Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 147 - 5. august 2008 KroniKK Bogi Eliasen stjórnmálafrøðingur Kaos Sitandi samgonga hevur fyrsta hálva árið verið merkt av serliga nógvum rumbli og ósemjum. Samgongan sat við 17 av 33 løgtingslimum og bæði innan­ flokka í samgonguflokkunum og ímillum flokkarnar tyktist stórar ósemjur at valda og við Gerhard fór meirilutin. Hóttanir Tann nógv seinkaða fíggjarlógin elvdi sjálvsagt til høvuðbrýggj, men annars hevur stríðið eina­ mest staðið um tveir tunlar, um teir skulu gerast og hvør skal gerast fyrst. Her hava javnaðar­ tingmaðurin Gerhard Lognberg og tjóðveldistingmaðurin Páll á Reynatúgvu, sett knívin á barkan hjá samgonguni og hava fleiri ferðir hótt samgonguna við at taka sín stuðul aftur, um ikki ein haldgóð loysn til Sandoyar­ tunnilin var funnin. Meirilutin fór Í vikuni hendi tað so, at Gerhard tók sín stuðul frá samgonguni og at samgongan í veruleikanum er í minniluta. Gerhard meldaði seg tó ikki úr flokkinum Staðfestast má tó, at hansara røða um hví hann tók samgongustuðulin aftur, samstundis var ein lemjandi kritikkur av partamanni hansara, løgmanni, og seinastu dagarnir hava útsagnir hansara bent á, at hann royndi at verða tveittur úr Javnaðarflokkinum Blóð Andstøðan tevjar sum verða mann blóð og hava floksfor­ menninir í stóru andstøðuflokk­ unum Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum sagt, at nýggj samgonga eigur at verða skipað og at løgmaður eigur at leggja frá sær. Nýval hevur lítið verið tosað um, og tað tykist ikki sum nakar flokkur hevur áhuga í hava nýval nú so stutt er fráliðið av valskeið­ num. Fyri framman stendur ein fíggjarlóg og ongin tykist hava áhuga í at koma í somu støðu longu nú við seinkaðari fíggjar­ lóg. Fyri andstøðuna kann tað verða gott at hava eina kaos­ kenda minnilutastjórn. Tað gevur andstøðuni møguleika, at fáa ein meiriluta í tinginum fyri málum, sum samgongan ikki tekur undir við og soleiðis tvinga samgong­ una, at føra politik hon í veru­ leikanum ikki tekur undir við. Minnilutastjórn Samgongan hevur boðað frá, at hon ætlar sær at halda áfram sum minnilutastjórn og ætlanin er ikki at taka ein flokk afturat inn í samgonguna. Leingi hevur ann­ ars verið hildið, at Sjálvstýris­ flokkurin hevur verið á veg í samgonguna, tí at samgongu­ stevið var so vánaligt og í gjár frættist at samráðingar hava verið millum samgonguna og Sjálv­ stýrisflokkin og skal Sjálvstýris­ flokkurin fundast um hesa støðu seinni í dag. Status Nýggja støðan er ein staðfesting av, at stórar ósemjur eru í flokk­ unum og at einstøk mál fylla nógv. Tunnilsmálið er eisini eitt áhaldandi stríðsmál í Tjóðveldis­ flokkinum. Stríðsstøður vóru eisini í undarfarnu samgongu, hóast hon hevði breiðan meiri­ luta. Í gjár frættist eisini, at Javnaðartingmaðurin Mikkjal Sørensen ikki tekur undir við at skerja blokkstuðulin, so næsta stóra stríðsevni er longu á veg. Stuðul og misálit Minnilutastjórnir er ikki eitt óvanligt fyribrygdi í okkara grannalondum. Men munur er á teimum karmum sum skipanirnar hava. Eitt minnilutastjórn krevur í roynd og veru, at stjórnin tryggjar sær meiriluta í tinginum frá flokkum og/ella tinglimum, sum ikki eru partur av samgong­ uni. Fyri at verða sitandi við valdið skal samgongan eisini áhaldandi tryggja sær, at ein meiriluti ikki er ímóti henni og at tingið ikki tekur undir við mis­ áliti á løgmann og soleiðis setir hann frá valdinum. Ein minnilutastjórn kann arbeiða við einum ella fleiri føstum stuðulsflokkum, sum vit t.d. hava sæð seinastu árini í stjórnini hjá Anders Fogh og samstarvið við Dansk Folkeparti. Ein minnilutastjórn kann eisini arbeiða við at finna meirilutar frá málið til mál. Um vit t.d. taka Dannmark sum dømi, so er tað siðvenja, at stóru politisku málini verða gjørd í semju ímillum flestu flokkarnar. Talan er oftani um harðar og langar samráð­ ingar, men roynt verður at hava andstøðuna við eisini. Henda skipan tryggjar, at tá stjórnar­ skifti er, so hava flestu flokkarnir gjørt langtíðarsemjur og soleiðis gerst skipanin meira støðug. Løgtingið ov veikt Okkara løgtingsskipan er ov veik. Okkara tingfólk hava gamaní góða hjálp frá góðum fólki á Løgtingsskrivstovuni. Men hetta er ikki nøktandi, um vit ynskja ein proffessionella parlamentariska skipan á hædd við grannalond okkara. Tørvur er á at hava hjálp knýtta at hvørjum tinglimi sær, sum tinglimurin og flokkurin kunnu brúka til at menna sínu egnu politisku visjónir og mál. Tá tinglimurin fær hesa hjálp betrast fortreyt­ irnar munandi fyri, at løgtings­ limirnir og flokkarnir kunnu gera bæði mótuppskot til samgonguna og væl fyrireika uppskot í sam­ band við eina minnilutastjórn. Okkara politikkarar hava líka nógv málsøkir, sum politikkarar í størri londum at taka støðu til. Færri tinglimir og smærri flokkar Minnilutastjórn krevur karmar Teir vilja hava ein Landsstýrissess, men fyrst skal flokkurin taka avgerð