsyn, doyði um
vikuskiftið. Tað upplýsir sonur hansara, Stepan
Solsjenitsyn. Alexandr gjørdist kendur við bókum sum
»Kræftafdelingen«, »I den første kreds«, »Gulaug
Øhavet« og »En dag i Ivan Denisovitjs liv«, sum var
hansara fyrsta skaldsøga og umrøður lívið í einari
stalinistiskari fangalegu. Hann fekk Nobelprísin í 1970,
men varð útvístur úr Sovjetsamveldinum eftir at hava
givið út bókina »Gulag Øhavet« í 1974. Hann búði nógvb
ár í Vermont í USA, men flutti í 1994 heim aftur til
Russland.
Hálshøgdi vinkonuna
Ein 40ára gamal maður gjørdist í gjár frá sær sjálvum og
høgdi høvdið av vinkonu síni. Síðani gekk hann runti
bygdini á griksku frítíðaroynni Santorini við avhøgda
høvdinum í hondini. Tað eydnaðist løgregluni at handtaka
mannin eftir at hann hevði sært ein løgreglumann og tvær
kvinnur. Løgreglan noyddist at skjóta fimm skot í mannin
fyri at steðga honum. Maðurin hevði sálarligar
trupulleikar, men eingin væntaði kortini, at hann fór at
hálshøgga 25 ára gomlu vinkonu sína, sum var lærari á
oynni.
- Sum støðan er nú,
dugi eg ikki at síggja,
at vit skulu fara upp
í samgonguna, sigur
formaðurin í Sjálv-
stýrisflokkinum á
tingi. Hinvegin held-
ur hann eisini, at tað
er skeivt at fella sam-
gonguna enn
politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sjálvstýrisflokkurin fer
ikki upp í samgonguna.
Tað staðfestir Kári P. Høj
gaard, formaður Sjálvstýris
floksins á tingi
Hann sigur, at Sjálvstýris
flokkurin fer nú at viðgera
politisku støðuna í allari
floksleiðsluni.
Men hann sigur, at sum
støðan er nú, dugir hann
ikki at síggja nakran møgu
leika fyri, at Sjálvstýris
flokkurin fer upp í samgong
una.
Hóast Gerhard Lognberg
er farin burtur úr, eru tað
aðrir limir í samgonguni,
sum hava eina ógreiða
støðu.
Eitt nú er ivingarsamt,
hvar tey bæði tjóðveldis
fólkini, Bergtóra Høgnadótt
ir Joensen og Páll á Reyna
túgvu flóta. Fyrrnevnda
kennir seg ikki bundnan av
tunnilstilmælinum og seinni
nevndi krevur, at tunnilin
byrjar tíðliga í 2011.
Sostatt er støðan so mik
ið óviss, at tað er toluliga
greitt, at vit fara ikki upp í
samgonguna, sigur Kári P.
Højgaard.
Fellur ikki løgmann
Men hinvegin dugir Kári P.
Højgaard heldur ikki at
síggja nakra skilagott í at
fella samgonguna í løtuni.
Vit vilja síggja tíðina
ann, sigur Kári P. Høj
gaard.
Hann sigur, at tað eru
nógv stórmál á skránni. Eitt
nú skulu fiskidagarnir
verða ásettir um tvær vikur
og vit skulu hava nýggja
fíggjarlóg.
Tí heldur hann ikki, at
tað er rætt at skipa eina
nýggja samgongu, sum støð
an er nú.
Sostatt heldur Sjálvstýris
flokkurin ikki at grundarlag
er fyri at fella samgonguna
við einum misálitið, tí sam
gongan hevur helvtina av
tinginum aftanfyri seg, men
so er tað Gerhard Lognberg
og vit teir báðir sjálvstýrar
arnir, sum taka støðu frá
máli til mál.
Støðan verður ikki trygg
ari at fella samgonguna, tí
so skal nýggj samgonga
skipast, ella í ringasta føri
fáa vit nýval og tað halda
vit ikki er rætta loysnin
beint nú, við teimum stór
málum, sum eru fyri fram
man.
Hinvegin heldur Kári P.
Højgaard. at Sjálvstýris
flokkurin hevur nógv mál,
sum hann kann samstarva
við samgonguna um.
Og á floksleiðslufundi í
næstum fer flokkurin at við
gera støðuna og at fáa greiði
á, hvørji mál, flokkurin skal
leggja dent á.
Vit eru í eini bíðistøðu
og hesa tíðina, vit bíða, taka
vit støðu frá máli til mál.
Sjálvstýrisflokkurin ikki
upp í samgonguna