mánadagur 4. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 146 - 4. august 2008
Løgmaður eftirlýsir
innanhýsis kjak í
Javnaðarflokkinum
um ríkisrættarligu
støðuna. Men
hetta kann kosta
flokkinum dýrt, halda
fyrrverandi tinglimir
hjá flokkinum
Politikkur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Um løgmaður ynskir eina
uppgerð við ríkissinnaða
vongin í Javnaðarflokki
num, so fer tað at kosta
dýrt. Hetta sigur Hendrik
Old, fyrrverandi tinglimur
fyri Javnaðarflokkin, í sam
band við at løgmaður eftir
lýsir ideologiskt kjak um
millum annað ríkisrættar
ligu støðuna.
Ein stórur partur av
Javnaðarflokkinum er sinn
aður at verða innanfyri
ríkið. Hetta er meirilutin,
og eg dugi ikki at ímynda
mær, at leiðslan ynskir eina
uppgerð við øll hesi fólkini,
sigur Hendrik Old.
Hann vísir á, at flokkurin
varð stovnaður sum alterna
tiv til loysingarflokkarnar.
Og eftir tí sum hann veit, so
er støðan hjá flestu veljarum
floksins ikki broytt.
Tí skilji eg ikki, hvat het
ta kjakið skal brúkast til.
Og løgmaður hevur ikki
veruliga greitt frá, hvat
hann ynskir við hesum
kjakinum, sigur hann.
Skal landsfundurin taka
eina uppgerð um hetta mál,
so verður tað eitt minniligt
kjak, tí sjálvandi fer meiri
lutin ikki at lata sær hetta
lindað.
Vandin er, at flokkurin
minkar burtur í einki. Tí
hóast ríkisssinnaði parturin
av flokkinum er tann meira
friðarligi parturin, so er
hann eisini sterkur, staðfest
ir Hendrik Old, sum ikki
stillaði upp aftur til seinasta
val.
Hendrik Old væntar, at
um Javnaðarflokkurin verð
ur
ein
loysingarflokkur,
minkar tingmannatalið í
fyrsta umfarið niður í tvey
fólk.
Tað kemur at kosta dýrt.
Ikki bara í Suðuroy og Sand
oy, men eisini í Vágunum
og Eysturoy, og partvís eisi
ni í Havn aðrastaðni, sigur
hann avgjørdur.
Áhaldandi prag
matiskt kjak
Kristian Magnussen, fyrver
andi formaður fyri tingbólk
in hjá Javnaðarflokkinum,
skilur heldur ikki ynski um
ideologiskt kjak. Ikki tí
hann ræðist kjakið, men tí
flokkurin longu nú hevur
hetta kjakið.
Vit eru eitt lítið land, og
allir flokkarnar mugu fevna
um ein breiðan veljaraskara.
Tí eru vit noydd at vera
pragmatisk og praktisk. Og
hetta er júst grundarlagið
undir ríkisrættarliga kjaki
num hjá Javnaðarflokkinum,
staðfestir Kristian Magnus
sen.
Tí skilur hann ikki, at
flokkurin nú skal hava tørv
á einum nýggjum kjakið.
Javnaðarflokkurin
hevur
ongantíð verið antin sam
bands ella loysingarflokkur,
og eingin grund er at broyta
hetta, heldur hann.
Hann er tí samdur við
Hendrik Old um, at Javnað
arflokkurin ikki hevur brúk
fyri einari uppgerð á ríkis
rættarliga økinum.
Javnaðarflokkurin
eigur at vera meira
greiður í sínum soli
dariteti við útjaðaran,
halda fyrrverandi
tinglimir hjá flokki
num, sum iðra seg
um, at mótstøðan hjá
Tjóveldi móti tunn
linum nú er endað
sum ein innanhýsis
trupulleiki hjá Javnað
arflokkinum.
Politikkur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Hendrik Old iðrar seg um,
at kjakið um Sandoyartunni
lin er endað sum eitt innan
hýsis stríð í Javnaðarflokki
num, tí Javnaðarflokkurin
hevur alla tíðina verið samd
ur um, at tunnilin skal ger
ast.
