mánadagur 4. august 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 146 - 4. august 2008
News of the World
hevur í hesum døgum
samrøðu við Mel
C, sum luttekur á
Summarfestivalinum
um vikuskiftið, og
hon er opin og ærlig
í samrøðuni, ið snýr
seg um ringu tíðina
við etingarólag, um
ikki at eiga børn,
og um tíðina í Spice
Girls, um endur
sameiningina av bólki
num og um korini hjá
børnum í dag
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Mel C hevur altíð svomið
ímóti streyminum, og nú -
sum 34 ára gomul, er hon
glaðari enn nakrantíð.
Mel C ger í samrøðuni
greitt, at hóast hon er tann
einasta av Spice-gentunum,
sum enn ikki er mamma, so
hevur hon ongar ætlanir um
tað.
Og hon vil fegin ærliga
siga, at hon heldur ikki
gongur við giftingarætlan-
um, hóast hon í mong ár
hevur gngið saman við Tho-
mas Starr.
Melanie Chisholm ger tó
greitt, at hon hevur tað gott
við børnum, og er glað, at
hinar eru mammur. Og tá
tær funnu saman aftur fyri
at fara á ferð saman sum
bólkur, so var tað, at børnini
vóru við, við til at ríka løtur-
nar, og tað var gott at koma
at kenna børnini hjá hinum
Spice-gentunum, sigur Mel
C.
Egin
Mel C var altíð eitt sindur
egin, tá tað snúði seg um
superbólkin Spice Girls.
Hon var tann einasta, sum
veruliga dugdi at syngja,
hin einasta, ið legði nakað í
sangskriving, men eisini
hin einasta, ið ikki kendi
seg væl og vakra ella nóg
serstaka til bólkin.
Í rokinum við Spice Girls
og tí at vera kendur, fylgdi
tí ymiskt keðiligt, og hon
hevði etingarólag.
Í mánaðir á ferð við bólki-
num, livdu hon av eitt sind-
ur salati. Hon rann og nýtti
tímar í venjingarhølum.
- Eg kendi ikki, at eg var
nóg vøkur til at vera í bólki-
num, og helt tí, at eg skuldi
hava besta kroppin, sigur
Mel C við News of the
World.
Vildi ikki endurtaka
Spice Girls
Hon viðgongur í samrøðuni,
at hon var ikki so glað fyri,
at Spice Girls skuldu finna
saman aftur.
Hon var ímóti hesum av
so mongum orsøkum, ið
mintu hana á tær ringu løtur-
nar, ið hon hevði hesa tíð-
ina, so tað skuldu sannfør-
andi orð til, innan Mel C
segði ja til at fara á ferð aft-
ur við heimsins kendasta
kvinnubólki, Spice Girls.
Tað er løgið, at sum
partur av størsta bólkinum
á jørðini, hevði eg tað so
keðiligt orsakað av mínum
etingarólag,
hugleiðir
Melanie C, ið viðgongur,at
hon hevur tað ringt við, at
hon sum slík hevur verið
fyrimynd hjá so mongum
ungum gentum.
Men at enda sannaði hon,
at sameingin av bólkinum
eisini fór at jarða nøkur
spøkilsi, ið annars vitjaðu
aftur og aftur, og tá hinar
vildu, so var hugsanin um
at gera eina stóra poppfram-
førslu, og at nýta tíð saman
við hinum limunum í Spice
Girls, sera lokkandi.
- Tað var eitt sera jaligt
upplivils.Vit vóru eldri og
klókari og fingu lagt ymiskt
afturum okkum, sigur Mel
C.
- Eg var aftur stolt av at
vera ein Spice-genta, og vit
eru nú meira sum systrar,
enn vinrir.
Men talan verðru neyvan
um eina endurtøku av sam-
einingini.
- Vit vistu, at tá hetta var
liðugt, so var hetta tað.
Ongantíð aftur, men hetta
var alt á ein góðan hátt, sig-
ur Mel C.
Liverpool
Í løtuni hugsar Mel C um
heimstaðin Liverpool, har
hon skal vera við til at kasta
ljós á eitt tiltak, ið hevur
samband við syrgiligu hend-
ingina, har 11 ára gamli
Rhys Jones var skotin, með-
an hann súkklaði á alfaraveg
fyri einum ári síðani.
- Eg eri úr Liverpool og
var ræðsluskigin við hugs-
anina um, at vit liva í einum
landi, sum gerst alt meira
merkt av harðskapi, sigur
Mel C, sum hevur heim í
bæði London og í Wales.
- Eg vaks upp í vanligum
arbeiðaraumhvørvi í Liver-
pool, og tá eg kom til hús
eftir skúlatíð, so sá mamma
onki til mín, tí eg var úti og
spældi. men børn í dag kun-
nu ikki gera tað, og tað óse-
ka við baraárunum verður
spakuliga tikið burtur, hug-
leiðir Mel C.
Fyri fáum árum síðani
var hon limur í heimskenda
bólkinum Spice Girls, ið
legði alt og øll fyri sínar føt-
ur. Um vikuskiftið stendur
hon á palli í Klaksvík á
Summarfestivalinum,
og
tað hevur hon sagt seg gleða
seg almikið til.
Stórur
áhugi fyri
festival-
plássum
Nógv fólk hava
tryggjað sar pláss
til tjaldið, bátin
ella húsvognin á
Summar Festivali
num, og Norðoya
Kunningarstova
heitir nú á fólk
um at biða um
pláss í seinasta
lagi mánadagin 4.
august.
Áhugin fyri Summar
Festivalinum er sera
stórur, og tað merkja
tey eisini á Norðoya
Kunningarstovu,
har
tey umsita plássini til
tjold, húsvognar og bát-
ar á Summar Festivali-
num.
Longu nú hava sera
nógv fólk tryggjað sar
pláss til tjaldið, bátin
ella húsvognin, men á
Kunningarstovuni ivast
tey ikki í, at enn fleiri
fara at biða um pláss.
Fyri at tryggja, at
plássini verða val býtt,
og arbeiðið val skipið,
heitir Kunningarstovan
nú á fólk um at biða um
pláss í seinasta lagi
mánadagin 4. august.
Summar Festivalurin
verður hildin í dogunum
frá 7. til 9. august
Mel C altíð
farin ímóti
streyminum