Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 146 - 4. august 2008 ] Tann besti Men Pál Joensen kappaðist tó ikki bara móti Fraklandi, Pólandi, Russlandi og Bretlandi, hetta seinasta kvøldið við føroyskari luttøku á Tašmajdan. Hóast talan var um eina finalu, so var klokkan í roynd og veru harðasti avbjóðarin leygar­ kvøldið. Pál Joensen helt helt fokus á seg sjálvan, lat mótstøðumenninar svimja sínar egnu geilar og setti í staðin fokus á sekundini. Tað loysti seg, og Pál Joensen kom á mál við tíðini 7:56:90, fimm sekund skjótari enn evropeiska metið fyri juniorar. ­ Eg ivaðist ikki í, at eg fór at vinna hesa kappingina, eftir at eg longu hevði vunnið 400 m og 1500 m frí. Hesaferð snúi tað seg bara um at fáa tíðina so langt niður sum gjørligt. Eg vildi niður á sjey minuttir og 56 sekund, sigur Pál Joensen. Tí var eingin tjóðsangur at hoyra inni í høvdinum á Pál Joensen, eins og tað var í finaluni í 1500 m frí hóskvøldið, tá vágbingurin, sambært sær sjálvum, sang tjóðsangin – alt meðan hann í suverenum stíli bukaði heimsins bestu. Øðrvísi frá hinum finalu­ kvøldunum tók Pál Joensen sær leygarkvøldi frælsi til at koma niðan til síni nærmastu á áskoðaraplássi­ num, at kalla beinanvegin eftir heiðursmerkið varð hongt um hálsin og tjóð­ sangurin sungin. Rennandi niðan eftir áskoðarapláss­ unum í bláari landsliðs­ troyggju og gyltum gull, meðan foreldrini funnu fram gullið frá miku­ og hóskvøldinum. Og so stóð hann har brádliga, trífaldur evropameistari, umfevndur av foreldrum, gentuni hjá sær, lítlabeiggjanum Eyð­ bjørn, stórabeiggjanum Elmar, ið náddi fram til síðstu finaluna, og vinfólk­ um í grannalagnum í Vági. Løtan tóktist óverulig á Tašmajdan. Fagnaðurin rakk allar teir 2565 kilo­ metrarnar í beinari linju norður til stúgvandi fulla Stóra Pakkhús í Vági, har fólk rørd og fegin hoyrdu sín bygdadrong gera hol í sjógvin fyri triðju ferð. Og heilsanir úr øllum herða­ shornum aftaná prógvaðu, at ringarnir úr serbiska høvuðsstaðnum niðri á Balkan rukku so langt sum til Grønlands í norði, Brasil­ ia í vestri og Singapore í eystri. Sjálvur hevði gullfuglurin góða tíð uppi á áskoðara­ plássunum. Róligur, av­ slappaður og smílandi stóð hann og prátaði, heilsaði og smíltist aftur. Álitið Í takt við avrikini fyrr í vikuni vaks trúgvin um, at Pál Joensen kundi megna tað enn einaferð leygar­ kvøldið. Men allar stórsta álit fekk vágbingurin tó frá sínum venjara, sum á venj­ ingarlegu seinasta mánaðin intensivt hevur trimmað sín svimjara, mált hvørt splitt­ sekund av avrikum hansara, og kannað mótstøðuna. Til hvørja finalu sást Jón Bjarnason á áskoðara­ plássinum, fattur og róligur, við einum stoppuri í hvørj­ ari hond – annað til at taka tíðina, hitt til at máta frekvensin. Soleiðis var eisini á Tašmajdan leygar­ kvøldið. ­ Hondina á hjartað. Aftaná gullið í 400 m frí mikukvøldið, sum er veik­ asta greinin hjá Pál, visti eg at hann fór at gera tað, hann í kvøld hevur prógvað. Tað, sum Pál hevur víst til venjing í seinastuni, hevur verið so óhugnaliga gott, at tað vóru hinir svimjararnir ikki førir fyri at gera nakað við. Trúgvin og sjálvsálitið hevur alla tíðina verið har, men vit hava ikki viljað reklamera við tí. Tað hevði verið tað býttasta, vit kundu gjørt, sigur Jón Bjarnason. Trífaldi gullvenjarin var stoltur av sínum svimjara leygarkvøldið. ­ Hatta var fínasta slag. Tað kundi ikki verið nógv betur. Av og á koma svimj­ arar til hesar evropameist­ arakappingar, sum eru nógv frammanfyri hinar. Hesa­ ferð var hann føroyingur, staðfesti Jón Bjarnason beint eftir at seinasti gull­ klumpurin varð høgdur úr serbiska náminum. Ringarnir Tíðindini um avrikið hjá dronginum úr Vági eru longu farin um allan heim. Størsta tíðarritið innan svimjing hevur verið fram­ við og onnur bløð skýra hansara avrik at vera tað allar størsta í evropameist­ arakappingini hesaferð. Trúføst hevur serbiska sjónvarpsstøðin RTS sent allar finalurnar beinleiðis. Ljóðar RTS kent í føroyskum oyrum, so er tað helst tí at høvuðsbygningurin hjá júst hesi støð, sum liggur í Tašmajdan økinum, var raktur av bumbu­ regninum í 1999. 16 starvs­ fólk lótu lív meðan onnur vóru fangað í húsaleivdunum í dagar. Mánadag seinnapart fara føroyingarnir úr serbiska høvuðsstaðnum. Eftir steðg í Danmark í ein dag lendir gullfuglurin í Vágum miku­ dagin, áðrenn leiðin gongur suður á Skálabeiti 8 í Vági. Tá er hann komin heim. Klárur at bjóða teimum vaksnu av Michael Hinge, venjari hjá danska junior landsliðnum, er eins og svenski landsliðs­ venjarin ovfarin av avrikunum hjá Pál Joensen í Beograd. Michael Hinge metir, at Pál Joensen við sínum tveimum gullheiðursmerkjum higartil í EJM er í heimsklassa. ­ Og stigið at blanda seg millum teir fremstu, vaksnu svimjarar í heiminum er til at fáa eyga á, sigur Michael Hinge. Sum ungdómslandsliðsvenjari hjá Danmark kennir Michael Hinge væl Pál Joensen, Kára á Høvdanum og Elspu Mørkøre, ið sum kunnugt í dag er í danska landsliðshitanum. ­ Øll hesi trý hava eitt ótróliga stórt potentiali. Og øll trý høvdu verið ein natúrligur partur av okkara fyrireikingum til OL í 2012 og 2016, sigur Michael Hinge. Hóast kappingarneytar taka svimjararnir báðir lógvatak eftir finaluna Sum einasti miðil á staðnum var Jón Brian Hvidtfeldt í Beograd, og var tað hann, sum umvegis Rás2, Sosialin og Portalin ið dagførdi føroyska tíðindaheimin við gyltum søgum úr Serbia