mánadagur 4. august 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 146 - 4. august 2008
Nyhedsavisen stórt undirskot
Ókeypis dagblaðið, Nyhedsavisen, merkir av álvara hørðu
kappingina á marknaðinum. Árið í fjør endaði við einum
undirskoti á 335 milliónir krónur, og harvið er egin
kapitalurin burtur. Framhaldandi raksturin er tryggjaður
við einari gjaldskonventering upp á 243 milliónir krónur
og einum innskoti av eigaranum, Morten Lund, umvegis
felag sítt, ML Medie ApS upp á 60 milliónir krónur.
Roknað verður við einum undirskoti í 2008 eisini, men
leiðslan væntar, at tølini javnviga áðrenn árið er farið.
Nýgift myrd á brúdleypsferð
Løgreglan á karibisku oynni Antigua stendur á berum í málinum
um ránið og drápini av bretsku hjúnunum, Benjamin og Catherine
Mullany. Brúðurin, sum varð rakt í síðuna avhøvdinum, doyði á
staðnum, meðan brúðgómurin doyði í gjár. Hóast hotellið er
innhegnað, hevur sjónvarps upptøkutól, røringarsensorar og
vaktarmenn, so stendur løgreglan uttan spor í málinum. Familjan
flutti Benjamin Mullany heim til Wales, fyri at tryggja honum bestu
læknahjálp, men læknarnir søgdu hann at vera heiladeyðan, og í
gjár varð so respiratorurin sløktur.
- Vit hava 84 fiski-
dagar við útróðrar-
bátinum Kallanesi,
sum eg eri við, men
skulu helst hava
120 fiskidagar, um
raksturin skal hanga
saman. Nú ætlan
landsstýrismansins
er at skerja hesar
dagar við 50%, koma
vit at mangla 80
dagar, og tá ber slett
ikki til at fáa nakran
sum helst rakstur
í útróðurin, sigur
Auðunn Konráðsson,
formaður í Megin-
felag Útróðrarmanna
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Uppskotið hjá landsstýris
manninum í fiskivinnu
málum, Tórbjørn Jacobsen,
snýr seg í stuttum um, at
fiskidagarnir hjá húkaflot
anum skulu skerjast við
50% og fiskidagarnir hjá
partrolaraflotanum
við
20%.
– Men hetta er ikki allur
sannleikin, sigur formaður
in í Meginfelag Útróðrar
manna, Auðunn Konráðs
son.
Hann vísir á, at útróðrar
bátar í bólki 5a og 5b eftir
ætlan landsstýrisins skulu
skerjast við 50%, men hetta
er umframt teir 5.000 dag
arnar, sum hesin bólkur
fekk tillutaðar stutt eftir, at
fiskidagaskipanin var kom
in í gildi.
– Í 1997 varð hildið, at ov
fáir fiskidagar vóru til út
róðrarbátar undir 15 tons –
ávikavist í bólki 5a og 5b,
og tí fekk hesin bólkur til
lutaðar 5.000 fiskidagar
eyka.
Auðunn sigur, at sambært
fyriliggjandi uppskoti hjá
landsstýrismanninum skulu
hesir 5.000 dagarnir fyrst
takast burtur, og síðan skulu
dagarnir, sum tá eru eftir,
skerjast við 50%.
– Hetta kemur at merkja,
at samlaða talið av fiski
døgunum í bólki 5a og 5b
verður skert úr umleið
21.000 døgum niður í um
leið 8.000 fiskidagar.
Formaðurin í MÚ heldur
ikki, at landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum kann
vera
rætt
»samanskrúv
aður«, sum hann tekur til,
tá hann heldur, at útróðrar
flotin tolir eina slíka skerj
ing.
– Hetta er jú púrasta
burtur úr vón og viti, leggur
hann aftrat.
Einki grundarlag
Auðunn Komráðsson er
sjálvur útróðrarmaður við
bátinum Kallanesi, sum
fiskar í bólkinum, ið fevnir
um bátar millum 40 og 110
brt. Hetta er bólkur 4a og
4b – alt eftir, hvussu stórur
báturin er.
– Vit hava 84 fiskidagar,
men skulu helst hava 120
fiskidagar, um vit skulu fáa
raksturin at hanga saman.
Vit keypa dagar ella handla
okkum til dagar á ymiskan
hátt. Nú ætlan landsstýr
ismansins er at skerja dag
arnar í bólki 4a og 4b við
50%, koma vit at mangla
80 dagar, og tá ber slett ikki
til at fáa nakran sum helst
rakstur í útróðurin.
Formaðurin í Meginfelag
Útrórðarmanna vísir á, at
treytin fyri at sleppa at selja
dagar er, at skip ella bátar
hava brúkt 60% av fiski
døgunum árið fyri, og tí
kann tað verða torført at
sleppa fram at óbrúktum
døgum.
Hann sigur, at hetta er
treytin fyri at sleppa at selja
fiskidagar – bæði ár um ár
og permanent.
– Eg skilji slett ikki
logikkin í at fremja hesar
skerjingar, og eg ivist í, um
ikki okkurt annað liggur
aftanfyri ætlan landsstýris
ins. Tað má vera onkur
størri og miðvísari ætlan,
sum liggur til grunds fyri tí
fiskivinnupolitikki, ið lands
stýrið hevur sett út í kortið.
Avtaka trygdina
Sosialurin hevði prát við
Auðunn
Konráðsson
í
morgun, áðrenn umboðs
nevndin hjá Meginfelag
Útróðrarmanna fór á fund.
Nú fundur er lokin, er
niðurstøðan, at umboðs
nevndin hevur givið starvs
nevnd felagsins heimild til
at seta neyðug tiltøk í verk,
um starvsnevndin heldur, at
tað er gongda leiðin.
– Vit hava tó ikki tikið
nakra avgerð um, hvørji
tiltøk kundu verið møgulig,
men hetta er nakað, sum vit
í starvsnevndini – og møgu
liga saman við øðrum feløg
um – nú fara at tosa um,
sigur Auðunn.
Hann vísir á, at um
feløgini, sum varða av
fiskivinnuni, nú ikki taka
lógvatøk saman, kann alt
gera tað sama.
– Hetta er ein spurningur
um lív ella deyð hjá okkara
fiskivinnu, hvørki meira
Ætlaða skerjingin burtur úr v
Meginfelag Útróðrarmanna
verður stjórnað av eini
starvsnevnd, og tað er ikki
vanligt, at umboðsnevndin
verður kallað til fundar. Á
fundinum í morgun gav
umboðsnevndin
starvsnevndini heimild til at
seta í verk møgulig tiltøk, nú
politiski ágangurin á
útróðrarvinnuna er so stórur
Mynd: Vilmund Jacobsen