Tað er Tjóðveldi, sum
ikki vil, men hetta kemur
als ikki greitt fram í miðlun
um. Landsstýriskvinnan í
samferðslumálum var púra
greið í valstríðnum um, at
hon ikki ynskti nakran Sand
oyartunnil.
Hon er eisini komin í
landsstýrissessin frá gøtuni,
so at siga. Tí er tað kanska
ikki so løgið, at hon ikki
hevur dugað at takla sam
starvið við politiska viljan í
Løgtinginum, heldur Hend
rik Old.
Kristian Magnussen, sum
var formaður fyri tingbólkin
hjá Javnaðarflokkinum sein
asta valskeið, og sostatt eisi
ni hevur samstarvað við
Gerhard Lognberg, heldur
eisini, at málið um Sand
oyartunnilin kundi verið
betri handfarið.
Trupulleikin liggur sjálv
andi ikki bara á einum stað.
Og vit kunnu bara staðfesta,
at ósemjan hevur fingið
loyv at fara ov langt, sigur
hann
Fyrrverandi formaðurin
fyri tingbólkin staðfestir, at
Javnaðarflokkurin eigur at
vísa solidaritet við teimum
veiku í samfelagnum, og
hetta umfatar eisini útjaðar
an.
Sandoyingar og Suðring
ar eru í neyð, tí teir síggja
at menningin fer fram aðra
staðni, tí er tað ikki so løg
ið, at fólk berjast fyri økjun
um. Og Javnaðarflokkurin
eigur at vera partur av hes
um bardaga, heldur Kristian
Magnussen.
Javnaðarhugsjónin bygg
ir á at standa undir liðini á
teimum
marginaliseraðu
pørtunum av samfelagnum,
staðfestir hann.
Hvørki Hendrik Old ella
Kristian Magnussen vænta,
at Gerhard Lognberg verður
blakaður úr flokkinum.
Skal man eksludera fólk
fyri at berjast fyri einum
veikum
útjaðara,
spyr
Kristian Magnussen.
Eg dugi slett ikki at sígg
ja, at vit yvirhøvur skulu
tosa um útvísing. Verður
hann koyrdur úr flokkinum,
siga vit við ein stóran velj
araskara, at tey ikki væl
komin í Javnaðarflokkinum,
staðfestir hann.
Javnaðarflokkurin
syndrast
Tjóðveldi eigur
trupulleikan
- Tað kemur at kosta flokkinum dýrt, um leiðslan ynskir eina uppgerð við ríkissinnaða vongin
av Javnaðarflokkinum, staðfestir Hendrik Old í samband við at Løgmaður eftirlýsir innanhýsis
ideologiskt kjak um millum annað ríkisrættarligu støðuna
- Javnaðarflokkurin eigur at vísa solidaritet við teim veiku pørtunum av samfelagnum, og hetta
umfatar eisini Sandoynna, heldur Kristian Magnussen, fyrrverandi formaður fyri tingbólkin hjá
Javnaðarflokkinum. Tí heldur hann, at prátið um at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum er
púra burturvið
Danski handilsflotin økist skjótari enn nakrantíð
Danir hava undirskrivað sáttmálar til nýggj skip fyri í alt 85 milliardir krónir, vísa nýggjastu tølini frá Danmarks
Rederiforening. Hetta er størsta økingin nakrantíð. Men døpru búskaparligu útlitini bæði í Evropa og USA fara at
viðføra, at danir eisini fara at verða meira varnir, skrivar Børsen. Fyrra hálvár í ár økist danski handilsflotin við
15 prosentum, og tá hugt verður eftir sáttmálum, ið eru gjørdir av nýggjum og gomlum skipum, ið koma undir
donskum flaggi, kann roknast við, at handilsflotin økist einum 20 til 25 prosentum í ár, sigur Jan Fritz Hansen,
varastjóri í Danmarks rederiforening. Dansi handilsflotin er nú tvífalt so stórur, ið hann var í 2000.