Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 146 - 4. august 2008 - Tað sigur seg sjálvt, at skulu bátarnir lóggevast at liggja 320 dagar við bryggju, so kunnu endarnir ikki røkka saman, sigur Kjartan Joensen, vinnmulívsmaður og fyrrverandi løgtingsmaður Fiskivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Á skrivstovu síni í Leirvík situr Kjartan Joensen og bíðar eftir, hvat Løgtingið fer at gera, við uppskotið hjá Torbirni Jacobsen, lands­ stýrismanni um at at skerja veiðimøguleikarnar næsta fiskiár. Sjálvur er Kjartan Joensen reiðari á trimum bátum, sum allir verða raktir, um uppskotið verður samtykt. Hann hevur trol­ bátarnar Birting og Norð­ leiv og útróðrarbátin Høvn­ ina, og Kjartani Joensen nýtist ikki langa umhugs­ unartíð, tá hann fær spurn­ ingin, hvat tær ætlaðu skerj­ ingarnar fara at merkja fyri hansara bátar. – Vit kunnu gott taka allar bátarnar undir einum. Teir eru í dag komnir niður á eitt so lítið dagatal, at teir hava ikki ráð til at missa ein einasta dag afturat. So tað fær sjálvandi álvarssama ávirkan, skuldi tað hent, at uppskotið hjá landsstýris­ manninum verður samtykt. Kjartan Joensen vísir á, at fyri 10 árum síðani høvdu bátarnir, sum eru í bnólki IV, 127 fiskidagar, og í dag eru teir komnir niður á 83 dagar. – Tað sigur seg sjálvt, at skalt tú lóggeva, at bátarnir skulu liggja millum 270 og 290 dagar við bryggu, so ber tað ikki til at fáa end­ arnar at røkka saman. Og nú er so ætlanin, at bátarnir skulu liggja 320 dagar við bryggju, men so kann Tor­ bjørn Jacobsen eins væl gera av, at vit skulu gevast at fiska yvirhøvur og av­ vikla alla fiskivinnuna, sig­ ur Kjartan Joensen, sum tó uggar seg við, at uppskotið hjá Torbirni Jacobsen verð­ ur ikki samtykt í Løgting­ inum. Skerja á skeivum stað Kjartan Joensen er fyrr­ verandi løgtingsmaður hjá Fólkaflokkinum, og hann er ikki bangin fyri at ásanna, at politikararnir hava ikki umhugsað seg nóg væl, tá tað hevur snúð seg um fiskiskapin undir Føroyum. Sum løgtingsmaður vísti hann fleiri ferðir á, at skuldu fiskidagarnir skerj­ ast fyri at skerja trýstið, so var tað rætta at skerja har, sum orkan var vaksin. Kjartan Joensen vísir á, at tað eru nógvir bátar, sum hava neyvt sama fiskihátt í dag, sum teir hava havt í 20 ár, og tað eru útróðrarbátar, sum seta sínar 50 ella 54 stampar, sum teir hava gjørt í mong ár. Har er eingin broyting, men kortini ætlar landsstýrismaðurin at skera hesar niður í helvt. Skal skerast, skal tað gerast á røttum staði, sigur hann. – Vit hava eisini fingið nýggjar bátar inn í flotan, sum hava tvífaldað sína orku, og sum ikki eru skornir við einum degi. Tað er har, brøkurin er gjørdur. Sjálvandi skuldu teir bátar, sum eru komnir inn fyri aðrar, og sum hava tvífaldað sína veiðiorku, verið skerdir við fiskidøgum. Tað er so innlýsandi, men hetta hevur man ongantíð nomið við, sigur Kjartan Joensen. Politikararnir samsekir Men politikararnir hava ikki nomið við hendan trupulleikan, og tí er veiði­ trýstið økt uttan fyrlit, sigur hann. – Men eru tað ikki júst politikararnir, sum hava svikið í hesum førinum? – Jú, man kann siga, at tað er ov nógv skáksiglt í hesum málinum, og at politikararnir hava víst ov lítið umhugsni. – Men er tað ikki júst hesi mistøkini, sum