mánadagur 4. august 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 146 - 4. august 2008 ]
16 ára gamla Bjørk
Herup Olsen tók
níggju ára gamalt
met, tá FM á breyt var
á Svangaskarði í gjár
FRÆLS ÍTRÓTT
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Bjørk Herup Olsen er nógv
tann besti kvinnuligi renn
arin, vit hava í Føroyum.
Hetta hevur hon prógvað
ferð eftir ferð, og tað gjørdi
hon aftur sunnudagin, tá
FM á breyt var á Svanga
skarði. Sum einasti luttak
arin á 5000 metra teininum
var ikki nógv at kappast
við, men tað tóktist ikki at
ávirka hugin hjá ungu
havnardamuni at stremba
eftir einum góðum úrslitið.
Og úrslitið varð gott, tað
besta nakrantíð og betri enn
tað, Sunnuva Bjarnastein
fekk, tá hon á Oyggjaleik
unum í Gotlandi tann 30.
juli í 1999 setti føroyskt
met við tíðini 19.01,1.
Í gjár bøtti Bjørk Herup
Olsen upp á hesa tíð.
18.53,1 var hennara tíð, og
tað er átta sekund skjótari
enn gamla metið. Hetta
upplýsir heimasíðan hjá
frælsum ítrótti í Føroyum.
Úrslitið verður ikki minni
flott og áhugavert, tá Bjørk
Herup Olsen frammanundan
hevði runnið og vunnið 800
metra teinin við tíðini
2.46,5.
Tríggjar kvinnur í
trimum kappingum
Kvinnurnar runnu eisini
bæði 100 og 200 metrar.
Mona Breckman og Karina
Petersen vóru luttakararnir
í 100 metrum, og tær báðar
komu á mál við ávíkavist
14,8 og 15,6 sekundum.
Á 200 metrum vóru tað
somu luttakarar, og her
brúkti
Mona
Breckman
31,9 sekund um teinin,
meðan
Karina
Petersen
nýtti 33,2.
Karina
Petersen
rann
eisini 800 metra teinin, og
her hevði hon tíðina 2.52,1,
sum var sløk seks sekund
meiri enn Bjørk Herup
Olsen. Tær báðar vóru
annars saman við Mona
Breckman einastu luttakar
arnir í tilsamans trimum
kappingum.
Gottorm fremstur
Menninir runnu eisini somu
teinar sum kvinnurnar. Og
á sama hátt sum hjá kvinn
um á 5000 metra teininum,
var vinnarin júst tann, sum
væntað var frammanundan.
Guttorm
Sørensen
rann
fimm kilometrar við tíðini
17.37,6, sum var sløk 21
sekund skjótari enn Jan
Elmar Sørensen, sum gjørd
ist nummar tvey við tíðini
17.58,2. Hallur Holm gjørd
ist nummar trý við tíðini
18.03,6.
Hóast fremstur var tíðin
hjá Guttormi Sørensen á
breytini
á
Svangaskarði
langt frá eins góð og á
ólavsøku, tá hann brúkti 16
minuttir og 44 sekund um
sama tein á Skálatrøð.
Næst longsti teinurin var
800 metur. Hesa kapping
vann Jóan Karl Joensen við
tíðini 2.08,1. Eftir hann
komu Djóni Højgaard og
Jan Elmar Sørensen, sum
brúkti ávíkavist 2.11,8 og
2.25,6 um teinin.
Tvær ferðir
Nicolaj Falck
Á teimum báðum stytstu
teinunum var sigursharrin
tann sami. Nicolaj Falck
var fremstur bæði í 100 og
200 metra teininum. Á
stytra teininum brúkti hann
11,8 sekund, meðan hann á
longra strekkinum brúkti
24,2 sekund.
Teir, sum vóru næstir
Nikolaj á 100 metrum, vóru
Daniel Djurhuus Rein og
Rógvi Højgaard, ið báðir
høvdu tíðina 12,5 sekund.
Á 200 metrum var tað aftur
Daniel Djurhuus rein, ið
var Nicolaj næstur við tíðini
25,5, og eftir hann kom
Jóan Karl Joensen við tíðini
25,6.
