mánadagur 4. august 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 146 - 4. august 2008 ]
SVIMJING
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Málsetningurin var at røkka
einum plássi í hálvfinaluni,
tá Kári á Høvdanum leyg
armorgunin svam innleið
andi í síni yndisgrein, 50 m
rygg. Hann fekk góðan
start, men móti endanum
hendi aftur tað, ið ikki má
henda.
Á
40
metrum
streyfaði Kári á Høvdanum
banatogið, og slík mistøk
síggjast á stoppurinum.
Kortini bleiv Kári á
Høvdanum nummar tvey í
sínum riðli, og hann svam
sum
fyrsti
føroyingur
nakrantíð teinin undir 28
sekund. Tíðin hjá Kára á
Høvdanum
var
27:98
sekund, ið tó ikki rakk til
pláss í hálvfinaluni.
Tvær høvuðsavbjóðingar
hjá Kára á Høvdanum í
øllum trimum greinum til
evropameistarakappingina
fyri juniorar hevur verið
opni himmalin, ið ikki
gevur
ryggsvimjaranum
møguleika at orientera seg,
og 50 metra hylurin, ið ikki
gevur honum somu møgu
leikar at útnytta vendingar
og arbeiði undir vatni.
Leygardagin svam hann
soleiðis einans eina longd,
uttan at venda. Gamla metið
í 50 m rygg á langbana var
28:46, og tað setti Kári á
Høvdanum í evropameist
arakappingini í Antwerpen
í fjør. Síðani tá hevur hann
at kalla bara svomið í 25
metra hyli, og har svimur
hann nú 50 m rygg við
tíðini 26:25 sekund.
Málið
Málsetningurin hjá Kára á
Høvdanum til hesa kapping
var at svimja undir 27
sekund, og hevði hann gjørt
tað, so var hálvfinaluplássið
væl og virðiliga tryggjað.
Kortini er hann rímiliga
væl nøgdur við avrikið
leygardagin.
Eg eri sjálvandi glaður
fyri at seta nýtt, føroyskt
met. Men eg hevði nú ætlað
at svomið undir 27 sekund
og annars svomið meg í
hálvfinaluna, segði Kári á
Høvdanum
beint
eftir
kappingina.
Hevði hann svomið teinin
við tíðini 27:39, so var hann
í hálvfinaluni. Petur Heðin
á Fløtti, landsliðsvenjari og
persónligur venjari hjá Kára
á Høvdanum, var somuleiðis
rímuliga væl nøgdur við
avrikið hjá sínum svimjara.
Tað er tó eingin loyna,
at vit høvdu sett okkum
sum mál at røkka einum
plássi í hálvfinaluni. Men
at hann setir nýtt, føroyskt
met vísir at hann er í
menning, og tað er positivt,
segði Petur Heðin á Fløtti
eftir innleiðandi kappingina
leygardagin.
Samanlagt endaði Kári á
Høvdanum sum nummar
25 av tilsamans 40 svimj
arum í innleiðandi kapp
ingini. Hann var fremsti
norðurlendingur, framman
fyri svimjarar úr Íslandi og
Danmark.
Kári á Høvdanum hevur
svomið 50 m rygg, 100 m
rygg og 200 m rygg til
evropameistarakappingina
fyri juniorar. Hóast tað ikki
bleiv til pláss í hálvfinaluni
í nøkrum av greinunum
hevur Kári á Høvdanum
sett nýtt, føroyskt met í
øllum trimum greinum.
Triðja metið til Kára
Kári á Høvdanum hevur svomið 50 m rygg, 100 m rygg og 200 m rygg til evropameistarakappingina
fyri juniorar. Hóast tað ikki bleiv til pláss í hálvfinaluni í nøkrum av greinunum hevur Kári á
Høvdanum sett nýtt, føroyskt met í øllum trimum greinum
Tað eydnaðist ikki Kára á Høvdanum at røkka
hálvfinaluni í 50 m rygg leygardagin. Bitin
var ov stórur fyri ryggsvimjaran, ið tó bleiv
skjótasti norðurlendingur og setti enn eitt
føroyskt met
Føge vísir B71 aftur
Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað sandoyingum at fáa styrk til verjupartin.
Mikkel Føge, sum hevur royndarvant við B71 seinastu vikuna, var ikki sinn
aður at gera sáttmála við felagið. Heimasíðan hjá sandoyingum skrivar, at
danski verjuleikarin, sum í farna kappingarári umboðaði danska triðudeildar
felagið Værløse, ikki metti, at Sandoyggin og B71 var nakað fyri seg. Heima
síðan skrivar eisini, at vikuna undan summarsteðginum hevði felagið ein
dana á vitjan. Ætlanin var, at hann skuldi venja við eina viku og spæla sein
asta landskappingardystin undan steðginum, men tað bleiv av ongum. Danin
var bert í Føroyum í tveir dagar, áðrenn hann vendi nøsini heimaftur.
Heimasíðan upplýsir einki navn.
Málfákæsta higartil
Síðan besta mansdeildin í fótbólti skifti navn til Formula
deildin, hava ongantíð so fá mál verið skotin, sum í ár. Talið
av málum eftir 15 umførum í 2008 er 199. Tað hægsta, eftir
15 umførum, var í 2006, tá 238 mál vóru skotin. Nógv hevur
verið tosað um, at liðini ikki í sama mun leypa á mótstøðuna
sum fyrr. Tað staðfestir talið av málunum, sum higartil eru
skotin. Tað byrjaði annars ógvuliga væl, tí fyrsta umfar av
ársins útgávu av Formuladeildini var tað málríkasta, síðan
2001. Mál skotin í Formuladeildini eftir 15 umførum:
2005: 218, 2006: 238, 2007: 225 og 2008: 199.