núverandi landsstýrismaðurin roynir at rætta? – Tað er ikki vist. Væl hevur fiskiskapurin verið í lakara lagi nú í nakrar mánaðir, enn hann var fyri tveimum árum síðani, men eg haldi, at uppskotið er mest ein panikkloysn. At billa sær inn, at tað er fiski­ skapurin, sum er orsøkin til, at minni fiskur er at fáa, er púra burturvið. Náttúru­ viðurskiftini hava nógv størri ávirkan, at tey flestu tykjast halda, sigur Kjartan Joensen. – Landsstýrismaðurin hevur valt at fylgja fiski­ frøðini. Møguliga hevur fiskifrøðin partvís rætt, men eingin situr við øllum sannleikanum, tí tað eru altíð fleiri orsøkir til, at tað er so, ella at tað er so. Hitin stóra ávirkan Sjálvur hevur hann sæð, hvussu toskurin hvarv í Grønlandi og seinni í Ný Funnalandi, og hann er ikki í ivga um, at tað var ikki royndin, sum var orsøkin. Kjartan Joensen sigur, at tað tykist vera rættiliga vanlig uppfatan, at tað vóru teir týsku trolararnir, sum beindu fyri toskinum í Grøn­ landi í seksti­ og sjeytiárun­ um, men tað er ikki so, sig­ ur hann. – Tað var hitin í sjónum, sum var orsøkin. Toskurin í Grønlandi hevur verið burturi nú í 40 árt, men nú er hann við at koma aftur. Í Suðurgrønlandi er fult av toski, so tað stendur á hjá skipunum at arbeiða undan. Fiskurin stendur norður til Dana Bank, men tað er einki menniskjaligt tiltak, sum forðar honum nat fara longri norður. Men hitin í sjónum ger, at toskurin steðgar á Dana Bank. Kjartan Joensen sigur, at í 1987 og 1988 var so nógv­ ur toskur við Labrador, at trolararnir, sum royndar­ fiskaðu eftir rækjum, noydd­ ust at rýma undan toski. Men longu tvey ár seinni var eingin toskur á teimum somu leiðunum. – Tað komst ikki at roynd­ ini eftir toski, men av broyttum sjóvarhita. Vit sóu eisini, at eftir stuttari tíð vóru teir somu grunnarnir fullir av rækjum, og enn er toskurin ikki komin aftur har, sigur Kjartan Joensen, sum hevur sína greiðu uppfatan av viðurskiftun­ um: – Broytingarnar í náttúr­ uni hava ovurstóra og nógv størri ávirkan, enn tey flestu tykjast halda. Kunnu eins væl niðurleggja fiskivinnuna Kjartan Joensen er fullvísur í, at broytingingar í náttúruviður­ skiftunum hava størri ávirkan, enn tey flestu geva sær far um – Uppskotið hjá landsstýrismanninum er næstan láturligt, tí verður hatta samtykt, kann Torbjørn Jacobsen eins væl geva boð um at avvikla fiskivinnuna Samarittar alsamt vanligari Talið á samarittum, ið millum annað geva fyrstahjálp við skaðum og geva lívbjargandi fyrstahjálp, til ein sjúkrabilur kemur, verður størri og størri hjá Reyða Krossi Føroya. Samstundis er tað eisini vorðið enn meira vanligt, at fyriskiparar av stórum tiltøkum í Føroyum – her ímillum festivalum, konsertum, ólavsøka og onnur – venda sær til Reyða Kross Føroya við ynskjum um, at samarittar eru til staðar til hesi tiltøk. – Til komandi Summarfestival hava vit sett samarittar fleiri støð í Klaksvík. Harafturat vóru vit eisini til staðar við G! MINI, FUTT í býin og á ólavsøku. Í Havn er vorðin fastur táttur, at hvørja ferð eitt tiltakið við yvir 1000 fólkum er, hevur kommunan eisini samarittvaktar við, sigur virksemisleiðarin fyri samarittar í Reyða Krossi Føroya, Bo Warberg. Samarittar eru sjálvborðin, ið eru útbúgvin í kropsligari og sálarligari fyrstuhjálp.