Longdarlop
Tað var annars ikki bara
renning
á
skránni
á
Svangaskarði sunnudagin.
Kappast var eisini í longd
arlopi, har tríggir luttakarar
vóru við – ein kvinna og
tveir mans. Randi Kúrberg
hevði sítt longsta lop í
fjórðu roynd síni, tá hon
leyp 3,63 metrar. Longsta
lopið hjá monnum átti
Daniel
Djurhuus
Rein.
Hetta
var
5,74
metur,
meðan
kappingarneyti
hansara Rógvi Højgaard
leyp 5,69 metur, tá hann
leyp sítt longsta lop.
Annars lata fyrireikararnir
væl at kappingini. Líkindini
at kappast vóru góð og
luttøkan tað sama, um
samanborið
verður
við
seinnu árini.
Bjørk setti nýtt føroyskt met
Bjørk Herup Olsen skrivaði søgu sunnudagin, tá hon rann 5000 metrar skjótari enn nøkur
kvinna hevur gjørt í Føroyum áður
Savnsmynd
Úrslitini
frá FM á
breyt:
100 metrar, menn:
1. Nicolaj Falk, Nólsoy
11,8
2. Daniel D. Rein,
Bragdið 12,5
3. Rógvi Højgaard,
Hvirlan 12,5
100 metrar, kvinnur:
1. Mona Breckmann,
Argir 14,8
2. Karina Petersen,
Syðragøta 15,6
200 metrar, menn:
1. Nicolaj Falk, Nólsoy
24,2
2. Daniel D. Rein,
Bragdið 25,5
3. Jóan Karl Joensen,
Bragdið 25,6
200 metrar, kvinnur:
1. Mona Breckmann,
Argir 31,9
2. Karina Petersen,
Syðragøta 33,2
800 metrar, menn:
1. Jóan Karl Joensen,
Bragdið 2.8,1
2. Djóni Højgaard,
Bragdið 2.11,8
3. Jan Elmar Sørensen,
Treystið 2.25,6
800 metrar, kvinnur:
1. Bjørk Herup Olsen,
Bragdið 2.46,5
2. Karina Petersen,
Syðragøta 2.52,1
5000 metrar, menn:
1. Guttorm Sørensen
Treystið 17.37,6
2. Jan E. Sørensen
Treystið 17.58,2
3. Hallur Holm
Bragdið 18.3,6
5000 metrar, kvinnur:
1. Bjørk Herup Olsen
Bragdið 18.53,1.
Vunnu seinasta venjingardystin
AB, sum hevur Christian Høgna Jacobsen í hópinum, leggur í hesum
døgum seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi kappingarár í
næstbestu donsku deildini. Í gjár vunnu teir tryggan 40 í seinasta
venjingardystinum ímóti B93. Christian Høgni Jacobsen var á vøllinum,
men heldur ikki hesa ferð eydnaðist honum at koma á máltalvuna. Hann
hevur spælt nógv í venjingardystunum higartil, har hann millum annað
hevur verið framherji, men hann hevur framvegis einki mál skotið. AB
spælur fyrsta landskappingardystinum í nýggja kappingarárinum
sunnudagin, tá teir vitja hjá Kolding FC.
City fekk FC Midtjylland
Lutakast var fríggjadagin um, hvussu spælast skal í næsta
umfari av UEFA Cup. Mótstøðuliðið hjá EB/Streymi í gjár
trekti danska FC Midtjylland. Hitt danska liðið í UEFA Cup,
Brøndby, sum sendi B36 út úr kappingini í gjárkvøldið, skal
møta finska liðnum Haka. HB spældi Intertoto fyrr í ár. Har
møttu teir svenska Elfsborg, sum nú luttekur í UEFA Cup. Og í
hesi kapping skal Elfsborg nú møta írska liðnum St. Patrick’s. Í
Íslandi hevur FH spælt seg víðari, og har er fagnaðurin stórur, tí
enska stórfelagið Aston Villa er teirra mótstøðulið.