týsdagur 5. august 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 5. august 2008
15
Vil Miðflokkurin hava annan Landsstýrissess?
gera, at hóast flokkarnir hava
framsøgufólk á málsøkjum,
eru tað sera breið økir til
hvønn einstaka politikara. Tí
hava okkara politikkarar sera
nógv mál at seta seg inn í og
taka støðu til og tørv á betri
arbeiðsumstøðum.
Okkara løgtingslimir hava í
dag ikki egna skrivstovu og
heldur ikki sína egnu teldu í
Løgtinginum.
Hví egnan skrivara?
At geva løgtingslimunum
skrivara, er ein háttur at styrkja
tað parlamentariska arbeiðið.
Tað ger, at tann einstaki
løgtingslimurin hevur betri
umstøður at fáa mál kannað og
at gera tinguppskot. Ein slík
skipan elvir til, at flokkarnir
sjálvir fáa eina umsiting, sum
ger, at teir hava nógv betri
fortreytir fyri at koma við
heildaruppskotum og mót- og
broytingaruppskotum til tað,
sum kemur frá landsstýrinum.
Hetta styrkir sjálvt flokks-
apparatið og ger at tað er nógv
størri fyrimunur í samstarvi, tí
at flokkarnir gerast ein sterkari
eind. At gera ein slíkan leist
setir upp grundleggjandi
karmarnar fyri einari polit-
iskari skipan, sum arbeiðir við
langtíðarsemjum.
Krøvini fyri at fáa eina
dynamiska minnilutastjórn er,
at andstøðan kann spæla við.
Skal hon tað, er grundleggj-
andi neyðugt at geva løgtings-
limunum betri arbeiðsum-
støður, s um nevnt omanfyri.
Teir karmarnar hevur løgtingið
ikki og tí er lítið sannlíkt at
okkara skipan ber eina
minnilutastjórn uttan ein fastan
stuðulsflokk.
Og nú?
Tað mest sannlíka er, at Sjálv-
stýrisflokkurin verður tikin inn
í samstarvi. Hetta verður antin
sum, stuðulsflokkur við at
tryggja sær ávirkan á ávís mál
og onkran góðan nevndarsess
ella sum beinleiðis partur av
samgonguni. Sjálvstýris-
flokkurin hevur greitt sagt, at
hann vil hava ávirkan. Men tað
tykist eisini greitt, at flokkurin
fer ikki at tengja seg at CHE
samgonguni fyri ein hvønn
prís. Roknast má eisini við, at
flokkurin fer at trýsta hart á
fyri at fáa ein landsstýrissess.
Hesum hevur Miðflokkurin
víst aftur, men hinvegin eisini
sagt, at Almanna- og heilsumál
skulu býtast í tvey.
Gerst Sjálvstýrisflokkurin
stuðulsflokkur fær samgongan
arbeiðsfrið og bæði løgmaður
og Høgni Hoydal søgdu í gjár,
at tað er neyðugt. Brennandi
spurningurin í dag er, hvat kost-
ar stuðulin frá Sjálvstýrisflokk-
inum og vil samgongan
gjalda hann?
Nýtt Landstýri
CHE samgongan hevur í veru-
leikanum einki val. Javnarðar-
flokkurin vil ikki sleppa løg-
manssessinum og Tjóðveldi vil
ikki sleppa Uttanríkisráðnum.
Skal Sjálvstýrið við í samgong-
una, krevur tað broytingar í
landsstýrinum. Her hevur Mið-
flokkurin gjørt fyrsta leikin við
at krevja Almanna- og heilu-
málaráðið býtt í tvey. Miðflokk-
urin situr á figgjarmálum, tað
er ein ógvuliga týðandi ráð-
harrasessur. Men Miðflokkurin
er ein sonevndur kensluflokkur
og við niðurgangstíðum fyri
framman, er væl møguligt, at
hann vil sleppa sær av við
fíggjarmál og heldur fáa fatur
á almannamálum, sum er eitt
av kjarnumálsøkjunum hjá
flokkinum. Har kann hann
berjast fyri betri sømdir hjá
teimum sum hava tørv, í stað-
in fyri at hava ábyrgdina fyri
at skerja almennu
útreiðslurnar.
Við Gerhard fór meirilutin, men hann er neyvan meira
samdur við andstøðuni