Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 146 - 4. august 2008 ] Á gallaveitslu fríggja­ kvøldið heiðraði róðrarfólki hvørjum øðrum, eftir lokið kappingarár. Ársins áralag, yvirraskilsi, fair play og felag vóru kosin á veitslu í HB­ húsinum KAPPRÓÐUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 250 fólk vóru savnað í HB- húsinum fríggjakvøldið. Alt samalt rógvarar, sum í summar hava kapprógvið yvir sjey stevnur. Á ólav- søku var seinasta takið tikið, vinnararnir í hvørjum einstøkum róðri funnir og heiðraðir av fjøldini, ið hevði leitað sær til høvuðs- staðin at fylgja tjóðarítrótt okkara. Fríggjakvøldið heiðraði róðrarfólki hvørjum øðrum, tá tey vóru savnað í veitslu- lag í HB-húsinum, har stór gallaveitsla var. Matur, drekka og góður tónleikur stóð á breddanum, umframt at útvaldir bátar og manningar skuldu heiðrast enn einaferð. Ársins áralag Á árligu gallaveitslunum er afturvendandi táttur, at velja ársins áralag í hvørjum bólki. Hjá 5-manna førum hjá gentum vann Junkarin henda heiður. Erla Kongs- dóttir vann heiðurin í 5- manna førum hjá kvinnum. Hjá 6-manna førum hjá kvinnum og monnum vóru tað ávíkavist Fortuna og Riddarin, ið vunnu henda róður. Árnfirðingur hevði ársins áralag hjá 8-manna førum við monnum, og Havnar- báturin hjá 10 manna førum við monnum. Riddarin yvirraskaði Ein annar heiður var ársins yvirraskilsi. Tann bátur, ið hevði tikið flest fólk á bóli og gjørt nakað heilt óvænt- að. Semja var um, at hesin heiður skuldi falla Riddar- anum í lut. Báturin úr Mið- vági vann fýra teir síðstu róðrarnar, eftir at hava ligið nummar trý, fýra og trý á teimum fyrstu róðrunum. Ein annar bátur, sum í mun til Riddaran kom rættiliga væl frá byrjan í ár, var Ormurin Langi. Hann vann tríggjar av fýra teimum fyrstu róðrunum. Tað var tó ikki nóg mikið til at tryggja sær FM-heitið, tí hetta fór Havnarbáturin avstað við í síðsta enda. Fríggjakvøldið fekk báturin hjá Knørrafelagnum eitt plástur upp á sárið, tá hesir vunnu Fair-Play prísin. Havnar Róðrarfelag ársins felag Síðsta heiðurin á kvøldinum fall til eitt felag. Ársins felag skuldi kjósast, og her var lítil ivi. Havnar Róðrar- felag vann fýra FM-róðrar, og á ólavsøku vunnu bátar felagsins heili sjey róðrar. Drekin við gentum, Sílið við kvinnum, Sílið við dreingjum og Havnarbát- urin, umframt at Sílið eisini vann barnaróðurin við gentum, og at Havnarbáturin og Ørvur vunnu tveir oldboysróðrar. Róðrarfólk heiðraðu hvørjum øðrum Tað var ikki bara steypurin, ið var havdur á lofti Mynd: Kristoffur Lützen Elsa Maria Olsen, ið saman við Lív Højsted Horsdal var vertur til Róðrargallaið, handar her Annu Michel Nielsen steyp fyri ársins áralag Mynd: Kristoffur Lützen Manningin á Erlu Kongsdóttir letur seg fagna av teimum hálvtriðhundrað fólkum í HB-húsinum fríggjakvøldið Mynd: Kristoffur Lützen Á Havnarbátinum var lagi sum vera man gott, og tað var tað sum heild í Havnar Róðrarfelag. Havnarbáturin varð heiðraður fyri sítt vakra áralag, og Havnar Róðrarfelag varð kosið ársins felag Mynd: Kristoffur Lützen Riddarin gjørdi eitt hál fýra teir síðstu róðrarnar, men tað rakk ikki til FM-heitið. Fríggjakvøldið fingu teir plástur upp á sárið, tá teir vórðu kosnir at hava ársins áralag Mynd: Kristoffur Lützen Bókin hjá Andy Mitten útgivin Í dag er útgávudagur fyri bókina hjá kenda bretska fótbóltsrith- øvundanum, Andy Mitten, sum er kendur fyri sínar greinar í fótbólts- blaðnum, ”FourFourTwo”. Bókin nevnist ”Mad For It - From Black- pool to Barcelona, football´s greatest rivalries”. 26 grannauppgerðir úr øllum heiminum verða umrøddar í bókini. Andy Mitten nevnir grannauppgerðina, hann sá millum B36 og HB á ovara vølli í Gundadali, á hásumri í 2006 fyri tað ”einastu vinarligu grannaupp- gerðina í øllum Heiminum”. Allir fótbóltsáhugaðir og forvitnir føroyingar kunnu bíleggja bókina frá www.amazon.co.uk. Bókin er longu næstmest bílagda fótbóltsbókin hjá Amazon. B36 orsøk til Brøndby-tap Heilt óvæntað tapti Brøndby 3-0 á heimavølli móti Randers í gjár. Orsøkin var strævna Føroya-ferðin, sigur venjarin Tom Køhlert. – Tað var heilt sjónligt, at leikararnir vóru troyttir eftir ferðina í Føroyum, og fleiri av lyklaleikarunum, sum vanligt arbeiða hart allan dystin á tamb, hava ikki tað síðsta í dag, sigur Tom Køhlert millum annað við heimasíðuna hjá Brøndby eftir ósigurin. Úrslitini í SAS-liguni hetta umfarið vóru annars hesi: FC Midtjylland - AC Horsens 2-1, Esbjerg fB - FC Nordsjælland 1-1, OB - AGF 3-1 og Brøndby IF - Randers 0-3.