mánadagur 4. august 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 146 - 4. august 2008
Hóast miðafrikanska
landið Niger hvørt
ár liggur á listanum
millum fátækastu
lond heimsins, fær
landið at kalla ongan
stuðul í mun til onnur
fátøk u-lond, og tað
kann tykjast eins og,
at Niger er gloymt av
umheiminum
DAGSVERK
Annika Hedegaard Isfeldt
Avbjóðingin er stór og upp
gávurnar eru nógvar, tá ið
ein hjálparfelagsskapur tek
ur ta avgerð at stuðla einum
landi, har nógvir aðrir stórir
hjálparfelagsskapir
hava
gjørt av, at tørvurin er ov
stórur at gera ein nøktandi
mun. Hóast alt er tað júst
hetta, studentahjálparfelags
skapurin Operatión Dags
verk (vanliga stytt "OD")
hevur valt at gera. Í sam
starv við hjálparfelagsskapi
num CARE, sum er millum
størstu hjálparfelagsskapir
nar í heiminum, fer OD
sostatt í næstum at savna
inn pengar til at stuðla
gloymda landinum Niger.
Fyrireikingarnar á høvuðs
skrivstovuni hjá OD eru
longu byrjaðar og eftir
summarfrítíðina fara mið
námsskúlar kring Føroyar
og Danmark eisini undir
avbjóðandi nýggju verk
ætlanina.
Menningarhjálp
ístaðin fyri neyðhjálp
Nógvir stórir hjálparfe
lagsskapir brúka at kalla
allan pening teirra uppá
neyðhjálp til fátøk lond,
sum hava verið í einari
kreppu. Hetta er sjálvandi
sera
týdningarmikið
og
man skal ikki gloyma hesa
hjálpina, men í OD meta vit
tað vera eins týdningarmikið
við menningarhjálp, sigur
Heiða
Nolsøe
úr
OD
bólkinum á Studentaskúl
anum í Hoydølum. Hóast
tað í summum førum kann
vera gott "bert" at hjálpa
fólki við pengum og mati í
neyðstøðum, betrar hetta
ikki um støðuna í longdini.
Í OD royna vit at kunna
fólk innan ymisk øki, so tey
sjálvi megna at skapa betri
livikor til at gerast so sjálv
forsýnandi sum gjørligt. Vit
vilja hjálpa fólki at kunna
hjálpa sær sjálvum og vit
meta, at útbúgving er eitt
tað týdningarmiklasta í hes
um sambandi. Hevur tú
eina grundvitan innan sam
felagsviðurskifti, hevur tú
møguleika fyri at seta spurn
artekin við samfelagi og
samfelagsnormarnar,
tú
livir undir og harvið fært tú
møguleikan fyri eisini at
broyta títt egna lív. "At geva
ein dag av útbúgvingartíðini
hjá sær fyri at hjálpa einum
øðrum persóni at nema sær
útbúgving og harvið geva
møgueika fyri einari betri
framtíð" er motto’ið hjá
okkum og nýggja Niger
ætlanin hevur eftir okkara
tykki møguleikan fyri at
røkka hesum máli.
Hví Niger?
Tað kann tykjast eins og,
at hetta málið er ov høgt
fyri
ein
hjálpfelagsskap
sum OD, har at kalla øll
arbeiðsmegin kemur frá
ungum, ið eru sjálvboðin.
Tað fer ivaleyst eisini at
verða eitt hart arbeiði, men
vit ivast onga løtu í, at tað
er tað stóra arbeiði vert,
sigur Heiða.
– Fyrra árið fór OD
hjálpin til at fáa kriminellar
suðurafrikanskar ungdómar
úr vandamikla umhvørvi
teirra, meðan tað í fjør
snúði seg um at upplýsa
trælir í Bolivia um teirra
rættindini og møguleikar.
Bæði árini vóru mong, sum
settu sær sjálvum spurning
in, um hesar verkætlanir
vórðu neyðugar og verdar
at stuðla. Í ár ivist eg onga
løtu í, at tey flestu klára at
síggja stóra tørvin á menn
ingarhjálp í Niger – tað er
jú millum fátækastu londini
í heiminum – soleiðis er tað
tíverri bara.
Tað er tó ikki bert fátækra
dømi, sum er ein stórur
trupulleiki i Niger. Tað
tykist eisini trupult hjá
landinum at menna seg, tí
útbúgvingarmøguleikarnir
í løtuni eru rættiliga vána
ligir. Skúlin er í løtuni upp
bygdur á ein sovornan hátt,
sum ger tað trupult hjá m.a.
gentum og nomadubørnum
at nema sær útbúgving.
Genturnar
eru
mangan
noyddar at vera heima fyri
at hjálpa mammunum við
húsliga arbeiðinum, meðan
namadubørnini
gjøgnum
árið flyta nógv runt saman
við familjum teirra og tískil
ikki klára at ganga í einum
vanligum skúla.
Yahouza Sadissou, sum
stavar frá Maradiumráð
num, har ODhjálpin í ár
fer til, sigur um hetta:
Nógvir trupulleikar eru í
almennu skúlunum; lærar
arnir fara í verkfall og so
hvørva børnini úr undirvís
ingarumhvørvinum fyri at
fáast við onnur praktisk
ting fyri at hjálpa familjum
teirra. Út av níggju skúla
mánaðunum, eru kanska
tríggir ella fýra mánaðir,
har undirvísing er. Hinir
mánaðirnir er als eingin
skúlagongd.
Ein annar stórur trupul
leiki í skúlunum er, at skúla
gongdin er alt ov siðbundin.
Lærarin hevur einaræði í
skúlastovunum og undir
vísingin fer tí ofta fram á
tann hátt, at lærarin stendur
og heldur einarøðu fyri
børnini – á fronskum. Hóast
franskt er offisiella málið í
Niger, duga børnini aloftast
ikki franskt, orsakað av, at
tey flestu tosa hausa við
hús. Fyri at skula læra nak
að í skúlanum, mugu børn
ini sostatt fyrst læra seg
franskt fyri at fáa nakað
burturúr undirvísingini og
tað hevur í Niger víst seg at
elva til, at nógv børn eru
ómotiveraði til at ganga í
skúla.
Skapa eitt sam
felag fyri øll
At skapa eitt samfelag, har
pláss er fyri øllum og øll
skulu vera á jøvnum føti er
ein av høvuðsyvirskriftun
um í nýggju verkætlanini í
Niger. Stórir munir eru á
íbúgvunum í landinum. Har
eru nógv fólkasløg, trúgv
irnar og mentanirnar eru
ymiskar og tað kann tí
kennast trupult at finna ein
miðil at savna øll saman í
stóra landinum.
Skúlin
og
útbúgving
OD fokuserar á gloymda landið
UM CARE DANMARK
1. CARE Danmark, sum varð sett á stovn í 1987, er partur
av altjóða CARE-felagsskapinum, sum hevur
deildarskrivstovur í nógvum vestanlondum.
2. CARE hevur nøkur grundleggjandi virðir í verkætlanum
teirra, har m.a. arbeitt verður fyri, at u-londini fáa hjálp
til sjálvhjálp, at tað verða færri fátøk menniskju kring
heimin í framtíðini, at arbeiða ímóti diskrimatión, at
røddin hjá teimum fátøku verður hoyrd, at i-londini
samstarva við u-londini og at arbeiða fyri fyribyrgjan av
konfliktum.
3. CARE Danmark hevur starvast við at menna Maradi-
regiónina tey seinastu níggju árini. Hetta tíðarskeiðið
hava tey ogna sær stóran kunnleika um politisku,
sosialu og mentunarviðurskiftini í Niger.
4. Í 2003 fór yvirskotið frá danska tiltakinum "Børnenes
ulandskalender" til arbeiðið hjá CARE í Niger. Hesin
peningurin varð brúktur sum byrjan til
skúlaverkætlanina í Niger, sum nýggja verkætlanin hjá
OD komandi tíðina fer at arbeiða víðari við. Henda
verkætlanin hevur higartil verið sera væl eydnað og
hon hevur longu hjálpt nógvum børnum at fáa eina
skúlagongd.
Íbúgvarnir í Niger eru eitt av heimsins fátækastu fólkum