Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 146 - 4. august 2008 Tórbjørn Jacobsen ásannar nú, at hann fær ikki undirtøku í Løg­ting­inum fyri at skerja fiskidag­arnar 20-50 prosent, sum hann hev­ur ætlað og­ tí er hann til reiðar at g­óðtaka eina minni skerjing­ Fiskidagar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað, sum hevur størstan týdning­in, er, at føra ein miðvísan politikk og­ ikki lata tilvildina ráða. Tað staðfestir Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í tilfeing­ismálum. Í morg­in skal Løg­ting­ið viðg­era uppskot hansara um at skerja fiskidag­arnar næsta ár 20-50% fyri teir ymsu skipabólkarnar. Men hesir seinastu dag­ar- nir hava víst, at hann hevur ong­an møg­uleika at fáa undirtøku í Løg­ting­inum fyri at seta so stórar skerj- ing­ar í verk. Allir flokkarnir í and- støðuni hava noktað fyri at seta so stórar skerjing­ar í verk. Harafturat hevur Gerhard Log­nberg­ í Javnaðar- flokkinum tikið seg­ úr sam- g­ong­uni, samstundis sum at hann hevur kunng­jørt, at hann g­óðtekur ikki so stórar skerjing­ar. Eisini Heini O. Heinesen úr Tjóðveldinum, hevur boðað frá, at hann tekur ikki undir við so óg­vuslig­um skerjing­um. Í løg­ting­inum hósdag­in var hann so bersøg­in at hann skuldsetti samg­ong­una fyri at føra fólkaflokspolitikk so tað munar. - At skerja fiskidag­arnar so nóg­v, sum ætlanin nú er, hevur bara eitt endamál og­ tað er at g­era fiskidag­arnar, sum eftir eru, uppaftur nóg­v meiri verdar, so at teir reið- arar, sum eig­a nóg­var dag­ar, kunnu ríka seg­ enn meiri upp við at selja teir. Samstundis blíva teir fátæku útróðrarmenninir enn fátækari, tí teir missa so nóg­var fiskidag­ar, at teir bara noyðast at g­evast. Tobbi vælnøgdur Sostatt er tað púra g­reitt, at meiriluti er ikki í Løg­ting­i- num fyri at seta so stórar skerjing­ar í verk, sum Tór- bjørn Jacobsen og­ lands- stýrið hevur ætlað. Men tað kann landsstýris- maðurin liva við. - Vit mug­u staðfesta, at meirilutin í løg­ting­inum heldur, at her er nakað rívan tikið til í einum, sig­ur Tór- bjørn Jacobsen. Men hann er kortini væl nøg­dur. - Útsøg­nin frá politik- arunum próg­var, at fremsta endamálið við uppskotinum um at skerja fiskidag­ar, er rokkið. - Fremsta endamálið var at broyta hug­burðin hjá politikarum og­ tað hevur eydnast, tí nú tosa politikar- ar heilt øðrvísi um fiski- vinnuna, enn teir hava g­jørt hig­artil. Hann sig­ur, at hansara fat- an er sostatt, at politikarar sum heild taka undir við g­rundtankanum í uppskot- inum, hóast teir halda, at skerjing­in er nakað stór í einum. - Høvuðsendamálið er at sleppa burtur úr teirri til- vildarlig­u stýring­ini, sum hevur verið og­ tí er ætlanin at taka eitt munandi tal av fiskidøg­um burtur úr skip- anini og­ tað haldi eg­, at kjakið seinastu dag­arnar vísir, at politikarar eru samdir um. - Tað hevur alstóran týdn- ing­ at taka eitt stórt tal av døg­um burtur úr skipanini, at veiðitrýstið ikki er størri enn stovnarnir tola og­ tað er hendan tilg­ong­din, sum vit hava sett hol á. - Við at taka nóg­var dag­ar burtur úr skipanini, verður forða fyri, at ein yvirkapasi- tetur tekur seg­ upp, hvørja ferð, stovnarnir mennast, so at alt verður uppfiskað aftur eftir stuttari tíð, tí so lig­g­ja vit aftur í fiskaloysi. Tórbjørn Jacobsen held- ur, at tað er ong­in vanlukka at dag­arnir hesuferð ikki verða skerdir so nóg­v, sum hann hevur ætlað. - Høvuðssakin er, at poli- tikarar taka undir við aðaltankanum um at skerja veiðitrýstið niður á eitt støði, sum stovnarnir tola. Hann heldur ikki, at tað er so alt avg­erðandi, hvussu skjótt tað hendir og­ tí fer hann heldur ikki at krevja, at uppskotið frá honum um 20%-50%, verður fylg­t. - Hvussu nóg­v ferð skal setast á at fáa veiðitrýstið niður, kunnu vit altíð tosað um. Fáa vit minkað veiði- trýstið niður á eitt hóskandi støði upp á eini tvey ella trý ár, er tað eisini g­óðtakilig­t, tí tá fáa vit ein javnari fiski- skap, har tað einans eru lív- frøðilig­ar orsøkir til sveig­g­- ini og­ ikki eitt ov stórt veiði- trýst. Tí er hann sinnaður at g­óðtaka eina millumloysn. - Hvar vit enda fer politis- ka viðg­erðin at vísa. Men tað er eisini g­reitt, at vit hava eitt minstamark fyri, hvat vit kunnu g­óðtaka. Hvar tað markið er, vil hann ikki sig­a. Men í øllum førum g­er hann g­reitt, at hetta smáputlið at skerja 1%-2%, sum vanlig­t hevur verið, førir ong­a leið. Tobbi til reiðar at slaka Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, er til reiðar at slaka við fiskidøgum, men bara til eitt vist Niðurstøða á floksleiðslufundinum hjá Javnaðarflokkinum Floksleiðslan tekur fult og­ heilt undir við tí vælaarbeiði, ið floksformaðurin, landstýris- og­ ting­fólkini g­era sambært g­rundsjónarmiðum Javnaðarfloksins. Somuleiðis tekur floksleiðslan staðilig­a frástøðu frá útsag­nunum og­ atburðinum hjá Gerhardi Log­nberg­ seinastu tíðina, har hann beinleiðis hevur niðurg­jørt floksformannin og­ ting­bólkin. Harumframt g­óðtekur floksleiðslan ikki, at Gerhard Log­nberg­, við at taka stuðulin aftur til samg­ong­una, hóttir parlamentarisku støðuna hjá flokkinum og­ samg­ong­uni. Floksformaðurin tekur beinanveg­in stig­ til at kalla inn til landsfund at viðg­erða framtíðar politisku stevnu floksins. Lions Club 70.000 krónur til orðblind Listaframsýning­ hjá Lions Club á ólavsøku g­av heila 70.000 krónur í avlopi, ið fara til ráðstevnu um orðblind. Aftur hesa ólavsøkuna løg­du nóg­vir av ólavsøkug­estunum leiðina fram listaframsýning­ini hjá Lions Club í Mullers Pakkhúsi, og­ g­jørdist úrslitið av framsýning­ini framúr g­ott. Saman við inntøkum av atg­ong­umerkjum g­av framsýning­in umleið 70.000 krónur. Hesir peng­arnir fara til eina stóra ráðstevnu um orðblindni, ið verður á Hotel Føroyum 12. septembur, ið Lions Club hevur tikið stig­ til