mánadagur 4. august 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 146 - 4. august 2008
tíðindi
-Tað verður sagt
av mongum, at nú
skulu fiskastovnarnir
byggjast uppaftur, og
tað er tað sama sum
at minka fiskiskapin
ella halda heilt uppat.
Hetta hevur víst seg
ikki at passa, oig tað
eru mong dømi um, at
fiskur kemur ikki aftur,
um tað verður steðgað
við at fiska, skrivar
Olaf Olsen, fyrrveandi
vinnulívsmaður og
politikari í hesari
viðmerkingini til tær
ætlaðu broytingarnar í
fiskivinnuni
hugleiðingar
Olaf Olsen
Fleiri og fleiri skip leggja,
oljuprísurin er á himmalferð,
løgmaður veit ikki síni livandi
ráð, og føroyingar flyta burtur og
koma helst ikki aftur. Umframt
hetta eru fiskastovnarnir
niðurfiskaðir. Soleiðis hevur
ljóðað í seinastuni
Tað jú soleiðis, at alt eftir, hvar
tú ert í samfelagnum, so síggja
kreppur ymiskar út. Eg veit tað
frá mær sjálvum, og eg síggi, at
onnur hava tað nakað á sama
hátt. Spyr bert, um tað ikki er
rætt at spara í trongum tíðum, og
tey flestu halda, at tað er rætt,
men tað eru sera fá, sum halda,
at tað er rætt at spara á tí rókini,
har tey sjálvi sita. Hetta er ein
royndur lutur. Tann, sum er settur
til at spara á fleiri feltum - eisini
har hann sjálvur er – man hava
ásannað mangar ferðir, at tað er
torført at fáa umboðini fyri tann
sektorin, sum sparast skal á, at
ganga við til at spara hjá sær. Eg
eri nú mest uttan fyri tað, sum
eg annars havi verið uppi í, men
eg veit ikki, um eg dugi at síggja
tingini frá einum meira
neutralum støði.
Oljukreppur hava verið fleiri.
Ein byrjaði í 1979. Samstundis
var ein onnur kreppa, sum tó sást
og hoyrdist lítið til. Øll londini
við Norðuratlantshavið settu síni
fiskimørk út á 200 fjórðingar.
Hetta gekk mest út yvir føroy-
ingar, tí so stórur partur av okk-
ara veiðiflota royndi uttanfyri tað
nýggja føroyska sjómarkið, og
vit høvdu hvørki royndirnar ella
førini til at seta inn á ta føroysku
leiðina.
Hættir at loysa
kreppur uppá
Tey flestu vilja helst siga, at
hátturin at loysa kreppur uppá
við at veita ymisk sløg av
studningi, sum varð byrjaður í
1975, og tók dik á seg í 1979, var
skeivur, og helst førdi til ta stóru
kreppuna, sum kom í 1990 og út
eftir.
Óivað var tað so, at av tí at
studningurin var verðandi og
ikki lækkaður aftur, hóast tað
kundi verið gjørt, so fór tað av
sporinum til endans. Hann
varð ongantíð játtaður av
løgtinginum meira enn eitt ár í
senn. Tað vóru aðrar lógir, sum
eisini áttu at verðið avtiknar
fyrr, enn tær vórðu. Til dømis
var lógin, sum kallaðist “Stuðul
til endurnýggjan av
fiskiskipaflotanum”, í gildi
nógv ár aftaná, at fleiri før ikki
áttu at komið inn í flotan. Tað
hevði verið áhugavert, um
onkur fór at kanna og lýsa bæði
tær positivu og negativu
síðurnar á stuðlinum.
Prinsipielt haldi eg ikki, at tað
altíð er skeivt at veita stuðul,
heldur ikki til eina høvuðsvinnu,
men trupulleikin er, at tað skulu
sterkir politikarir til at passa
slíkar lógir, og tað er tíverri ikki
altíð, at teir eru til steðar
Eg haldi, at um studningurin
hevði verðið avtrappaður frá
1984 og úteftir, so hevði ikki
verið so ógvislig kreppa fyrst í
1990-unum, men tá ið hann
næstan allur varð avtikin eftir
bert tveimum árum, so mátti tað
geva ein skelk.
Ofta er tað soleiðis, at tá ið
nakað verður gjørt, sum vísir seg
at vera skeivt, so verður sagt, at
hetta skal aldrin henda aftur, og
so fer man yvir í hina grøvina,
sum mangan er líka skeiv sum
tann, man roynir at koma
burturúr. Tí eigur fyrsta
hugsanin, ein ger sær, at ansa
eftir, at ikki verður farið ov langt
yvir í hitt borðið, tí tað kann
geva líka stóra slagsíðu, men bert
á mótsett borð.
Í Føroyum í dag er tað ikki
gott latín at siga, at tað kann vera
rætt at stuðla nakað, sum hevur
við vinnulívið at gera, men eg eri
ikki samdur, og okkum tørvar
ikki at fara so langt út í heimin
fyri at síggja, at nógvur stuðul
verður veittur av ymiskum slag,
og summa staðir verður tað rópt
búskaparligt undur, sum tað
hevur ført við sær. Til dømis eru
Portugal og Írland dømir um
hetta. Annars var talan um, at ES
skuldi halda uppat við sínum
landbúnaðarstuðli, men tað eru
astronomiskar upphæddir, sum
enn verða veittar. Um tað er gott
ella ikki, dugi eg ikki at døma
um.
Fiskivinnupolitikkur
Nú hava vit havt eina fiskivinnu-
skipan síðani 1996, sum byggir á
veiðiorku. Eg haldi, at skipanin
er góð, men av tí, at hon byggir á
veiðiorku, so má eisini fylgjast
við, hvussu veiðiorkan er, og
hvussu og um hon broytist. Tað
er jú meiningsleyst ikki at fylgja
við og kanna, hvussu hon háttar
sær. Skip koma og fara úr
flotanum, og ymist verður gjørt
við tey, sum kann broyta veiði-
orkuna. Tað má vera eftirlit við tí
á sama hátt, sum eftirlit er við
fiskiskapinum úti til havs. Eg vil
halda uppá, at tað er lættari at
hava eftirlit við viðurskiftiunum
umborð á skipunum enn tað er at
hava eftirlit til sjós, t.d. við hvat
verður útblakað av fiski. Tað eru
nógvir stovnar og fyritøkur, sum
vita, havt hendir við tí, sum
verður gjørt umborð á skipunum
við nýggjum tólum og øðrum, og
tað er lítið fyri hjá myndug-
leikunum at biðja tey hava eftirlit
við, hvat verður gjørt, og siga
myndugleikanum frá tí. Teir
flestu av hesum stovnum eru ofta
umborð á skipunum kortini, og
kunnu tí saktans boða frá teimum
broytingum, sum hava ávirkan á
veiðiorkuna.
Hvat eigur at verða brúkt sum
mát fyri veiðiorku kunnu kanska
vera ymiskar meiningar um. Hjá
trolarum eru fiskidagar og
pelatrekk hampiliga góð mát, og
hjá línuskipum dagar og húkar.
Eg hugsi, at um tað verður fylgt
væl við hesum, so ber til at halda
tað á einum brúkiligum støði,
men sum nevnt, so skal tað hond-
hevast fyri at kunna virka
nøktandi.
Eg minnist, at Jóhann Sigur-
jónsson, leiðari á fiskirannsóknar-
stovuni í Íslandi, segði við meg,
at hatta er helst ein góð skipan,
men hvussu kunnu tit halda skil
á veiðiorkuni? Eg helt við hann,
at tað átti at vera lættari at halda
skil á veiðiorkuni, enn at fylgja
við tí, sum hendir umborð á
skipunum í sjónum. Eg veit ikki,
Hugleiðingar undir víkjandi búskapi
- Í Føroyum er tað ikki gott latín at siga, at tað kann vera rætt at stuðla nakað, sum hevur við vinnulívið at gera