Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 146 - 4. august 2008 Ein av harðastu og mest eyðkendu føroysku rock­ bólkunum verður við á Summar Festivalinum næs­ ta vikuskiftið. Summar Festivalurin boð­ ar nú frá, at rockbólkurin SIC fer at spæla á festvali­ num í næstu viku. Skráin til Summar Festi­ valin var annars kunngjørd, men fyrireikararnir hava valt at taka tann originala og harða rockbólkin við afturat. ­ SIC spælir harðan og progressivan rocktónleik, og teir hava ein karismatisk­ an sangara. Innan sítt øki er SIC ein framúr góður bólk­ ur, og tí hava vit tikið teir við á skránna, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum. ­ Hetta slagið av tónleiki hevur ikki verið serliga væl umboðað á festivalinum, men tað gera vit nakað við nú. Vit halda, at tað klæðir Summar Festivalinum væl, at ein bólkur sum SIC eisini er við, sigur hann. SIC fer at spæla fríggja­ kvøldið, og tað verður eftir eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum, Melanie C. Mynd: Mureldur Tungmálmur á Summar Festivalinum Enn eitt navn er komið á plakatina hjá Summarfestivalinum. Lena fer eisini á pall í Klaksvík um vikuskiftið Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosalurin.fo Summarfestivalurin hevur sett nøkur nøvn afturat á skránna síðstu dagarnar, og sum tað seinasta er nú greitt, at Lena eisini verður við, tá Summarfestivalurin verður um vikuskiftið. Lena og Niclas hava ikki verið nógv at hoyrt í Føroy­ um í ár, men nú um ólavsøk­ una kom vend í, og tey spæl­ du á Futt í Býin konsertini í Tórsgøtu,har framførslan var væl eydnað . Og eisini syrgdu tey á ólavsøku fyri stak hugnaligari og tónleika­ liga góðaru løtu í Miðla­ húsinum á ólavsøku, Spæligleði og yvirskot merkir framførslurnar, so óivað er gott í væntu, tá Lena fer á pall í Klaksvík. Talið á samarittum, sum millum annað geva fyrstahjálp við skaðum og geva lívbjargandi fyrsta­ hjálp til ein sjúkrabil­ ur kemur, verður stør­ ri og størri hjá Reyða Krossi Føroya SAMAriTTAr Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Samstundis er tað eisini vorðið meira vanligt, at fyri­ skiparar av stórum tiltøkum í Føroyum – herímillum festivalum, konsertum, ólav­ søku og líknandi – venda sær til Reyða Kross Føroya við ynskinum um, at samar­ ittar eru til staðar til hesi til­ tøk. ­ Til komandi summar­ festival hava vit sett samarit­ tar fleiri støð í Klaksvík. Harafturat vóru vit eisini til staðar við G! Mini, Futt í býin og á ólavsøku. Í Havn er tað vorðin fastur vani, at hvørja ferð eitt tiltak við yvir 1000 fólkum er, so hev­ ur kommunan eisini sama­ rittvaktar við, sigur virk­ semisleiðarin fyri samarit­ tarnar í Reyða Krossi Før­ oya – Bo Warberg. Samarittar eru sjálvboðin, sum eru útbúgvin í kropslig­ ari og sálarligari fyrstuhjálp. Tey eru sostatt lærd til at geva eina skjóta og nágreini­ liga fyrstuhjálp á skaða­ staðnum. Bo Warberg sigur frá, at tá ið samarittarnir eru við í teimum heilt stóru tiltøkunum í Føroyum eru teir ofta har í samstarvi við løgreglu og sløkkilið. Løg­ reglan hevur í summum før­ um ikki kapasitet nokk til eisini at taka sær av serliga fólki, sum hava fingið smá­ skaðar, verða ov full og ann­ að. ­ Og í tí sambandinum skal strikast undir, at vit hava tagnarskyldu, sigur Bo Warberg. Uttan løn Við tí endamálið at fáa eyka royndir og serkunnleika hava fleiri samarittar í Før­ oyum harumframt verið við samarittum undir Danska Reyða Krossi á millum ann­ að Roskildefestival og eisi­ ni Jellinge tónleikafestival. Tað eru fyriskipararnir av teimum tiltøkum, har nógv menniskju eru samlaði, sum venda sær til Reyða Kross Føroya við ynskinum um, at samarittar eru til staðar við tiltakið. Sa­marit­ tarnir arbeiða uttan løn. Harafturímóti gjalda fyri­ skipararnir fyri samarittlut­ tøkuni til Reyða Kross Før­ oya, sum brúka pengarnar til neyðhjálp, menningar­ hjálp og sosialt arbeiði. Tað eru til tey fólkaríku tiltøkini, at samarittarnir serliga verða bidnir at hjálpa til Tryggur summarfestivalur Summar Festivalurin bjóðar tónleik og undirhald á fýra pallum tríggjar dagar Fimti Summar Festivalurin er fyri framman, og hetta er mest umfatandi festivalurin, tá ið tað snýr seg um tónleik og undirhald. Fyri fyrstu ferð verða konsertir á stóra pallinum á Vágsbøi í tríggj­ ar dagar, og harafturat verða tríggir pallar brúktir. ­ Í fjør tóku vit hósdagin við í skránna fyri fyrstu ferð, men vit brúktu ikki stóra pallin hóskvøld. Tað gera vit í ár, og vit rokna við nógvum fólki hóskvøld­ ið, tí Smokie og Húskallar fara at spæla á stóra palli­ num, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparun­ um av Summar Festi­vali­ num Stóri pallurin á Vágsbøi verður brúktur til konsertir hósdag, fríggjadag og leyg­ ardag. Umframt stóra pallin verða eisini konsertir og undirhald á trimum pallum afturat. Í Flags tjaldinum og á Torginum verða tón­ leikaframførslur, og einum serligum palli í Silvalandi verður tónleikur og undir­ hald til yngru festivalgestir­ nar. Lena eisini á Summar­ festivalinum Summar Festivalurin størri enn nakrantíð