Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 146 - 4. august 2008 Javnaðartingmaðurin er ikki longur vælkom­ in í tingbólkinum, men tað er hann sjálvur, sum hevur sett seg uttanfyri, sigur John Johanne­ ssen, formaður í ting­ bólkinum Javnaðar­ flokkurin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Gerhard Lognberg er nú ein skerdur fuglur í reiðrinum hjá sínum egna flokki. Tað er greitt eftir at Javnaðarflokkurin á tingi hevur gjørt av at skerja rætt­ indini hjá Gerhard í flokki­ num munandi. John Johannessen, for­ maður fyri Javnaðar­ flokkinum á tingi, staðfestir, at Gerhard Lognberg verður ikki tveittur úr tingbólkinum hjá flokkinum í kjalarvørri­ num á, at hann tók seg úr samgonguni í farnu viku. Men hóast hann ikki formliga verður koyrdur úr tingbólkinum, er tað í veru­ leikanum at kalla bara á pappírinum, at hann fram­ vegis verður limur, tí rættin­ di hansara verða munandi skerd. John Johannessen stað­ festir, at hereftir verður Ger­ hard Lognberg ikki longur fullgyldugur limur í ting­ bólkinum hjá Javnaðar­ flokkinum. Men hann staðfestir, at tað er Gerhard Lognberg sjálvur, sum hevur sett seg í hesa støðuna. ­ Tað gjørdi hann tá ið hann fór úr samgonguni. Alt hetta merkir, at hóast Gerhard Lognberg framveg­ is er formligur limur í ting­ bólkinum hjá flokkinum, sleppur hann ikki at vera við í politiskum viðgerðum í flokkinum. ­ Nú Gerhard Lognberg er farin úr samgonguni, er tað ein nattúrlig avleiðing, at hann heldur ikki longur sleppur at vera við í politisk­ um viðgerðum í tingbólki­ num, sigur John Johannes­ sen. Hann sigur, at í tingbólki­ num verða samgongumál viðgjørd, og tað viðgerðina hevur Gerhard Lognberg onki longur við at gera, tá ið hann er farin úr samgong­ uni. ­ Vit kunnu ikki hava ein mótstøðu­tinglim hjá sam­ gonguni við í viðgerum av samgongumálum, leggur hann afturat. Hereftir fer Gerhard Lognberg sostatt heldur ikki at fáa fundarboð til fundir hjá tingbólkinum, tá ið politisk mál eru til við­ gerðar. Eru onnur mál til viðgerð­ ar, kann tað koma upp á tal at geva honum fundarboð. Formaðurin í tingbólki­ num sigur, at hereftir verður Gerhard Lognberg heldur ikki framsøgumaður fyri flokkin í nøkrum málum. Hann sigur, at tað verður helst eisini neyðugt at umskipa nevndirnar hjá Løgtinginum, so at annað javnaðarfólk kann veljast í tær nevndir, har Gerhard Lognberg annars hevur umboðað flokkin. Men tá ið Gerhard Logn­ berg bara formliga er limur í tingbólkinum, hví so ikki taka stigið fult út og koyra hann úr. ­ Alt hetta er ein støða, sum Gerhard Lognberg sjálvur hevur sett seg í og hann skal eisini sleppa at taka avgerðina sjálvur um at melda seg úr tingbólki­ num, sigur John Johannes­ sen. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Gerhar­ di Lognberg til blaðið í dag. Gerhard missir rættindi Tað er bara á pappírinum, at Gerhard Lognberg framvegis er limur í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, tí hann hevur mist tey allarflestu av sínum rættindum Savnsmynd Floksleiðslufundur í Javnaðarflokkinum var fríggjakvøldið, har leiðslan skuldi hittast at viðgera innanhýsis stríðið í flokkinum og tær ákoyringar, ið eru komnar frá Gerhardi Lognberg mótvegis floksformanni, landsstýrisfólkum og tingmanning floksins Politikkur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Hetta var niðurstøðan av fundinum, og av hesum at lesa er Gerhard Lognberg ikki tveittur úr flokkinum, sum fleiri væntaðu fór at henda á hesum fundinum. Harafturímóti varð talan um ein heitorðaðan fund, sum endaði við at Gerhard Lognberg rýmdi í skundi til tess at náa seinasta fartin um Skopunarfjørð, og har floksleiðslan staðfestir at hon stendur aftanfyri floks­ formannin, lands­stýris­ fólkini, tingmanningina og politikkin, ið hevur verið førdur seinastu tíðina, og at floksleiðslan hartar Gerhar­ di fyri tær ákoyringar, ið hava verið. Niðanfyri er tíðindaskriv­ ið, sum kom frá floksleiðsl­ uni stutt eftir fundin. Niðurstøða á floksleiðsluf­ undi Javnaðarfloksins 1. august 2008 Floksleiðslan tekur fult og heilt undir við tí vælaar­ beiði, ið floksformaðurin, landstýris­ og tingfólkini gera sambært grundsjónar­ miðum Javnaðarfloksins. Somuleiðis tekur floksleiðs­ lan staðiliga frástøðu frá útsagnunum og atburðinum hjá Gerhardi Lognberg seinastu tíðina, har hann beinleiðis hevur niðurgjørt floksformannin og ting­ bólkin. Harumframt góð­ tekur floksleiðslan ikki, at Gerhard Lognberg, við at taka stuðulin aftur til sam­ gonguna, hóttir parlamen­ tarisku støðuna hjá flokki­ num og samgonguni. Floksformaðurin tekur beinanvegin stig til at kalla inn til landsfund at við­ gerða framtíðar politisku stevnu floksins. Gerhard lognberg ikki tveittur úr Javnaðarflokkinum Tropiskur stormur hót- tir suðurstatirnar Ein tropiskur stormur í Meksikanska flógvanum kann menna seg til eina ódn, ið kann seta kós móti amerikonsku suðustatunum. Teir amerikonsku veðurmenninir siga, at ódnin kann raka Texas og aðrar statir har suðuri í USA. Fyribils hava myndugleikarnir sent ávaringar um ódn í Texas og Louisiana. Veðurmenninir stúra fyri, at ódnin kann elva til vatnflóð fram við strondini. Bókin hjá Andy Mitten kom út í dag Bókin hjá Andy Mitten við 26 grannauppgerðum úr øllum heiminum er næstmest bílagda fótbóltsbókin, ið er komin út í dag. B36­HB er millum grannauppgerðirnar, ið verða umrøddar. Andy Mitten er kendur fyri sínar greinar í fótbóltsblaðnum, FourFourTwo, og í dag er útgávudagur fyri nýggju fótbóltsbókini, ið nevnist »Mad For It – From Blackpool to Barcelona, football's greatest rivalries«. 26 grannauppgerðir verða umrøddar. Millum annað nevnir Andy Mitten grannauppgerðina, hann sá millum B36 og HB á ovara vølli í Gundadali á hásumri í 2006, fyri tað einastu vinaligu grannauppgerðina í øllum heiminum. Eitt predikat, ið kann tæna HB, B36 og øllum Føroyum til stóran Sóma. Www.amazon.co.uk