mánadagur 4. august 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 4. august 2008
17
tíðindi
um eg havi rætt, men eg haldi
sum nevnt, at tað eigur at bera
til.
Við í føroysku skipanini eru
eisini stongdar leiðir. Tað haldi
eg vera skilagott, tí tá kunnu
leiðir avmarkast, har ymiskar
grundir eru til ikki at fiska á
teimum. Eisini er gott, at tað eru
leiðir, har fiskur kann fáa frið, tí
fiskur er ikki býttari enn allir
aðrir skapningar. Hann fer hagar,
sum hann fær frið. Eru tað leiðir,
sum tað er liviligt hjá fiski at
vera á, sum stongdar eru, vil tað
eisini verja fyri, at fiskurin
verður trároyndur, tí hann fær
sum nevnt frið har. Hetta er ein
góð skipan, um hon verður brúkt
við skili. Tað man vera minst
helmingurin av leiðini innan fyri
200 metra dýpi, sum er friðað
fyri troling.
Niðurfisking og upp
bygging av fiskastovnum
Tað verður nógv tosað um at
niðurfiska stovnarnar, og hvussu
teir kunnu byggjast uppaftur. Tað
hevur víst seg, at fiskiskapur
hevur ikki tann størsta týdningin
fyri, hvussu stórur ein fiska
stovnur er. Hann hevur týdning,
men aðrir faktorar hava stóran
týdning.
Tað verður sagt av mongum,
at nú skulu fiskastovnarnir
byggjast uppaftur, og tað er tað
sama sum at minka fiskiskapin
ella heilt halda uppat. Hetta
hevur víst seg ikki at passa. Tað
eru mong dømir um, at fiskur
kemur ikki aftur, um tað verður
steðgað við at fiska.
Eg havi ikki hoyrt vísindina
úttalað seg enn um hetta, men eg
vænti, tað kemur. Men tað
gongur ofta so leingi, áðrenn tað
frá vísindaligari síðu verður
ásannð, at nakað ikki er, sum tey
hava hildið. Eg haldi meg ikki
vera nakran vísindamann, men so
mikið havi eg av royndum á
hesum øki, at eg tori at úttala
meg so avgjørdur. Tað eru aðrir
faktorar, sum gera, at ein stovnur
veksur ella minkar. Eitt annað er,
at um vit skulu hava javnan
fiskiskap, so skulu vit so langt
niður í veiðu, at tað vil vera
høpisleyst at gera tað. Vit mugu
liva við, at tað er meira fiskur til
eina tíð enn eina aðra. Tað hava
vit liva við leingi, og tað ber
eisini til at halda fram við tí.
Kreppur koma og fara
Kreppur vara sjáldan við í nógv
ár, og tað ger hendan helst heldur
ikki, hóast vit ongantíð vita tað
fyri vist. Tær kreppur, sum eg
sjálvur havi upplivað, hava vart í
nøkur fá ár. So stilla tingini seg
aftur hvørt eftir øðrum, t.d. við
inflatión, og takið hevur verið at
yvirliva tvørturum tað tíðar
skeiðið, til tingini hava normali
serað seg aftur. Tað kann vera
hart, og fleiri fyritøkur kunnu
fara av knóranum. Tað í sær
sjálvum er kanska ikki so ringt
fyri samfelagið, men tað kann
taka fast fyri tey, tað rakar. Fyri
samfelagið kann tað eisini verða
trupult, um tað er ein stórur
partur, sum steðgar upp, tí so
kann verða leingi at koma í
gongd aftur. Tá haldi eg, tað
kann vera rætt at hjálpa til fyri at
minka um longdina á kreppu
tíðini.
Nógvir føroyingar eru rættiliga
mobilir, táið tað kemur til at
finna arbeiði uttanlands. Sjó
menn, bæði í fiskivinnu, olju
vinnu og í farmavinnuni, hava
valla trupulleikar við at finna
arbeiði uttanlands, um ov lítið er
at gera eina tíð, og tað hevur
eisini víst seg at vera møguligt
hjá handverkarum at finna
arbeiði uttanlands. Hetta kann
vera ópraktiskt fyri teir, men fyri
at lívbjarga sær og sínum kann
tað vera ein loysn. Verða teir
búgvandi í Føroyum, so er tað
inntøka fyri landið, og aðrar
staðir verður tað roknað sum ein
fyrimunur, at borgarar í landinum
virka í útlandinum, serstakliga
um tað er arbeiði, sum krevur
ávísa útbúgving.
Tað er nógv frammi fyri tíðina,
at føroyingar velja sær eina
útbúgving uttanlands, sum ikki
kann brúkast í Føroyum, tí tað
slagið av vinnu, teir hava útbúgv
ið seg til, ikki er í landinum. Eg
haldi ikki, at Føroyar hava skyldu
til at útvega teimum arbeiði, sum
fara burtur at lesa, um tey lesa til
tað, sum ikki finst í Føroyum. Tá
haldi eg, at viljin til at koma
heimaftur, ikki er nóg stórur,
men lesa tey fyri at útbúgva seg
til nakað, sum tey sjálvi kunnu
seta á stovn í Føroyum, so er tað
sjálvandi nakað annað.
Vit hava yvirlivað fleiri krepp
ur, og vónandi koma vit ígjøg
num hesa við, og at alt, sum
gerast kann, eigur at verða gjørt,
fyri at kreppan ikki verður alt ov
hørð fyri fólkið, her býr. Tað eru
hóast alt ikki so fá, sum koma
eftir, at grasið í Føroyum er
kanska líka grønt sum aðrastaðni.
-Fiskivinnuskipanin,
sum vit fingu í 1996,
er góð, men av tí at
hon byggir á veiðiorku,
má eisini fylgjast við,
hvussu veiðiorkan er, og
hvussu hon broytist