mánadagur 4. august 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 146 - 4. august 2008
nøvn
- Nú løgtingið í
morgin fer at viðgera
fiskidagar fyri
komandi fiskiár,
bendir mangt á, at
ætlanin hjá lands-
stýrismanninum í
fiskivinnumálum er
at taka grundarlagið
undan allari fiski-
vinnuni, bæði á
sjógvi og landi,
sigur formaðurin í
Meginfelag Útróðrar-
manna, Auðunn
Konráðsson
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Klokkan 10 í morgun kom
umboðsnevndin hjá Megin
felag Útróðrarmanna saman
á fundi í Nólsoyarstovu í
Havn at røða um støðuna,
nú løgtingið í morgin fer at
viðgera uppskot landsstýris
ins um fiskidagar fyri kom
andi fiskiár.
Øll limafeløg hjá Megin
felag Útróðrarmanna kring
landið hava sítt umboð í
umboðsnevndini, og hesi
eru eini 1012 í tali.
Í tí dagliga er tað starvs
nevndin í MÚ, sum tekur
sær av felagsuppgávunum,
og formaður í starvsnevndini
er Auðunn Konráðsson, ið
er virkin útróðrarmaður
umborð á útróðrarbátinum
Kallanesi, sum fiskar í
bólki 4.
Politiskur ágangur
Tað er ikki vanligt, at um
boðsnevndin verður kallað
saman, men vit halda, at
hetta er neyðugt, nú polit
isku ætlaninar eru vorðnar
ótolandi fyri fiskivinnuna.
Vit fara at røða um, hvat
kann gerast, og tað er ikki
óhugsandi, at vit fara at seta
tiltøk í verk.
Auðunn heldur ikki, at
útróðrarfeløgini kunnu sita
hendur í favn, nú politiski
ágangurin móti teirra lívs
grundarlagi er vorðin so
stórur.
Nú løgtingið í morgin
fer at viðgera fiskidagar
fyri komandi fiskiár, bendir
mangt á, at ætlanin hjá
landsstýrismanninum er at
taka grundarlagið undan
allari fiskivinnuni, bæði á
sjógvi og landi.
Hann sigur, at tilmælið
hjá landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum, Tórbjørn
Jacobsen, eins og signalini
hjá samgongini, sum eru
komin undan kavi, eitt nú í
løgmansrøðuni á ólavsøku,
eru ein katastrofa fyri alla
fiskivinnuna.
Verður uppskotið hjá
landsstýrinum um ætlaðu
skerjingarnar í fiskidøgun
um samtykt, kemur tað at
merkja, at 90% av húka
flotanum fer av knóranum.
Ikki bert dagar
Auðunn Konráðsson vísir
á, at í fylgiskjølum til løg
mansrøðuna verður eisini
nevnt, at minstiforvinn
ingurin við tíðini – og
soleiðis helst eisini minsta
lønin – kemur at fella
burtur.
Við smáum stavum
verður skrivað um liberalis
ering og um, at vinnan skal
byggja á marknaðartreytir,
leggur hann aftrat.
Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna sigur, at
sum eitt »plástur« á sárið
ætlar landsstýrið eftir øllum
at døma at taka burtur
avmarkingarnar fyri land
ingum uttanlands.
– Ætlaða skerjingin í
fiskidøgum fer at gera tað
ómøguligt at reka skip og
bátar, samstundis sum fiska
virkini fara at liggja í fiska
loysi. Vit duga tí ikki at
síggja hetta øðrvísi enn, at
landsstýrið ætlar at útrudda
alla fiskivinnu í Føroyum,
bæði á sjógvi og landi, sigur
Auðunn Konráðsson.
Væl møttur
Umboðsnevndarfundurin
hjá
MÚ,
sum
byrjaði
klokkan 10 í morgun, var
væl møttur.
Hóast hetta er feriutíð,
vóru flestu umboðini kring
landið møtt og tey, ið ikki
høvdu møguleikan at verða
við, vóru frammanundan
kunnaði um fundin og fóru
somuleiðis at fáa ta kunning
eftir fundin, sum neyðug er
fyri, at alt meginfelagið
kann standa saman um tær
niðurstøður, sum væntandi
verða gjørdar á fundinum.
Landsstýrið
útruddar útróður
– Tilmælið hjá
landsstýrinum um
fiskidagar fyri komandi
fiskiár er ein katastrofa,
sigur formaðurin
í Meginfelag
Útróðrarmanna,
Auðunn Konráðsson
Mynd: Vilmund Jacobsen
ón og viti
ella minni, leggur formað
urin í Meginfelag Útróðrar
manna dent á.
Tað er heldur ikki fallið í
góða jørð millum útróðrar
menn, at ætlan landsstýris
ins eisini er at taka burtur
minstaforvinningin, sum er
galdandi fyri útróðrarflot
an.
Lítið er at ivast í, at
hetta bara er byrjanin. Tað
næsta verður, at lagt verður
eftir minstulønini hjá fiski
monnum
annars,
sigur
Auðunn.
Hann vísir á, at fiskiog
útróðrarmenn eisini hava
sínar skyldur at røkja – eins
og aðrir borgarar í sam
felagnum.
– Vit hava ikki havt stór
vegis brúk fyri minstafor
vinninginum í longri tíð,
men hetta er ein trygd, tá
tað gongur ringast. Sama er
við
minstulønini
hjá
fiskimonnum annars, sigur
formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna,
Auðunn
Konráðsson.
Umboðsnevndarlimir
hjá Meginfelag
Útróðrarmanna havt sett
seg til borðs, og
bíðað verður eftir seinastu
umboðunum, áðrenn
fundurin verður settur.
Hetta er fyrsti umboðs
nevndarfundur hjá
Auðunn Konráðsson, sum
hevur verið formaður í
MÚ seinastu sjey árini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Maddie-skjøl almenn
Frágreiðingar við túsundtals síðum við teorium um, hvussu tann
nú fimm ára gamla enska gentan, Madeleine McCann, kann
verða horvin, verður í dag almannakunngjørt av portugisisku
løgregluni, sum hevur kannað málið. Maddie hvarv í mai
mánað 2007 frá frítíðarstaðnum Praya de Luz í Portugal, og
hóast mong spor eru kannað, er gentan framvegis ikki komin
aftur í aftur. Mett verður, at frágreiðingarnar telja upp móti
20.000 síðum, so starvfólk hjá almenna ákæranum í Algarve
fær úr at gera, tí tað eru tey, sum skulu fjølrita skjølini til
journalistar, sum hava biðið um innlit í málið.
Foreldur gloymdu barn
Tit hava gloymt barn tykkara eftir í floghavnini. Tað vóru boðini, eini
hjún fingu umborð á flogfarinum. Familjan var í seinna lagi til flogfarið
og skundaði sær gjøgnum altjóða floghavnina í Tel Aviv, Ben Gurion,
fyri at náa flogfarið. Í skundinum fingu tey teirra 18 kuffertir, taxfree
innkeypið og fýra av teimum fimm børnunum. Seinasta barnið, ein
tríára gomul genta, gloymdu tey eftir í floghavnini. Har fann ein
løgreglumaður grátandi barnið, sum gekk og rópti eftir mammu síni.
Foreldrini uppdagaðu einki fyrr enn flogternur søgdu teimum, at tey
høvdu gloymt gentuna.