Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 4. august 2008 13 Síðani vit fingu heima­ stýrisskipanina í 1948 hava vit havt meirilutalandsstýri í Føroyum. Hesi eru sprottin úr eini samgongu, sum vanliga varð skipað av einum meiriluta á tingi aftaná eitt løgtingsval. Hendingaferðir hava sam­ gongur verið umskipaðar og onkra ferð hevur løgtingsval verið útskrivað uttanfyri vanliga 4 ára skeiði. Høvuðsorsøkin til, at vit øll hesi mongu ár hava havt slíkar fastlæstar meirilutaskipanir, er, at upprunaliga stýrisskipanar­ lógin frá 1948 ásetti nakrar knortlutar reglur fyri vali av løgmanni, og samstundis ásetti, at tingið við avgjørdum meiriluta valdi landstýrismenninar eftir uppskoti frá løgmanni. Samstundis kundu løgmað­ ur og landsstýrismenn ikki koyrast frá í valskeiðinum, og bert Løgtingið sjálvt, eisini við avgjørdum meiri­ luta, kundi útskriva nýval. Tað vil siga, at vanliga parlamentarisman, sum vit kenna hana frá til dømis hinum Norðurlondum, var ikki galdandi her. Hinvegin skuldu løgmaður og lands­ stýri fara frá aftaná eitt løgtingsval, og nýtt lands­ stýri skipast.. Rættiliga skjótt gjørdist eisini vanligt hjá eini nýskipaðari samgongu at skriva eitt samgonguskjal, sum luttakandi flokkarnir bundu seg til. Hesi skjøl ella avtalur fingu mangan næstan “heilagan” týdning fyri teir, sum høvdu orðað avtaluna. Hjá einstøku flokkunum og tingmonn­ unum hevði, sum vera man, tað størsta týdningin , sum teir høvdu fingið inn í orðingarnar. Í mongum orðaskiftum vórðu hesar orðingarnar brúktar og misbrúktar, ikki minst millum samgongufelagar, tá ósemjur kundu taka seg upp. Samgonguavtalurnar vórðu – og verða framvegis – brúktar bæði til at noyða tiløk í gjøgnum, tí tey eru nevnd har, ella mótsatt steðga øðrum tiltøkum, tí tey ikki eru nevnd. Undir gomlu stýrisskip­ anarlógini var torført at arbeiða við ella skipa minnilutalandsstýri, men um viljin hevði verið til tess, hevði tað ikki verið heilt ómøguligt. Persónliga bar eg fleiri ferðir uppá mál at royna hesa loysn. Serliga í 1990, tá mítt egna landsstýri misti meirilutan, royndi eg at fáa møguleik­ an fyri einum slíkum lands­ stýri heldur enn at útskriva nýval. Men alt til fánýtis, eg fekk bert skomm og spott fyri slíkar tankar. Í 1995 fingu vit nýggja stýrisskipanarlóg, sum grundaði eina parlamentar­ iska skipan, har løgtings­ formaðurin gjørdist útnevn­ ari av løgmanni og sam­ stundis kanningarleiðari fyri eini skipan av lands­ stýri. Samstundis vórðu ávísar tíðarfreistir ásettar. Eisini fall burtur ásetanin um, at løgmaður skuldi frá aftaná nýval, tað vil siga hann kundi halda fram, um hann ikki meiriluta ímóti sær. Harafturat varð skipanin um, at einhvør løgtingssamtykt skuldi hava avgjørdan meiriluta avtikin. Í staðin varð innførd reglan um, at samtyktir vórðu gjørdar við fleiri atkvøðum fyri enn ímóti. Tað vil siga, at ein blonk atkvøða eisini fekk sín týdning, og ikki sum áður altíð varð roknað sum nei­atkvøða. Um­ framt, at nýggjur løgmaður varð útnevndur av tingfor­ manninum skal løgmaður nú útnevna landsstýris­ menn, og skal hendan útnevning kunngerðast tinginum. Tingið kann framvegis – men nú við vanligum meiriluta – útskriva nýval. Men løgmaður kann eisini av sínum eintingum