Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 146 - 4. august 2008 ] Gylti vágbingurin og venjari hansara tevjaðu gull, longu áðrenn teir settu seg í flogfarið til Beograd. Teir fingu rætt, og gullið varð funnið í náminum í hjartanum av serbiska høvuðsstaðnum SVIMJING Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Tað verður tíðum sagt, at einhvør stórbýur hevur tørv á sínum andarúmum. Tørv á støðum, har friðsæla og náttúra kann fáa íbúgvarnar at gloyma hektiska býarlívið eitt sekund. Serbiski høvuðs­ staðurin andar millum annnað í Tašmajdan. Eitt vakurt grønt øki, har trøini ikki verða órógvað av trafikki, og har stórbýar­ børnini spæla leys. Lagn­ unar speisemi vildi tað soleiðis, at Tašmajdan, sum liggur í býarpartinum Palilula, eisini merkti sviðan av svára krígnum. Í apríl mánaða 1999 varð Tašmajdan bumbað í NATO­álopum, og í dag stendur ein varði til minnis um børnini, sum lótu lív í bumburegninum. Mitt í hesum øki blómar ítrótturin í dag. Tašmajdan Sports Center, sum hetta øki í dag eitur, varð bygt seinast í fimmtiárunum, og í 1973 varð fyrsta heims­ meistarakapping í svimjing hildin í hesum øki, hvørs uttandura hylur við rúmd fyri 2500 áskoðarum fram­ vegis er favorittur millum onnur svimjistadion í býnum, tá stórar kappingar skulu hýsast. Tašmajdan merkir á serbiskum máli nám. Og tað var í hesum námi, at Pál Joensen fann sítt fínasta gull. Hann høgdi fyrsta klumpin mikukvøldið, tann næsta hóskvøldið og tann triðja leygarkvøldið. Í summarsólini, júst áðrenn skýming vann á degi, svam hann seg ríkan av gulli. Gylti vágbinguin vann leygarkvøldið sítt triðja, evropeiska gullheiðurs­ merki, hesaferð í 800 m frí. Við sær á flog tók hann alla pinkutjóðina Føroyar, sum endaði á sætta plássi í heiðursmerkjabýtinum millum evropeiskar svimjirisar. Móti fremstu, ungu svimj­ arum í Evropa vísti vágbing­ urin yvirskot. Yvirskot til at levera ein innsats, betri enn nakrantíð áður í kapping. Yvirskot til at vísa ræðandi sjálvsálit, ið tóktist at fáa mótstøðumenn at hugsa um annað­ og triðjapláss, tá nú fyrstaplássið varð bílagt fyri norðan. Og yvirskot at halda bæði bein á jørðini og høvdið kalt, tá umrøða og fokus vuksu í takt við úrslitini á Tašmajdan. Leygardagin setti Pál Joensen aftur eina tjúkka striku undir, at hann er í heimsflokki. Ikki tí, strikan varð longu teknað eftir 400 m frí mikukvøldið, hon bleiv breiðari eftir 1500 m frí hóskvøldið ­ og bæði sjálvlýsandi og skríggjandi, tá hann eftir 800 m frí leygarkvøldi rakti sítt triðja gull. Við tíðini 7:56:90 svam vágbingurin teir 800 metrar­ nar skjótari enn nakar norð­ urlendingur, juniorur sum vaksin, nakrantíð hevur gjørt. Og hann svam somu­ leiðis skjótari enn nakar nakrantíð hevur svomið til eina evropameistarakapping fyri juniorar. Av mótstøðumonnunum var tað í roynd og veru bara ein, sum ikki púrasta hevði sæð í eyguni, at gullið var bílagt í Vági. Fransmaðurin Raoul Shaw helt tørn fyrstu 4­500 metrarnar fyri síðan at dragna og veittra farvæl. Krzysztof Pielowski úr Pól­ andi og Pavel Medvetskiy úr Russlandi kendu sína vitjunartíð og kappaðust allar 800 metrarnar einans um triðjaplássið. Og Alex Di Giorgio úr Italia, sum í fánýtis desperatión hótti vágbingin á 400 m frí fyrr í vikuni, sá sín gullmøguleika størri í kappingini í 200 metrum frí. Hann gav tí avboð til Pál Joensen og hinar í 800 m finaluni, og tí var geil­7 tóm. Tá Pál fann gull í náminum Tilboð frá Tyr Tilboðið er at ungi vágbingurin fær ókeypis draktir frá fyritøkuni afturfyri at hann skal svimja í teimum. Talan er um superdraktir, ið kunnu økja um ferðina hjá svimjarunum. Men tær eru dýrar, kosta fleiri túsund krónur, og einans nýtast umleið átta ferðir í hyli, áðrenn tær eru útslitnar og ikki kunnu brúkast meira. Amerikanska fyritøkan sær somikið stórt lýsingarvirði í Pál Joensen, at hon vil lata honum eitt óavmarkað tal av draktum, um vágbing­ urin vil binda seg til einans at svimja í draktum av merkinum Tyr. Tilboðið kom eftir frálíku úrslitini hjá Pál Joensen í Danish Open í Gladsaxe, váttar Jón Bjarnason, landsliðsvenjari og persónligur venjari hjá Pál Joensen. Teir báðir hava enn ikki tikið støðu til tilboðið frá amerikansku fyritøkuni. Sviar ovfarnir av Páli Gullheiðursmerkini hjá Pál Joensen vekja stóran ans í Beograd. Ein teirra, ið er ovfarin av avrikinum, er svenski landsliðsvenjarin, ið sær stórt potentiali í vágbinginum. ­ Eg má siga at eg eri ovfarin av framgongdini hjá Pál Joensen seinasta árið, og hans­ ara avrik til hesa kapping eru ótrúlig, sigur Anders Bladt. Svenski landsliðsvenjarin sær stórt potentiali í Pál Joensen. Anders Bladt metir Pál Joensen longu vera komnan so mikið langt, at hann avgjørt eigur og skal seta krøv, tá tilboðini byrja at streyma inn. Fremstur á mál fyri triðju ferð. Vágbingurin hevjar tríggjar fingrar í loft og vísir øllum, at hann kundi gera tað eina ferð, tvær ferðir og heilar tríggjar ferðir. Viðhaldsfólk og sjálvt dómarar, sum tann aftanfyri, vóru ovfari