týsdagur 5. august 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 5. august 2008
13
Thomas
michael
smiTh
Hóttir fiskastovnar
Fiskimálaráðharin hevur
nú lagt fram uppskot um at
skerja fiskidagatalið við
50 % fyri flestu
skipabólkar.
Uppskotið tekur støði í
einum tilmæli frá Fiskirnn
sóknarstovuni, sum enn
einaferð staðiliga ræður tí
politiska myndugleikanum
til at skerja veiðutrýstið
munandi, um fiskastovn
arnir skulu hava ein møgu
leika fyri at hóra undan,
og vit aftur skulu fáa eina
bara nøkulunda burðar
dygga fiskivinnu á før
oyska landgrunnunum.
Tilmælið frá Fiskirann
sóknarstovunu byggir á
neyvar vísindaligar kann
ingar av ymsu fiskastovn
unum, har áhaldandi roynd
ir ferð eftir ferð prógva, at
tað stendur sera illa til, og
at so at siga øll fiskasløg
eru fyri stórari afturgongd,
umframt at gýtingarstovn
urin av t.d. toski er so illa
fyri, sum ongantíðm áður.
Fiskirannsóknarstovan
stendur ikki einsamøll.
Hon fær eisini undirtøku
frá so týðandi viðspælar
um, sum fíggjarheiminum,
og enntá av einum parti av
vinnuni sjálvari, sum nú
hava fingið eyguni upp fyri
tí ovurstóra vandamáli,
sum tann núverandi stórt
sæð bara negativu tilgongd
kann fáa fyri okkara
høvuðsvinnu..
Økt veiðutrýst
Tað verður staðfest, at
fiskastovnarnir ikki tola
ovurstóra veiðutrýstið, sum
so líðandi er upparbeitt og
áhaldandi hert líka síðan
henda skammrósta og
heimsins mest fantastiska
fiskidagaskipan kom í gildi
miðskeiðis í 1990 árunum
Týðuligt er, at politiska
skipnanin undanfarnu árini
totalt hevur mist tamar
haldið á støðuni og bara
latið staðið til. Ár eftir ár
eru bæði størri, og mun
andi meira effektiv skip
eru komin uppí flotan,
umframt at verandi floti
støðugt er útbygdur við
enn betri og modernaðum
veiðiamboðum, uttan at
fiskidagatalið nakrantíð er
skert tilsvarandi økta
veiðutrýstinum.
Skerjingarnar higartil
uppá 1 – 3 % árliga,
meðan veiðutrýstið ivaleyst
so hvørt er vaksið fleirfalt
skerjingarnar, hava í
veruleikanum bara verið
eitt eiti og eitt spæl fyri
gallarínum hjá politiskum
opportunistum, sum hava
hugsað, at slíkur rygg
leysur “laizzes faire“
politikkur ivaleyst gevur
tær flestu atkvøðurnar til
eitt komandi val.
Tað sýnist sum burðar
dygg vinna og skynsamt
veiðitrýst er vorðið eitt
fremmant og niðurgjørt
stevnumið, sum ongan
góðan hevur havt millum
tey fólk, sum her hava rátt
fyri borgum.
Sigast má, at orðini í
lógini um vinnuligan
fiskiskap um at “varðveita
tilfeingið og at troyta og
gagnnýta hetta burðardygt
á skilabesta hátt, lívfrøði
liga og búskaparliga, við
virðing fyri sambandinum
millum ymisku dýra og
plantustovnarnar í havinum
og meingi teirra, til tess at
tryggja besta samfelags
búskaparliga íkastið frá
fiskivinnuni, støðugar
arbeiðs og inntøkumøgu
leikar og møguleikar fyri
vinnuligum virksemi um
alt landið” so ruddiliga er
gjørt til skammar.
Vanvirðing fyri vísindini
Tað er í grundini ófatuligt,
at ein tann frægasti upp
arbeiddi vísandiligi førleik
in her á landi, nevniliga
Fiskirannsóknarfstovan við
sínum tilmælumn grundað
á djúptøknar og profession
ellar kanningar, umframt
altjóða hámettum dygdar
metingum, nærum verður
tileinkisgjørt av teimum
hvørs lív og lagna er óloysi
liga tengt at sunnun og
burðardyggum fiska
stovnum á føroyska
landgrunninum.
Støðan gerst so avgjørt
ikki betri, tá alt hetta ovur
stóra vísindaliga rannsókn
ararbeiðið fullkomuliga
verður sligið uppí glens av
okkara politisku “amatør
ekspertisu” á økinum.
Hesi vælgrundaðu fak
ligu tilmæli gjørd av okk
ara bestu vísindafólki
royna nú ábyrgdarleysir
føroyskir politikarar í síni
betrivitan at sláa í stumpar
og stykkir.