útskriva nýval. Hóast lógin frá 1995 gevur møguleikar fyri minnilutastjórnum, so hevur gamli vanin við meirilutasamgongum og samgonguskjølum hildið fram. Á tann hátt er ein minniluti í tinginum í stóran mun settur uttanfyri politiska ávirkan, meðan meirilutin hevur virkað sum ein serligur A­bólkur av tingmanningini. Hetta hevur verið lagið líka frá 1948 og er tað farmvegis. Antin ert tú samgongu­ maður ella ert tú andstøðu­ maður. Samstundis hevur einstaki samgongumaðurin eitt serligt vald, alt eftir, hvussu stór samgongan er. Hevur hon bert ein lim í meiriluta, so er valdið (og við hvørt ávirkanin) størri enn, um talið av sam­ gongulimum er størri. Samgonga uttan avgjørdan meiriluta Í løtuni (til 31.juli 2008) er ein samgonga við 17 av 33 tingmonnum.Men nú hevur ein tingmaður boðað frá, at hann ikki stuðlar sam­ gonguni longur. Og so stingur spurningurin seg um minnilutalandsstýri seg upp. Verandi støðan (í skrivandi stund) er, at landsstýrið byggir á eina samgongu við 16 ting­ monnum. Vandin hjá landsstýrinum er tí, at tað ikki hevur trygd fyri at fáa síni uppskot samtykt, um øll andstøðan atkvøður ímóti. Og um øll andstøðan er samd­ hvat hon tó sjáldan vil vera – so kann hon samtykkja uppskot uttanum landsstýrið. So leingi løgmaður ikki hevur fingið meiriluta beinleiðis ímóti sær við serligari atkvøðugreiðslu, kann hann og landsstýri halda fram. Men greitt er, at hetta krevur nakað av landsstýrismanningini og tingmanningini aftanfyri landsstýrið. Tí nú fær í øllum førum ein partur av andstøðuni størri ávirkan. Spurningurin um minni­ lutastjórn er tí vorðin aktu­ ellur. Men kortini er hann eitt sindur teoretiskur enn, so leingi sum landsstýrið hevur 16 mandatir aftan fyri seg. Men hetta kann broytast, nú fyribils ein er lopin frá. Núverandi lands­ stýri er tí ikki ein nátúrlig mynd av eini minniluta­ stjórn. Tað er serliga frá hinum norðurlondum vit kenna minnilutastjórnir, bæði Danmark, Noregi, Svøríki og Íslandi, men serliga úr Noregi og Danmark. Noreg hevur tað serstøðu, at har kann nýval ikki útskrivast í fýra ára skeiðinum hjá Stórtingi­ num. Tí hava norðmenn fleiri ferðir havt stjórnar­ skifti í sama valskeiði. Í Danmark er tað næstan vanligt at hava minniluta­ stjórnir, tað er beinleiðis sjáldsamt við meiriluta stjórnum. Í báðum hesum londum er vanligt við sokallaðum stuðulsflokk­ um. Men stuðulsflokkar kunnu virka og arbeiða á ymiskan hátt. Við hvørt virka teir beinleiðis sum tættur samarbeiðspartnari og luttaka næstan á líkan fót við stjórnarflokkin ella –flokkarnar. Til aðrar tíðir geva teir bara til kennar, at teir ikki uttan víðari vilja fella eina stjórn, tí teir meta, at hon er frægari enn okkurt annað alternativ. Ein meiri nátúrlig føroysk minniluta stjórn hevði tí verið eitt landsstýri við einum ella tveimum av teim størru flokkunum. Teir smærru flokkarnir eru sjáldan partur av sjálvari stjórnin, men fáa ofta ávirkan í politskum sam­ ráðingum um týðandi mál. Einflokka ella tveyflokka minnilutastjórn Soleiðis sum eg síggi polit­ iska landslagið í Føroyum í løtuni er tað bert tveir flokkar, sum teoretiskt kunnu skipa eitt landsstýri einsamallur. Og tað er Javnaðarflokkuri ella Fólkaflokkurin. Javnaðar­ flokkurin hevur tann (lítla) fyrimun, at hann hevur løgmann í løtuni, og tí nýtist einki “formannsum­ far” at vera, men samstund­ is hevur hann møguleikar fyri at samráðast við allar hinar flokkarnar um týð­ andi mál, uttan at ov nógv fer av hansara egnu meginsjónarmiðum. Tað sama er fyri so vítt galdandi fyri Fólkaflokkin. Hann hevur góðar møgu­ leikar at samráða seg til loysnir, bæði á búskapar­ liga, vinnuliga og útbygg­ ingarliga økinum eins og á sjálvstýrisleið. Fyri Tjóð­ veldisflokkin og Samband­ sflokkin er galdandi, at teir hava ov nógvar serstøður, sum hvørva, um teir einsa­ mallir skulu sita í einum landsstýri og samráða seg til ymiskar neyðsemju­ loysnir. Um vit skuldu havt eitt tveyflokka minniluta landsstýri, so meti eg, at eitt slíkt við luttøku frá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum hevði havt bestu møguleikar at staði fyri skilagóðum loysnum. Hesir flokkar eru hóast alt miðleingjan í føroyskum politikki, og teir kundu fingið góðar semjur við bæði Tjóð­ veldisflokkin og Sam­ bandsflokkin, tó ofta hvør sær. Í ávísan mun eisini við smærru flokkarnar. Ein minnilutastjórn skal ikki hava nakað samgongu­ skjal, men sjálvandi nakrar høvuðsætlanir. Síðani fer politiska arbeiði í gongd. Tað kundi veri spennandi og demokratiska skipanin fær betri umstøður. Loysnin við, at løgmaður (ella tingið) útskrivar nýval hjálpir einki uppá støðuna. Minnilutastjórn, parlamentarisma, demokrati Jógvan SundStein Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góða mamma, vermamma og omma okkara Gunver von Jessen fødd Zachariasen - vanliga nevnd Dyssa andaðist fríggjadagin 1. august í Nivå, 78 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Nivå kirkju, Nivå Kirkevej 2, fríggjadagin 8. august kl. 15.00. Vegna familjuna Thomas, Franz og Johanne Malene von Jessen Norskir dansarar á vitjan Eitt ferðalag upp á 35 dansarar frá Namdalsringen í Trondelag hava seinastu dagarnar verið á vitjan í Føroyum, har teir hava havt dansiframsýningar í Havn DANSIVITJAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var í veruleikanum av tilvild, at dansihópurin Namdals­ ringen kom til Føroya. Vit tosaðu um, hvar vit skuldu fara, og tað vóru fleiri uppskot at velja ímillum, men tað endaði so við, at vit valdu Føroyar, sigur leiðarin fyri dansibólkinum, Irene Vannebo. Tey komu í samband við dansifelagið Tøkum Lætt, sum hevur hjálpt til við at skipa fyri ferðini. Tey komu við Norrönu fyri 14 døgum síðani og tey seinastu fara avstað aftur í dag. Tey lata serstakliga væl at ferðini, og rósa vertinum Undir Fjalli, har tey búðu, upp til skýggja. Hann hevur verið so einastandandi hjálpsamur og fyri­ komandi og hevur staðið til tænastu alla tíðina. Og ikki minst takkað verið honum hevur uppihaldið í Føroyum verið so stak gott, sigur Irene Vannebo. Tey hava havt nakrar dansi­ framsýningar í høvuðsstað­ num, millum annað á Vagli­ num á ólavsøku. Talan er um traditionellan norskan fólkadans. Eingin av teimum 35 dansifólkunum hava verið í Føroyum fyrr, so tað hevur verið ein spennandi uppliv­ ing fyri tey øll. Namdals­ ringen kemur frá Trøndelag beint norðan fyri Trond­ heim. Irene Vannebo letur serstakliga væl at ferðini í Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen