mánadagur 4. august 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 4. august 2008
29
tíðindi
Tíðindaskriv frá Norðurlandahúsinum:
Teitur og orkestur
konsert í Norður
landahúsinum
Nú er endaliga greitt at Teitur, saman við orkestri,
kemur til Føroya at hava konsert í stóra salinum í
Norðurlandahúsinum. Konsertin verður mikukvøld
ið 27. august, kl. 19.30. Hetta er fyrsta konsertin
Teitur hevur í Føroyum í meira enn ár og samstundis
fyrsta konsertin síðan vælumtókta fløgan The
Singer kom út fyrr í ár. Roynt hevur verið at fingið
Teitur at lagt leiðina framvið í Føroyum, men torført
hevur verið at finna ein dag, sum passar øllum
pørtum. Teitur er nógv umbiðin at spæla uttanlanda.
Beint áðrenn Teitur kemur til Føroyar skal hann
spæla á einum festivali í Salzburg og beint aftaná
konsertina í Føroyum hevur tey konsert í London.
Teitur gav út fløguna ”the Singer” fyrr í ár. Fløgan
hevur fingið sera góð ummælið bæði í Føroyum og
uttanlanda. Teitur fekk heiðurin at verða fyrstur á
stóra Orange pallinum á Roskilde Festivalinum
2008.
Atgongumerki til konsertina fáast á kunningar
stovunum í Havn, Fuglafirði, Runavík og Klaksvík
og á www.nlh.fo
Stórur áhugi fyri
festivalplássum
Áhugin fyri Summar Festivalinum er sera stórur, og
tað merkja tey eisini á Norðoya Kunningarstovu,
har tey umsita plássini til tjøld, húsvognar og bátar
á Summar Festivalinum. Longu nú hava sera nógv
fólk tryggjað sær pláss til tjaldið, bátin ella hús
vognin, men á Kunningarstovuni ivast tey ikki í, at
enn fleiri fara at biða um pláss. Fyri at tryggja, at
plássini verða væl býtt, og arbeiðið væl skipið,
heitir Kunningarstovan nú á fólk um at biða um
pláss í seinasta lagi mánadagin 4. august. Summar
Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9.
august.
spæla ein sera stóran leiklut
í broytanini av samfelagnum
og eitt av høvuðsendamál
unum við verkætlanini er
tískil at fokusera uppá út
búgving sum ein miðil til
bæði at kunna íbúgvarnir,
men eisini til vónandi at
broyta siðbundna hugburð
fólksins m.a. viðvíkjandi
gentum, sum í Niger oftast
verða giftar, júst eftir at tær
hava fingið fyrstu mána
sjúku teirra.
Í dag ger skúlin í Niger
einki fyri at royna at broyta
samfelagið og virka fyri at
munirnir millum fólk verða
minni. Í einum vanligum
skúla eru bert dreingir, sum
eru av einum ávísum etnisk
um uppruna, sigur Marianne
Haahr, sum í mong ár hevur
starvast í CARE við m.a. at
økja um hjálpina til Niger.
Skúlaverkætlanin
skal
tryggja, at bæði dreingir og
gentir við ymiskum etnisk
um uppruna kunnu fáa
møguleika at nema sær
útbúgving og harvið fáa
størri møguleika, enn for
eldur teirra hava havt, fyri
at tryggja sær eina bjartari
framtíð í einum meira
modernaðum samfelagi.
Við at seta tey sera ym
isku børnini í skúla saman
vónar Marianne, at man
kann minka um trupulleik
arnar millum etnisku bólk
arnar í Niger. – Tað er
grundleggjandi
at
virða
ymiskleikarnar
millum
børnini ístaðin fyri at royna
at minka um teir, sum skúl
arnir í Niger gera í dag.
Menningin
skal
ístaðin
byggja uppá fólksins præ
missir og ganga út frá ger
andisdegi teirra. Við at lána
kvinnunum í Niger asn sum
kompensatión fyri hjálpina
hjá gentunum við hús, halda
langar døgurðasteðgir, har
børnini kunnu hjálpa for
eldrum teirra, og stongja
skúlan, tá ið nomadubørnini
ferðast við familjum teirra,
vilja CARE og OD í felag
skapa eitt nýtt og øðrvísi
slag av skúlum sum alterna
tiv til siðbundnu statsskúlar
nar. Undirvíst skal vera á
móðurmálunum hjá ein
støku børnunum, umframt
at tað eisini skal undirvísast
í praktiskum tingum, sum
børnini sjálvi kunnu brúka
heima við hús hjá familjun
um.
