Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 146 - 4. august 2008 tíðindi Stutt Sagt Kennir seg dømdan Fyrrverandi bosniaserb­ iski leiðarin Radovan Karadzic fýlist á vestur­ lendsku fjølmiðlarnar, sum eftir hansara tykki hava dømt hann, longu áðrenn rættarmálið ímóti honum er byrjað. Sambært BBC hevur Karadzic skrivað ákæranum við altjóða krígsbrotsmanna­ dólstólin í Haag bræv, har hann sigur, at hann kann ikki fáa eina rættvísa viðferð í rættinum, tí fjølmiðlarnir hava longu umrøtt hann sum krígs­ brotsmann og harvið felt dóm í málinum. Í síðstu viku vildi Karadzic vera við, at USA hevði lovað sær grið, um hann gavst við øllum politiskum virksemi aftan á borgarakríggið í Bosnia, men tað hevur ameri­ kanska stjórnin avsannað. Palestinar flýddu til Ísraels Næstan 200 palestinar flýddu um vikuskiftið úr Gaza­geiranum um mark­ ið til Ísraels, eftir at bar­ dagar brustu á millum tær báðar palestinsku fylk­ ingarnar Hamas og Fatah. Níggju palestinar fullu, og fim vórðu særdir. Palestinsku myndugleik­ arnir siga, at tey, sum flýddu, vóru úr Fatah. Sagt verður, at ísraelskir hermenn skutu ímóti Hamas­monnunum fyri at verja tey flýggjandi, og at Hamas­menninir skutu afturímóti. Ísraelsku myndugleik­ arnir siga, at tey flestu, sum komu um markið, vóru farin aftur til Gaza­ geiran, meðan nøkur máttu á sjúkrahús at fáa viðgerð fyri skotsár, skrivar AP. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Aleksandr Solzjenitsyn avdúkaði Stalin- ræðuleikarnar. Hann var Russlands samvitka í 20 øld Nicolas Sarkosy útlond Baskiski yvirgangs­ maðurin Jose Ignacio de Juana Chaos sat bara í 21 av teimum 3.000 árunum, sum hann upprunaliga bleiv dømdur at sita í fongsli José Ignacio da Juana Chaos, sum var ein av teimum ringastu ETA­ yvirgangsmonnunum, varð í 1987 dømdur 3.000 ára fongsul fyri at hava myrt 21 fólk umframt annað yvirgangsvirksemi og hóttanir í áttatiárunum. Men hóast hann fekk 3.000 ára fongsul fyri sítt yvirgangsvirksemi, er hann longu nú frælsur maður. Um vikuskiftið varð hann latin leysur úr fongslinum í Madrid. Tá hevði hann sitið gott 20 av teimum 3.000 árunum handan rimarnar. Avgerðin at lata tann kenda yvirgangsmannin leysan hevur vakt stóran ans í teimum sponsku fjølmiðlunum. Avvarðandi hjá teimum, sum hann beindi fyri ella gjørdi seg inn á, og nógvir politikarar høvdu mótmælt, at José Ignacio da Juana Chaos bleiv latin leysur. Avgerðin vakti serliga stóran ans, tí tað júst nú eru 40 ár síðani tað fyrsta ETA­ morðið tann 2. august í 1968. , tá limir í baskiska loysingarfelagsskapinum myrdu ein løgreglumann í býnum San Sebastian. Tann ringasta atsóknin, sum José Ignacio da Juana Chaos varð dømdur fyri, var í 1986, tá ein atsókn, sum hann hevði lagt til rættis, kostaði 12 løgreglu­ monnum lívið. Fekk 3.000 ára fongsul men sat bara 21 ár José Ignacio da Juana Chaos á veg út úr fongslinum í Madrid saman við konu síni Mynd: Polfoto Aleksandr Solzjenit­ syn, sum avdúkaði rætuleikarnar í fanga­ og arbeiðslegunum hjá Stalin­stýrinum, doyði í gjárkvøldið ­ Tað var Aleksandr Solzjen­ itsyn, sum segði heiminum sannleikan um ta sovjetsku skipanina og gav altjóða samfelagnum lut í honum, segði franski forsetin, Nicolas Sarkozy, tá hann fekk deyðsboðini av Sokzjenitsyn. Hann legði afturat, at Solzjenítsyn var ein tann týdningarmesta samvitskan í Russlandi í 20. øld. Aleksandr Solzjenitsyn avdúkaði ræðuleikarnar í Gulag í trimum bindum, sum komu út í Vesturheim­ inum í árunum frá 1973 til 1978. Í 1970 fekk hann N o b e l ­ b ó k m e n t a ­ virðislønina. Í 1974 noyddist Solzjen­ itsyn at flyta av landinum, men sjálvt í útlegd bleiv hann roknaður sum tals­ maður fyri ta politisku and­ støðuna í Sovjetsam­ veldinum. Solzjenitsyn búði í USA og Sveis í fleiri ár. Tá hann flutti heim aftur í 1994, bleiv hann fagnaður sum hetja, og í fjør fekk hann ta hægstu, russisku viðurkenningina fyri sítt virksemi innan russiskan skaldskap. Teir seinastu mánaðirnar hevur Solzjenitsyn ikki verið alment frammi, og sambært soninum Stepan hevur hann verið sjúkur leingi. Í gjártkvøldið doyði hann av einum hjartatilburði. Aleksandr Solzjenitsyn var 89 ára gamal, nú hann doyði. Solzjenitsyn deyður Tey seinnu árini var Aleksandr Solzjenitsyn viðurkendur í Kreml. Millum annað var Vladimir Putin, forseti, heima hjá Solzjenitsyn og tosaði við hann Mynd: Polfoto Palestinar skutu eftir hvør øðrum Mynd: AP Radovan Karadzic