mánadagur 4. august 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 4. august 2008
21
Eftir bersøgnu
útsagnirnar hjá Jón
Bjarnasyni við Rás2
leygarkvøldið, lovar
Heðin Mortensen,
formaður í Kommunu
samskipan Føroya, at
endaliga støða verður
tikin um 50 metra
kappingarhylin í
hesum árinum
SVIMJING
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Tað er ófatuligt, at Petur
Heðin á Fløtti, landsliðs-
venjari, verður noyddur at
venja Kára á Høvdanum í
einum lítlum baðikari.
Fantastisku avrikini hjá Pál
Joensen
í
Tašmajdan
í
Beograd seinastu vikuna
hava havt við sær, at áhugin
fyri svimjing millum føroy-
ingar er voksin munandi.
Gullfulgurin úr Vági fór á
flog móti altjóða tindum, og
við einum vilja av stál,
jarnharðari
disiplin
og
professionalismu hevur hann
vunnið trý evropeisk gull-
heiðursmerki til Føroyar.
Men Føroyar kunnu enn
ikki bjóða sínum svimjarum
nøktandi umstøður. Fleiri
noyðast av landinum at
venja, tí framvegis er eingin
50 metra kappingarhylur í
landinum. Føroyskir svimj-
arar hava ikki nøktandi um-
støður at virka undir, og tað
harmast landsliðsvenjarin
Jón Bjarnason um.
Meira vælvild
frá landinum
Seinastu tvey árini hava Jón
Bjarnason og Pál Joensen
arbeitt miðvíst móti løtuni,
sum
fyrstu
ferð
varð
fullgjørd í Beograd í farnu
viku. Tað hevur ikki altíð
verið lætt, men teir báðir
iðraðu seg neyvan, tá Tú
alfagra land mítt ljómaði
um stadion, og lítillætni
vágbingurin
tók
ímóti
gullinum.
Úrslitini
hjá
føroysku
svimjarunum seinnu árini
hava verið góð í síni heild.
Á Oyggjaleikunum í fjør-
summar vundu føroyingar
burtur úr mótstøðuni, með-
an fleiri eisini hava gjørt
vart við seg í altjóða hylum.
- Svimjing hevur ikki
verið millum stóru ítróttar-
greinirnar í Føroyum, og
tað hevði ikki givið meining
hjá okkum at krevja ov
nógv. Men nú er tíðin búgv-
in. Tað er ein sjálvfylgja, tá
tú hyggur nærri at úrslitun-
um hjá føroysku svimjarun-
um, sigur Jón Bjarnason í
samrøðuni við Rás2.
Landsliðsvenjarin
vil
hava meira vælvild frá land-
inum, og sær fegin, at broyt-
ingar verða gjørdar sum
skjótast.
- Fleiri noyðast av landi-
num, og vit venjarar kunnu
ikki flyta við teimum hvørja-
ferð. Tað er ótrúligt við
manglandi
umstøðunum,
sum støðan er í løtuni, sigur
Jón Bjarnason, sum serliga
sipar til vantandi 50 metra
kappingarhylin.
Svimjihylur á veg
Formaðurin í Kommunu-
samskipan Føroya, Heðin
Mortensen, sum í fleiri ár
var forseti í Ítróttarsambandi
Føroya, sigur við Sosialin í
morgun, at ætlanin í fleiri ár
hevur verið at gjørt 50 metra
svimjihyl.
Upprunaliga
skuldi
hylurin
vera
í
svimjihøllini í Gundadali,
men verkætlanin var ov dýr.
- Tað hevur ofta verið upp
á tal, serliga í sambandi við
Oyggjaleikirnar. Vit hava
ítróttarhallir, fótbóltsvallir
og rennibreyt verður tikin í
brúk í næstum. So tað er
sjálvandi upp á sítt pláss, at
ein hylur verður gjørdur.
Men vit mugu eisini hyggja
at fíggjarstøðuni, tí vit
mugu minnast til, at vit ikki
fáa nakran stuðul.
Hvar kunnu vit vænta, at
hesin verður?
- Tað mest sannlíka er, at
hann verður í miðøkinum.
Uttan at taka munnin ov
fullan, so er Havnin helst
tann einasta, sum kann
fíggja hesum. Serliga hava
vit práta um hylin í samband
við Stjóratjørn. Vit hava
ikki brúk fyri fleiri, líka so
væl, sum at vit ikki høvdu
brúk fyri fleiri vallum, tá
kjakið um altjóða fótbólts-
vøll var fyrst í nítiárunum.
Endalig støða verður í
øllum førum tikin í hesum
árinum. Annað er ikki rími-
ligt, sigur Heðin Mortensen,
sum fegin ynskir fleiri
kommunur at taka lut í
verkætlanini.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Svimjihylurin er ávegis
Grundalagið aftan fyri glæsuligu úrslitini hjá Páli Joensen, og góðu úrslitini hjá Kára á Høvdanum eru at finna í svimjihylum,
sum eru 25 og niður í 16,5 metrar. Talan er um kommunalar hyljar og skúlahyljar. Sambært Heðini Mortensen, formaður í
Kommunusamskipa Føroya, sigur, at hetta verður broytt í næstum