Aðalmálið sær út til at
vera at fyrilitarleysa týn
ingin av fiskastovnunum
bara skal halda fram líka
til alt okkara fiskatilfeingi
er lagt í oyði.
Hugburðsbroyting
tiltrongd
Her má og skal annar hug
burður til og nógvu stuðl
arnir av óbroyttum veiðu
trýstið uttan mun til lív
frøðiligu tilráðingarnar,
innan bæði vinnu og polit
isku skipanina, mugu fáast
at skilja, at hetta verður
teirra egni deyði og
undirgangur.
Føroyingar hava ígjøgn
um 1000 ár dugað at røkt
bjørg og haga. Virðing
hevur verið fyri nattúru og
tilfeingi. Ongantíð er tikið
meira úr skipanini enn
áseyðatalið kann bera.
Altíð hevur verið sett eitt
hóskandi tal við, so skipan
in kann vera í neyvari
javnvág við náttúru og
umhvørvi. Sama hevur
verið galdandi fyri fuglin,
sum teir gomlu ongantíð
troyttu so nógv, at stovn
urin kom í vanda. Ístaðin
vandaðu teir sær um tøk
una og altíð var farið væl
um, so búfuglurin kundi
nørast og geva eitt íkast til
komandi ár og sjálvandi
eisini komandi ættarlið.
Hesin sunni og nátúru
vinarligi hugburður er
onkusvegna farin fyri
bakka, tá tað snýr seg um
okkara høvuðsvinnu fiski
vinnuna. Her hevur tað
ístaðin í ólukkumát snúð
seg um løtuvinning og
stuttskygda ránsveiðu.
Høvuðsaktørarnir innan
hesa vinnugrein hava
onkusvegna misskilt
nattúrulógirnar og halda
eftir øllum at døma, at
áhaldandi stórt veiðutrýst á
niðurpíndu fiskastovnarnar
als ikki fer at hava nakrar
avleiðingar fyri komandi
veiðuár og eftirtíðina.
Tað ræður mest um at
bjarga døgunum heldur
enn fiskastovnunum, so
leiðis er argumentatiónin
skrúvað saman, so ótrúligt
hetta ljóðar!
Argument saknast
Argumentini hjá mótstøðu
monnunum hjá Fiskirrann
sóknarstovuni um, at fiska
stovnarnir kunnu bera ver
andi veiðutrýst, saknast í
ólukkumåt. Páhald um, at
fiskifrøðingarnir einaferð
ella tvær ferðir hava tikið
feil hoyrast íðiliga sum
høvuðsmótargument fyri
ikki at fylgja tilmælinum
frá Fiskirannsóknarstovuni
ella ICES. Annað argument,
sum at “klóku” akadem
ikarnir í Havn ikki skulu
koma og fortelja garvaðum
fiskimonnum nakað sum
helst, verður eisini ofta havt
á lofti. Ítøkiligar og vælund
irbygdar grundgevingar
bygdar á faktiskar upplýs
ingar og kanningar hoyrast
snøgt sagt ongantíð frá
hesum viðhaldsfólki av
framhaldandi óbroyttum
veiðutrýstið.
Trupulleikin verður
meira umroknaður til
fiskidagatal og harvið dag
liga fíggjarliga avkastið
heldur enn eitt framtíðar
vandamál. Minni dagar
minni inntøka, tað er
eyðsæð her og nú. Tí siga
bæði Kaj Leo Johannesen,
Jørgen Niclassen, Jákup
Mikkelsen, Viberg Søren
sen, Auðun Kónraðsson v.
fl. at hetta er eitt slag í
andlitið á høvuðsvinnuni,
hetta tekur grundarlagið
undan vinnuni, hetta er
deyðadómur o.s.fr.
Fleiri fiskidagar – enn
minni veiða!
Men hvat er alternativið?
Verða fiskidagarnir ikki
skerdir, so verður bara
minni og minni fiskur fyri
hvønn fiskidagin til alt er
steinoyði. Vandamálið fyri
reiðarí og fiskimann við
óbroyttari veiðuorku er
nevniliga nógv størri enn
nú at binda um heilan
fingur beinanvegin og
minka munandi um viði
trýstið. Eitt veiðutrýst sum
sambært fiskifrøðingarnar
er um at týna flestu stovnar
nar og gera Føroya Grunn
in til eina lívfrøðiliga
oyðimørk.
Niðurlagað vit haraftur
ímóti veiðuttrýstið til eitt
støði, so stovnarnir fáa
møguleika fyri at fóta sær
og menna seg aftur, so fæst
reint matematiskt meira
burturúr hvørjum fiskidegi,
og við einum støðugt
vaksandi fiskastovni økist
samlaða veiðan áhaldandi
til fyrimuns fyri bæði reið
arí og fiskimannin, sam
stundis sum pláss gevst
fyri at økja aftur um saml
aða fiskidagatalið um
kanska nøkur heilt fá ár.
Tað er vælsaktans saml
aða nøgdin av fiski sum
kemur uppá land sum telur,
og ikki samlaða
fiskidagatalið!
Breið politisk semja
neyðug
Hetta má og eigur at verða
gongdin framyvir, so sjálvt
um skaldið sigur:” At
saman at standa var ei
okkum givið”, so mugu vit
royna at finna eina breiða
politiska semju um at
bjarga sjálvari beinagrind
ini undir øllum okkara
búskapi, sum eru fiska
stovnrnir kring Føroyar.
Vit kunnu ikki forsvara,
at eitt so týðandi álvarsmál,
sum stovnsrøkt og
burðardygg veiða í okkara
høvuðsvinnu framhaldandi
verður ein politisk kasti
bløka, har bert stuttskygd
persónlig egináhugamál eru
einaráðandi.
Føroyska fiskivinnan á einum vegamóti!
Bjørn á
heygum
Hvussu stór fíggjarlógin í Japan er, veit eg ikki,
men eg veit tó somikið, at hon er nakað væl
størri enn okkara. Ikki bara tann japanska, men
flest allar fíggjarlógir í verðini eru nógvar
túsund, fyri ikki at siga milliónir, ferðir størri
enn tann føroyska. Og í flestum londum búgva
nógvar túsund ferðir fleiri fólk enn í Føroyum.
Hóast henda veruleika vilja Gerhard
Lognberg og Páll á Reynatúgvu hava, at ein at
heimsins longstu og dýrastu undirsjóvartunlum
skal gerast í einum av heimsins minstu londum.
Uppundir seinasta løgtingsval lovaðu allir
kandidatarnir, at nú skuldi vend koma í. Nú
skuldu tunlar, vegir og havnir ikki, sum higartil,
raðfestast fremst, men tað skuldu skúlar,
gransking og sosial vælferð. Tað vórðu so 33 av
teimum uppstillaðu valdir inn á ting uppá.
Landsstýrið varð skipað. Vón og álit
veljaranna vóru hesaferð størri enn nakrantíð, tí
nú væntaðu teir, at ljósið veruliga fór at verða
varpað á fólkaskúlan, studentaskúlan, HF,
Fróðskaparsetrið og allar skúlar í landinum. Alt
skúla og útbúgvingarverkið annars hava alt, alt
ov leingi knossast undir korum, ið eru undir alt
lágmark.
Sjúkrahúsverkið fær ikki uttan morð og brand
tillutað teir pengar, sum tað í roynd og veru
kostar. Eitt nú bygningarnir, sum hýsa tí. Tað er
nakað av tí ringasta slumminum í øllum
landinum, tí ov lítið verður játtað til vanligt
viðlíkahald. Fylgjan av tí er eyðsæð, at henda
púra skeiva og misfataða sparing hevur havt við
sær, at bygningarnir eru hættisligir at vera í.
Veljararnir høvdu sjálvandi væntað, at hetta
nýggja tingið og landsstýrið av øllum alvi fóru
í holt við hetta beinanvegin. Men, nei!
Harafturímóti er landsstýrið nú um at koma í
minniluta, tí at Gerhard Lognberg ikki fær ein
undirsjóvartunnil fyri knappa milliard
samstundis við, at ráð eru ikki til 30 milliónir
til heilsuverkið, og hetta hóast vit her á landi
hava av heimsins bestu undirstøðukervum.
Tann drúgvasta ferðaleiðin í landinum er
suðuroyarleiðin, og tað er bara tveir tímar. Alla
aðrastaðni er eingin leið, ið tekur meira enn ein
tíma eftir nøkrum av heimsins bestu vegum.
Mær kemur til hugs, at Danmark og Svøríki
ivaðust í eini 30 ár, áðrenn tey bæði londini
fóru undir fast samband um Oyrasund.
Nakað annað, ið má falla skattaborgarunum
fyri bróstið, er, at Gerhard Lognberg sigur, at
myndugleikarnir hava slept Sandoynni upp á
fjall.
Eru ikki hundraðtals milliónir brúktar til
Skopunar havn og Gomlurætt saman við eini
góðari, nýggjari ferju?
Og eitt afturat: Hvussu nógvir suðuroyingar
hava biðið Gerhard Lognberg um at verja teirra
áhugamál?
Lítið trúgvi eg, at suðuroyingar vilja verða
blakaðir 50 ár aftur í tíðina við einum ferðasam
bandi um Sandoynna. Mær vitandi eru flestir
suðuroyingar sera væl nøgdir við Smyril.
Nei, farið tit politikarar undir at gera politiskt
tað, ið veruliga liggur á láni her í landinum, og
skjótið hasi ørvitisprosjektini væl longri fram í
tíðina.
So fáa vit at síggja.
Sandoyggin er ikki
slept upp á fjall