Tað hevur víst seg, at
áhugin fyri at læra er stórur
bæði millum vaksin og børn
í Niger og tað sær út til, at
nógv eftirhondini hava inn
sæð, at broyting er einasti
vegurin fram. Umframt at
undirvísa børnunum í Nig
er, vilja felagsskapirnir tí
eisini geva teimum vaksnu
møgulleikan fyri at læra at
lesa og skriva um kvøldarnar
so eisini tey fáa størri menn
ingarmøguleikar.
Føroyar í ljósinum
Eitt annað evni, sum hjálp
arfelagsskapurin ætlar at
varpa ljós á komandi skúla
ár, er, hvussu man kann
gera fyri at fáa føroyskar
skúlar at vera meira aktivir
í hjálpararbeiðinum hjá fe
lagsskapinum.
Seinastu tíggju árini hev
ur Studentaskúlin í Hoy
dølum trúliga luttikið í stóra
hjálpararbeinum,
meðan
tað higartil hevur verið trup
ult at fáa aðrar miðnáms
skúlar kring landið at lut
taka. Nøkur umboð úr skriv
stovuni í Danmark koma í
heyst til Føroyar fyri at fara
runt á ymisku miðnámsskúl
arnar at greiða nærri frá
ODarbeiðinum, Niger og
hví tað er so týdningarmikið
at fáa ung inn í hjálpar
arbeiðið.
Viðhvørt haldi eg, fólk
hava trupult við at síggja út
um teirra egna lítla heim.
Tað er so nógv lættari ikki
at hugsa um stóru trupul
leikarnar, sum eru kring
heimin í dag, men jú longur
tíð gongur, áðrenn vit
síggja, at hjálpin er neyðug,
størri og verri verða trupul
leikarnir, sigur Heiða Nol
søe. – Um man sum ungur
fer undir hjálpararbeiði,
trúgvi eg, tað skapar møgu
leikar fyri, at man heldur
áfram við hesum restina av
lívinum. Tað hevði tí verið
so deiligt, um tað eisini bar
til at fáa føroyskar ungdóm
ar við í stóru ODverkætl
anina í ár, so tey eisini
kundu verið við til at stuðla
gloymda landinum Niger,
har tørvurin á hjálp avgjørt
er rættiliga stórur.
UM NIGER
1. Í dag búgva umleið 12 milliónir íbúgvar í Niger. Fólkavøksturin er her tann størsti í
heiminum, miðallivialdurin er bert uml. 44 ár í Niger og helvtin av íbúgvunum er
tískil undir 15 ár.
2. 85-90% av íbúgvunum eru
analfabetar og tørvurin á
útbúgvingarmøguleikum er tí sera
stórur í landinum, har so at siga øll
starvast í primeru vinnuni.
3. Íbúgvarnir í Niger eru sera ymiskir
við fleiri ymiskum fólkasløgum,
málum og religiónum (islam er
langt tann størsta religiónin í
Niger, men fleiri ymiskir
undirbólkar eru í landinum).
4. Niger er eitt stórt land og fevnir
um 1.267.000 km2 (t.e. størri enn
Týskland, Frakland og Póland
tilsamans), men stórir partar av
landinum eru ódyrkaðar
oyðimørkir og í hesum økjum
búgva heilt fá fólk.
5. Áðrenn Niger varð ein fronsk
koloni í uml. 1880, vóru ymisk stór
og smá høvdingadømi kring landið. Við koloniseringini vórðu hesi avtikin og
partvíst integreraði í nýggja franska stýrið. Eftir í mong ár at hava verið stýrt av
franskmonnum, varð Niger sjálvstøðugt í 1960.
Franskt er tó framvegis offisielt mál í Niger og Frakland er eisini framvegis størsti
fíggjarligi stuðulin hjá Niger.
6. Veðurlagið í Niger er tropiskt við regntíð í sunnara partinum av landinum frá juni
til september, meðan als eingin regn er í norðanligum pørtum av landinum. Hetta
ger, at jørðin í Niger er rættiliga ring at dyrka.